hósdagur 6. august 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
STEINAR PATURSSON
Í sambandi við byggingina av
Skúlanum á Fløtum, hevði Tórs
havnar kommuna gjørt av, at 2,5
milliónir krónur skuldu nýtast
til listprýðing av nýggja skúla
num, ið er 11.600 fermetrar til
støddar.
Listabólkurin hjá Tórshavnar
kommunu gjørdi av, at øll lista
fólk kundu søkja um at verða
partur av listprýðingini, og í
februar í 2018 varð lýst eftir lista
fólki.
Freistin at boða frá luttøku
var 1. mars sama ár, og 1. mei
skuldi listabólkurin hava upp
skotini í hendi. Tá freistin var av,
vóru 14 uppskot komin inn frá 18
listafólkum.
Innkomnu uppskotini vórðu
gjøgnumgingin, og listabólkurin
gjørdi av at fara víðari við upp
skotunum hjá Hansinu Iversen,
Jón Sonna Jensen og Edwardi
Fuglø. 8. august í 2018 vóru tey
trý á fundi við listabólkin, har
tey løgdu fram síni uppskot, við
gjørdu broytingar og gjørdu
kostnaðarmetingar.
Í mars mánaði í fjør vóru
listafólkini saman við Jákupi
Simonsen, formanni í listabólki
num, og øðrum og vitjaðu á skúl
anum, sum tey høvdu fingið til
uppgávu at listprýða.
Keypt út fyri
100.000 krónur
Hansina Iversen var ein teirra, ið
hevði fingið til uppgávu at list
prýða skúlan, var so smátt farin í
holt at fyrireika og leggja sær tíð
av til uppgávuna. Tað skuldi
kortini vísa seg, at tann fyrireik
ingin var til einkis, tí í oktober
mánaði í fjør fekk Hansina Iver
sen ein teldupost frá listabólki
num, sum gjørdi greitt, at hon
var ikki longur partur av teim
um, ið skuldu listprýða skúlan,
og at hon fekk 100.000 krónur
ístaðin.
– Vit hava øll trý verið bundin
at hesari verkætlanini í 2018 og í
2019, og tað skal vera liðugt í
2020. Vit hava verið í gongd, og
so brádliga í oktober í 2019 kom
ein teldupostur, sum segði, at eg
kundi fara út. Tey høvdu priori
terað eina aðra uppgávu, sum
kostaði meira, og tey høvdu ikki
ráð at hava øll trý við.
– Vit vóru samd um býtið, vit
trý, sigur Hansina Iversen um
tær 2,5 milliónirnar, ið vóru lagd
ar av til listprýðingina, men legg
ur aftrat, at tey vóru ongantíð til
nakra samráðing um tað kundi
tillagast.
Hansina Iversen ásannar, at
eingin sáttmáli er undirskrivað
ur, men vísir á eina munnliga av
talu, umframt at tíðindini um, at
tey trý vóru vald, vóru at síggja
allastaðni.
– Vit vórðu kallað inn til sam
talu hvør sær, og so varð tað líka
sum góðtikið. Tað stóð á heima
síðuni
hjá
Tórshavnar
kommunu, í tíðindaskrivi, á
portalunum og ivaleyst eisini í
bløðunum.
Keðilig viðferð
Umframt mistu inntøkuna
heldur Hansina Iversen eisini, at
tað er keðiligt, at hon ikki varð
kallað inn til fundar at fáa tíð
indini, men at hon ístaðin bert
fekk ein teldupost.
– Tað er tann ljóti framferðar
hátturin, sum er keðiligur. At tú
ikki torir at taka fólk inn, at vera
ordiligur, og at taka tað í ramasta
álvara. Hetta er mín professión.
Eg var øgiliga hørm um, at mann
ikki var so mikið at sær komin at
hitta ein andlit til andlit at siga
sum var.
– Tað er sum um, at mann
ikki hevur hugsað um, at vit
hava eitt arbeiðslív, sum skal
TÓRSHAVNAR KOM
AVTALU – TÓK LIST
Hansina Iversen, Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø vórðu tey trý, ið vórðu útvald
at listprýða nýggja Skúlan á Fløtum. Hóast Hansina Iversen var farin í gongd við
uppgávuna, fekk hon seinni at vita frá listabólkinum, at tørvur var ikki á hennara
listprýði kortini, tí hini bæði listauppskotini gjørdust so kostnaðarmikil, at har var ikki
nokk til hennara. – Pengarnir passaðu ikki til, sigur formaðurin í listabólkinum
Edward Fuglø, Jákup Simonsen, Ragnar Zachariassen, Hansina Iversen, Birita Wardum, Jón Sonni Jensen og Regin Marnersson
Brádliga í oktober í 2019
kom ein teldupostur, sum
segði, at eg kundi fara út«