Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 4 Tú skalt tora at hava stórar dreymar, og tú skalt satsa nógv fyri at røkka hægstu tind­un­um – og so fært tú success og ríkidømi. Tað er hálvføroyski Niklas Nikolajsen eitt livandi prógv um. PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO F yri 10 árum síðani hugsaði tann nú 45 ára gamli Niklas Nikolajsen út um boksina og satsaði stórt upp á talgilda gjaldoyrað Bit­ coin, meðan eingin annar tordi. Í dag er hann av somu orsøk sera múgvandi og er helst at rokna sum ríkasti føroyingurin, vit vita um. Hvussu nógv hann eigur vil hann ikki avdúka, men sigur, at har eru nógv nullir í talinum. Hann verður umtalaður sum ein av týdningarmestu finans­ fólk­unum í bankanna landi Sveis, har hann býr og rekur milliarda­ fyritøku sína Bitcoins Suisse, sum veitir tænastur innan Bitcoin fyri fólk. Niklas Nikolajsen er úr kendu Kjølbro familjuni í Klaksvík – langaabbasonur sjálvan J. F. Kjølbro. Abbin var Ewald Kjølbro, og mamman var Marita Kjølbro, sum giftist í Danmark. Niklas er uppvaksin í Danmark, men hann hevur eisini búð eitt ár í Føroyum sum smádrongur í 1989, og tá gekk hann í skúla í Venjingarskúlanum í Havn. – Eg føli meg føroyskan Seinastu vikuna hevur hann so verið á feriu í Føroyum saman við konu síni og børnum teirra. Tey hava verið á ólavsøku og hava tikið sær av løttum her á klett­unum. Tað var meiningin, at eitt privat­flogfar skuldi koma eftir Niklasi tíðliga mánadagin og flúgva hann til Geneve, har hann skuldi á fund. Flogfarið bleiv avlýst vegna veður, og í hesum sam­bandi vóru vit í Sosialinum so heppin at fáa eina spontana avtalu í lag við Niklas. Vit hittu frynt­liga multimilliardingin á hotell­inum, har hann og familjan búðu. Hann bjóðar sjampagnu og kaffi, áðrenn hann byrjar at for­ telja um sítt tilknýti til Føroyar. – Eg føli meg føroyskan og elski at vera her uppi. Tá eg eri utt­anlands, sakni eg føroyska matin ótrúliga nógv. Føroyska familjan hjá mær er spjadd um allan heimin, men meginparturin er í Føroyum, og vit hava eitt tætt samband, fortelur Niklas, sum fegnast um at hava familjuna við sær í Føroyum. – Eg kundi gott hugsað mær, at kona mín, sum er donsk, og børn okkara eisini fáa eitt ávíst tilknýti til Føroya. Tað hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi fyri okkum at uppliva ólavsøkuna, sjálvt um hon í ár ikki var heilt, sum hon plagar. Túsund bleiv til milliónir Bitcoin-ævintýrið hjá Niklas Nikolaj­sen byrjaði í 2010, tá hann uppdagaði hetta serliga systemið og gjaldoyrað - bara eitt ár aftan á at Bitcoin sá dagsins ljós. – Tað var sera týðiligt fyri meg, at hetta var ein heilt nýggj og spenn­andi tøkni, sum eg ikki ivaðist í, fór at blíva ein stór success og fáa stóra ávirkan á heimin, fortelur Niklas, sum um hetta m u n d i ð a r b e i d d i sum KT-menn­ari í Keypmannahavn. So sannførdur sum hann var, gjørdi hann ikki mætari enn so enn at gera eina íløgu sum skjót­ast. Hann keypti Bitcoins fyri góð­ar 1000 dollarar í tveimum um­førum - seint í 2010 og fyrst í 2011. Tá var virðið á einari Bitcoin um­leið 0,77 cent, og hann fekk umleið 1400 Bitcoins fyri hetta. – 1000 dollarar vóru nógvir peng­ar fyri meg tá, og summi hildu meg vera øran. Men tað vísti seg at vera ein ótrúliga góð íløga, tí í dag liggur virðið á einari Bitcoin millum 11-12.000 dollarar. Um eg hevði goymt allar hesar Bitcoins, so hevði virðið kunnað verið 16,8 milliónir dollarar við 12.000 USD/ BTC. BITCOIN GJØRDI NIKLAS TIL RÍKMANN