Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 7 – Trøini veksa ikki inn í himmalin PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO M ann skal ansa væl eftir, tá mann keyp­ir krypto­ valuta ella ger onn­ur sløg av íløg­um. Á vetri 2017 vaks kurs­urin á Bitcoin og øðrum krypto­gjald­oyrum sera høgt ógvuliga skjótt, og tá vóru tað nógv fólk, sum skor­aðu kassan. Men líka so skjótt sum virðið vaks, líka so skjótt kúvendi kurvan síðst í 2017 og fyrst í 2018, og fleiri av teim­um, sum keyptu seg inn á topp­inum, hava mist pengar, tí virðið hevur enn ikki rokkið sama tindi síðan tá. – Sum kendi bankamaðurin Bar­on Rothschild segði: “The right time to buy is when there is blood in the streets”, sigur Niklas Niko­laj­sen. – Men tað er jú kontra intui­ tivt fyri menniskju. Nógv fólk hugsa, at tá kursurin veksur og veksur, so má mann hoppa á vognin fyri at vera við. Men tað kann vera vandamikið, tí trøini veksa ikki inn í himmalin. – Tá mann sær, at kurvan næst­an er vertikal, sum hon var í des­ember 2017, tá skal mann líka hugsa seg um. Tí tá er mann ikki langt frá toppinum, sigur hann. 2018 var eitt myrkt ár hjá Bit­ coin við stórari niðurgongd. Við orð­unum hjá Baron Rothschild í bak­høvdinum valdi Niklas tá at keypa sær fleiri Bitcoins, tí hann vænt­aði, at nú mátti kurvan skjótt fara upp eftir aftur. Rætt hevði hann, tí virðið á einari Bitcoin í dag er mun­andi hægri enn í meg­in­partinum av 2018. – Eg eri glaður fyri, at eg keypti stórt inn í 2018, tí eg havi nú for­vunnið eini 300 prosent uppá tað, eg keypti inn fyri. At investera 1.000 krónur Tað ræður um at hugsa seg um, tá mann investerar. – Um eg fekk 1000 krónur, sum eg kundi keypa okkurt fyri í dag, og sum bíðaði eftir mær í framtíðini. So hevði eg koyrt ein triðing í gull, ein triðing í Bitcoin og ein triðing í onkra fasta ogn. Eg hevði so ikki keypt partabrøv. Hvussu nógvar fyri­tøkur yvirliva í 100 ár? Ein av hundraðtúsund…. Sjálvt ikki fyritøkan hjá langabba mínum Kjølbro, sigur Niklas. – Ella hevði eg skulað goymt tær 1000 krónurnar í krónum? Gjøgn­um 100 ár hevur krónan mist 99 prosent av sínum virði. So um eg hevði koyrt mínar 1000 krón­ur í 1000 krónur, so hevði ein 10 króna bíðað mær á hinari síð­ uni, og so kundi eg kanska keypt mær ein lítlan ís. – Vit hava ikki sæð toppin enn Nikl­as ivast ikki í, at fram­ tíðin sær bjørt út fyri Bitcoin, og hann roknar við, at virðið á hvørjari coin fer at veksa mun­ andi við tíðini. Hann leggur dent á, at hann við hes­um ikki vil geva búskaparliga ráð­gev­ing til nakran, men fortelur kort­ini um sína meting. – Mín persónliga meting er, at hægsti Bitcoin-prísurin nakr­ antíð liggur í framtíðini og ikki í for­tíð­ini. Sagt við øðrum orðum: teir høgu prísirnir, mann sá í 2017 verða ein dagin sæddir sum bíligir, sig­ur Niklas og greiðir nærri frá, hví hann er so sannførdur um vøkst­urin. – Tað er ein avmarkað mongd til av Bitcoin, og alsamt fleiri fólk fáa áhuga fyri tí. Men samstundis eru tað ikki so nógv, sum eiga Bit­ coins enn. Um áhugin veksur, og fleiri fólk vilja keypa, so siga tær marknaðarøkonomisku lóg­irnar, at prísurin má geva eftir, sigur hann og vísir á regluna um útboð og eftirspurning. – Eg havi tí tikið eina stóra risiko við at hava eina rúgvu av mín­um peningaognum í Bitcoin við tankanum um, at prísurin fer at veksa, sigur hann og leggur aftr­at. – Mann skal eisini hugsa um, at Bit­coin er ikki nýtt longur, og fyri hvørt ár stendur Bitcoin sterkari. Demo­kratis­ ering av pengunum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Endamálið við Bitcoin