Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 6 – EG ERI EITT SINDUR SUM JOAKIM VON AND PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Á ðrenn Bitcoin-ævin­ týrið hjá Niklasi byrj­ aði, tók hann bussin til arbeiðis. Í dag koyr­ir hann við luksusbilum og flýg­ur javnan við privatflogfari. Ja, Niklas Nikolajsen livir av sonn­ um tað søta lívið, sum vit flestu bara kunnu ímynda okkum. Men hvussu nógv hann er góður fyri, vil hann ikki upplýsa, men tal­an er í øllum førum í milliarda­klass­ anum. Hann er stoltur av sínari succ­ ess og smæðist ikki burtur við at vísa tað. Eitt dømi um hetta er, at hann í 2017 brúkti 400 av sínum all­ ar­fyrstu Bitcoins til at keypa sær eina flotta íbúð í hugnaliga býnum Zug í Sveis og tveir luksusbilar av slagn­um Bentley. Eitt annað dømi er nýggjasta heimið hjá honum, sum eisini er í Zug. Húsið hevur torn, egna kirkju, vínkjallara og enntá fanga­kjallara. Eftir føroyskum og donskum forholdum verða hesi húsini roknað sum eitt slott. Niklas vil tó heldur kalla tað fyri “harra­garð” ella “mansion”. – Tá eg hoyrdi, at eg og konan skuldu hava tvíburðar, hugsaði eg, at vit fóru at fáa brúk fyri meira plássi, so eg keypti eitt hús við 56 kømrum. Tað skal nokk blíva gott hjá børnunum at veksa upp har, sigur hann og flennir, tí hann væl dugir at síggja, at tað er nokkso stórlátið og samstundis komiskt at hava so stórt heim. Sum Joakim von And – Eg havi sjálvandi eisini eitt skatta­kamar har heima, har eg svimji í gulli, sigur hann. Líka sum Joakim von And? – Ja, akkurát, sigur Niklas, sum hevur Onkel Joakim sum eitt slag av fyrimynd. – Hann er skrappur, harður og ein ævintýrari, men tá alt kemur til alt, so er hann góður. Tað kann gott vera, at hann hevur Anders And í stuttum snóri, men tá hann skal velja millum gott og ónt, so velur hann altíð tað rætta. Ann­ars hevði hann jú itið Gulliver Flinte­ stein. Men eg eri kanska ein glað­ ari versión av Joakim von And, flenn­ur hann. Niklas hevur eins og Onkel Joakim eisini eitt slag av eydnu­ mynt. Hann hevur sína fysisku 25 Bitcoin mynt, sum er verd umleið 300 túsund dollarar. Hesari hevur hann gingið við seinastu árini og hevur ofta víst hana fram, tá fólk hava spurt, men hann hevur hana ikki við til Føroya. – Eg kundi næstan ikki ganga nakrastaðni, uttan at nakar kom við hondunum í lummarnar fyri at síggja myntuna. So eg havi hana ikki við mær longur, sigur hann. Hevði ongantíð væntað hetta Sjálvt um Niklas livir tað søta lívið í dag, so var tað als ikki av hesari orsøk, at hann av fyrstan tíð valdi at royna seg við Bitcoin. – Eg helt, at tað var super spenn­ andi og slóðbrótandi. Eg meinti eisini, at tað fór at geva eitt posi­tivt eftirmæli. Men eg hevði ongantíð í mínum lívi forvæntað nakað líkn­andi, sigur hann og fortelur um nøkur av ivamálunum, hann hevur havt á síni ferð til tilveruna sum ríkmaður. – Tá eg sat umborð á flúgv­ar­ an­um á veg til Sveis fyrstu ferð, hugsaði eg bara, hvat ólukkan tað var, eg hevði gjørt. Og tá eg fór úr Credit Suisse og byrjaði Bitcoin Suisse, var eg eisini sera nervøsur. Tí tá hevði eg eisini ábyrgd fyri pengunum hjá teimum, sum høvdu stuðlað mær. Og tá kund­ ar­nir komu, bleiv ábyrgdin enn størri. – Eg visti eisini, at eg eri ússa­lig­ ur til at gera roknskap, og alt tað fyrisitingarliga var ein veikleiki. So eg hevði ongantíð roknað við, at tað fór at blíva til eina milliarda­ fyri­tøku. – Pengar gera teg ikki lukkuligan Eingin ivi er um, at tað er stórur munur á lívinum og tilveruni hjá Niklas áðrenn Bitcoin og aftaná Bitcoin. Men pengar eru ikki alt, veit Niklas væl. – Pengar í sær sjálvum gera teg ikki lukkuligan. Tá tú liggur á deyðastráð, hugsar tú ikki um, hvussu nógvar pengar tú hevur átt. Tá hugsar tú um tættar rela­ tión­ir sum familju og vinfólk og ting, sum hava gjørt teg stolt­an. Ting sum veruliga geva lív­in­um virði, sigur Niklas púra sann­før­ andi. – Um tú ikki trýrt mær, hygg so at teimum børnunum, sum fáa alt, tey biðja um frá foreldrunum. Eru tey glað orsakað av tí? Eg vænti ikki, sigur hann og vísir á, at tað skulu ikki nógvir pengar til, fyri at kunna hava eina lukkuliga tilveru. – Tað er einki verri enn at liva í armóð og síggja børnini hjá sær doyggja av hungri ella búgva á gøtuni. Men tað er ikki stórur Framhald frá síðu 5 Familjan hjá Niklas Nikolajsen: Vermóðir Bodil Cath, kendur danskur journalistur, konan Anne-Christine Cath Nikolajsen, Niklas Nikolajsen, Jóannes Andreasen, sum helt saman við mammu Niklas tá Niklas var smádrongur og beiggi Jóannes, Sigtór Andreasen Mynd: Dávur Winther