hósdagur 30. juli 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
30
JÓANNES HANSEN
P
unktum varð ólavsøku
aftan sett fyri 2020 í
kappróðri. Líkindini
vóru ikki so galin. Tað
var eitt lot ímóti, men stóru og
víðfevndu grótútfyllingarnar
bera við sær, at størsti part
urin av 902 metra langa róðrar
teininum á Havnarvág er mest
sum á deyðavatni.
FM spurningurin var undan
ólavsøku avgjørdur í øllum
kappingunum uttan einari.
Í kappingini millum 5-manna
førini við dreingjum var finala
millum Heyk úr Hósvík og
Fípuna Føgru úr Klaksvík. Ta
kappingina vann Heykur, sum
harvið fekk uppreisn eftir
vónbrotið á ólavsøku í fjør. Tá
var Heykur í FM finalu ímóti
Royndini Fríðu úr Vági, og tá
var tað Royndin Fríða, sum
vann bæði ólavsøkuróðurin og
FM heitið.
Hóast Heykur vann á ólavsøku
og eisini FM, og Fípan Fagra úr
Klaksvík var næstfremst bæði á
ólavsøku og í FM kappingini, so
var tað hvørgin hesin báturin,
sum var fremstur á ólavsøku.
Fyrstur á mál ólavsøkuaftan var
Sævarmoy úr Klaksvík. Nýggja
5-mannafarið róði fyrstu ferð
á vestanstevnu í Miðvági, tá ið
Sævarmoy var klárt nummar eitt
– frammanfyri Fípuna Føgru og
Heyk. Og Sævarmoy endurtók á
ólavsøku sannførandi sigurin og
vann bronsu í FM kappingini.
Avrikið hjá Sævarmoy í
tveimum teimum síðstu róðrun
um vísir, hvussu stóran týdning
báturin hevur. Meðan teir bíðaðu
eftir nýggja 5-mannafarinum
róðu dreingirnir við bátinum,
sum undanfarnu árini bar
navnið Karin. Í ár æt hann
Sævarmoy. Gamli báturin, sum
ikki er so gamal, verður sagdur
at vera væl tyngri enn nýggi bát
urin. Úrslitini tvær tær seinastu
ferðirnar vísa, hvussu stóran
týdning tað hevur at rógva við
løttum báti.
Familjufagnaður
2020 verður fyrst og fremst
minst sum róðrarárið, tá ið
barnaróðurin átti størri leik
lut enn nakrantíð áður og so
sjálvandi korununa, sum í vár
var um at taka lívið at kapp
róðrinum. Soleiðis endaði tað
tíbetur ikki.
Áhugin millum børnini at
rógva er stórur, og bæði í feløg
unum og í Róðrarsambandi Før
oya verður stórt atlit tikið til
blaðungu manningarnar.
Í kjalarvørrinum á nógvu
ungu manningunum vísir tað
seg, at áhugin at vera á róðrar
økinum og fylgja við, er stórur.
Foreldur og familja hjá rógvar
unum hava í summar ferðast
kring landið og hugt at kapp
róðri. Hetta hevur borið sterk
an felagsskap millum tey, ið
varða av bátsmanningunum, við
sær, og tað hevur aftur smittað
til sterkari felagslív og betri
felagsskap í róðrarumhvørvi
num sum heild.
Hugaligt er at frætta fleiri sól
skynssøgur um rógvarar – bæði
gentur og dreingir – sum um
borð á bátum hava funnið gleði
og status sum stinnir rógvarar,
eftir at tað ikki hevur gingið so
væl hjá teimum í t. d. bóltspølum
og øðrum liðítrótti á landi og
vøllum.
Kiksaðu aftur
Ein av manningunum, sum tað
bæði í fjør og í ár hevur verið lagt
til merkis, eru ungu menninir
umborð á 8-mannafarinum Nev
ið Reyða úr Klaksvík.
Í fjør var Nevið Reyða á
ólavsøku í FM finalu ímóti
Argjabátinum, sum vann bæði
ólavsøkuróðurin og FM fyri
fimtandu ferð.
Í ár hevði Nevið Reyða við
sigrum í seks teimum fyrstu róðr
unum undan ólavsøkuni tryggj
að sær FM. Á vestanstevnu var
sigurin ikki so sannførandi, sum
hann hevði verið, tí Knørrur hjá
Róðrarfelagnum Knørri leingi
treiskaðist. Á ólavsøku vann
Knørrur, sum í endaspurtinum
FAMILJURNAR
FAMILJURNAR
FYLKJAST
FYLKJAST UM
UM
KAPPRÓÐURIN
KAPPRÓÐURIN
Tað var bara í einum
føri, at tað var annar
vinnari enn meistarin
á ólavsøku, tá ið
Knørrur í kappingini
millum 8-mannaførini
snýtti Nevið Reyða