er sam­ bært Niklasi Nikolajsen ein demo­ kratisering av pengunum. Hann lýsir Bitcoin sum eitt upp­lagt alternativ til vanligu gjald­oyrini. – Bitcoin er fyri dollaran og euroina tað, sum Uber og AirBnB er fyri ávikavist taxa- og hotellvinnuna. Tað snýr seg um at geva fólkinum valdið aftur á sínum egnu pengum. Eisini um at automatisera nógv arbeiði, sum mann í dag ikki kann, tí bankarnir sita á tí. Til dømis pengaflytingar og for­valtningar. Í veruleikanum kann mann gera ting nógv bíligari, sigur hann. – Pengar hava eina ógvuliga stóra ávirkan á alt tað, vit gera. Tað er for viktigt til at vera kon­ soliderað maktmessiga í hend­ urnar hjá nøkrum fáum. Demo­ krat­iseringin av peng­un­um fer at fáa góða ávirkan fyri allan heimin. Bitcoin betur enn bankar Við at brúka Bitcoin, so brúkar mann ikki ein banka - har er eingin mill­um­maður, hvørja ferð tú gert eina flyting. Niklas Nikolajsen held­ur ikki, at bankarnir eru teir røttu at hava skil á pengunum hjá fólkinum. – Sum software-arkitektur sá eg, at Bitcoin var ein ótrú­lig loysn. Eg hevði eisini ar­beitt í banka, og visti harfrá, at bankaheimurin ikki var opti­mal­ur. Tí har fáa kundarnir ikki neyðturviliga bestu tæn­ast­una. Mann skal arbeiða hart fyri pengarnar, og onn­ur kunnu prenta og lána utt­an rent­ur. Felagsnevnarin er ineffekt­ivitetur og fat-cats við cigarum, sum í størstan mun liva av ólukkuni hjá øðrum fólki. Hetta er nakað, sum Bitcoin og Block­chain-skipanin kunnu broyta, sigur hann og leggur dent á, at hendan tilgongdin longu er í gongd. – Nú 10 ár seinni, meðan Bitcoin og Blockchain enn er nýtt, so er tað nógv sum bendir á, at eg hevði nøkunlunda rætt tá í 2010. mun­ur á at hava 1 millión euro í bankanum ella 10. Og absolut eing­in munur millum 10 og 100, sigur Nikl­as. Hann er eisini greiður yvir, at um Bitcoin missir alt sítt virði ella av onkrari orsøk verður ólógligt, so verður støðan ein onnur. – So kann eg skjótt enda við at taka bussin aftur í staðin fyri at koyra í mínum Bentley, sigur hann og umhugsar tað, hann júst hev­ur sagt eina løtu. – Tað passar kanska ikki heilt. Eg havi tikið nakrar pengar út, sig­ur Niklas, sum eisini hevur gravað nakað av gulli niður. Hann roknar tó ikki við, at Bit­ coin nakrantíð fer at missa sítt virði og sigur eisini, at tað er sera ósann­líkt, at tað verður ólógligt. Vælgerandi endamál Tá mann sum Niklas Nikolajsen eig­ur nakrar milliardir, so skuldi ligið væl fyri at punga út til ym­ iskt. Tað hevur hann eisini mang­ an gjørt, og hann fær javnan fyri­ spurn­ingar. – Ein milliard er heldur ikki so nógv. Tað er akkurát nokk til, at mann kundi bjóðað øllum í Dan­mark eina happy-meal. Nógv koma yvir til mín og siga ting sum: “Nú tú hevur verið so heppin pen­inga­liga, hvussu so við at fiksa Afrika? Tú hevur ressourcirnar til tað”. Men tað havi eg ikki heilt. Eg kundi kanska gjørt okkurt í einum lítlum býi, men ikki fyri fleiri milliónir menniskju, sigur Niklas. Hann er langt frammi í skónum við at lata pening til góð endamál. Hann hevur eitt nú verið serligur gestur í sjónvarpssendingini Dan­marks Indsamling, har pen­ing­ur verður savnaður inn til hum­an­it­erar organisatiónir. Eisini hev­ur hann nakrar aðrar ætlanir í sam­bandi við filantropi. Í Føroyum kann sigast kann sig­ast, at hann sum nakað nýtt hev­ur stuðlað Nólsoyar Pálls húsi í Klaksvík við fígging. Annars heldur hann eisini, at fyritøka hansara Bitcoin Suisse í sær sjálvum er eitt vælgerandi endamál, tí tað er við til at demo­ krat­isera pengarnar. Tey fóru av Landinum mikudagin við privatflogfari. Mynd: Dávur Winther