hósdagur 6. august 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
5
Satsaði stórt upp á
slóðbrótandi fyritøku
Niklas bleiv so forelskaður í hug
skotinum og tøknini handan
Bitcoin, at hann seinni í 2011 tók
avgerð um at fara all-in.
– Tað var so ringt at keypa Bit
coins, og har vóru ikki ordiliga
nakrar fyritøkur innan Bitcoin
tá. Eg hugsaði, at tað kundi mann
gera betur, og at tað so mátti vera
eg sjálvur, sum setti eina tílíka
fyritøku á stovn. Tað fór eg so í
holt við.
Men Niklas helt ikki, at hann
fór at klára tað í Danmark, tí hann
roknaði við, at fyritøkan helst
fór at blíva fryst úti av banka
heiminum, sum einki álit hevði á
Bitcoin.
– Eg hugsaði “uha, hetta er
ikki nakað, sum danskir bankar,
Finanstilsynet ella danska stjórn
in yvirhøvur vilja nerta við klov
anum". Í Danmark skal mann jú
gjarna hava stóran kapital fyri at
fáa bankaloyvi.
Í staðin sá hann Sveis sum
eitt upplagt stað at útliva stóra
dreymin hjá sær í.
– Í Sveis ber til at gera eina
roynd at tjena nakrar pengar, og
tá fyritøkan veksur seg nóg stóra,
so koma myndugleikarnir við
einari harðari regulatión, sigur
hann og leggur aftrat, at Sveis er
eitt kappingarført land, eitt nú tí
skatturin er lágur, og tað er lætt
at fáa útlendska arbeiðsmegi til
landið.
Bitcoin Suisse sær
dagsins ljós
Niklas flutti til Sveis í 2011, og
hann hevði ikki nógv annað við
sær enn eina hondtasku, nøkur
klæði, eina tannbust og nøkur vill
hugskot. Í Sveis fekk hann starv
sum KT-mennari í Credit Suisse,
sum er næststørsti bankin í Sveis.
Her royndi hann at fáa bankan at
fokusera upp á Bitcoin og gagn
nýta møguleikarnar við nýggju
tøknini.
– Eg helt eina framløgu fyri
leiðsluni, men bankin hevði ongan
áhuga fyri mínum hugskoti. Tað
helt eg vera sera keðiligt, men í
døgunum aftaná søgdu fleiri av
starvsfólkunum mær, at hug
skotið ljóðaði spennandi. Tey
bóðu meg gloyma bankan og
søgdu, at tey vildu tey vera við og
stuðla hugskotinum fíggjarliga,
fortelur Niklas Nikolajsen, sum
takkaði ja til tilboðið.
Hareftir fór hann beint í
gongd við at seta nýggja fyritøku
á stovn. Hann mátti eisini punga
út sjálvur fyri at fáa alt upp at
standa og seldi tí nakrar av sínum
fyrstu Bitcoins, sum tá vóru
blivnar rættiliga nógv verdar.
Alt gekk nøkunlunda væl, og á
sumri 2013 sá fyritøkan
" B i t c o i n
Suisse" endiliga dagsins ljós. Bit
coin Suisse veitir tænastur til fólk,
sum vilja keypa, goyma, spara upp
og taka lán í krypto-valuta - serliga
í Bitcoin og Ethereum, sum eru tey
kendastu kryptogjaldoyruni.
Bitcoin Suisse telist í dag
millum heimsins størstu Bit
coin-platformar. Fyritøkan
er virðismett til fleiri
milliardir krónur
- og her er Niklas
Nikolajsen
størsti parta
eigari.
Hvat er
Bitcoin?
B
itcoin er eitt talgilt
"kryptog jaldoyra"
og ein online gjald
skipan,
sum
er
grundað á sokallaðu block
chain-tøknina. Tú kanst gjalda
við Bitcoins ymsastaðni, eins
og við vanligum gjaldoyrum.
Men í mun til gjaldoyru sum
krónur og dollarar, so er tað
ikki ein meginbanki, sum hevur
ræði á kryptogjaldoyranum.
Til ber at keypa sær Bitcoins
á netinum, og hetta er blivið
sera populert seinastu fáu
árini. Ein av orsøkunum til
stóra popularitetin er, at virðið
á Bitcoin hevur svingað sera
nógv á krypto-børsinum, har
nógv fólk hava tjent nógvar
pengar.
Bitcoin-virðið er grundað á
útboð og eftirspurning, tí er
bara ein avmarkað nøgd av Bit
coin. Tað kunnu í hægsta lagi
bara vera gjørdar 21.000.000
Bitcoins, sum er markið.
Bitcoin bleiv uppfunnið av tí
dulnevnda Satoshi Nakamoto,
og hann gav eitt serligt skriv
um Bitcoin sum "peer-to-peer"
í 2008. Í 2009 bleiv skipanin
givin út sum open-source.
Skipanin peer-to-peer merk
ir, at brúkarar kunnu gera flyt
ingar millum sín uttan eitt mill
umlið sum peningastovnar ella
meginbankar, eins og við krónu-
og dollaragjaldoyranum. Tað
er torført at greiða frá hesari
skipanini, men tað snýr seg í
stuttum um áðurnevndu block
chain-tøknina.
Skapanin av nýggjum Bit
coins og góðkenningin av
transaktiónum verður í bit
coin-systeminum handfarið
kollektivt í einum netverki av
teldum við hjálp frá krypto
grafiskum algoritmum. Hetta
ger, at Bitcoin hvørki er regul
erað ella fevnt av reglum í lóg
arverkinum í Europa.
Atfinningar hava verið
um, at Bitcoin er upplagt
gjaldoyra at brúka í kriminell
um sambondum, tí Bitcoins eru
ringar at spora. Bitcoin hevur
eisini fingið stóra mótstøðu
frá bankaheiminum, har
nógv hava mett framtíðina
hjá kryptogjaldoyranum
sum
dapra.
Eisini
eru Bitcoin og onn
ur kryptogjaldoyru
blivin samanborin við
lottoseðlar. Bitcoin
er nevniliga bara eitt
av fleiri kryptogjald
oyrum, men Bitcoin
er nógv tað størsta og
kendasta higartil.
Framhald á síðu 6
Virðið á einari Bitcoin liggur pr. 6. august um 73.000,- krónur.
Hjúnini Anna-Christine Cath og Niklas
Nikolajsen. Mynd: Dávur Winther
Niklas saman við standmyndini av Kjølbro
í Klaksvík. Mynd Dávur Winther
Niklas saman við familjuni á Ólavsøku.
Hann bílegði føroysk klæðir í fjør