Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 9 MMUNA BREYT TAUPPGÁVU AFTUR leggjast til rætt­is. Eg rokni ikki við, at ein ark­i­tektur ella ein entr­e­pren­e­ur­ur hevði funnið seg í hesari við­ferð­ini, sigur Hansina Iversen, sum kortini ger greitt, at hon varð boðin til fundar eina ferð seinni, eftir at hon hevði fingið teldu­postin. Og tað er nógv orka, ið er løgd í verkætlanina, sigur Hansina Iv­ ersen. – Mann hevur verið í gongd, gjørt uppskot, gingið har úti og lagt ætlanir, hugsað um, hvussu tað skal síggja út og so framvegis. Eg havi ikki havt nakran sum helst illgruna um, at eg ikki skuldi gera tað. Eg havi roynt at til­lagað meg, og tá onkur støð á skúl­a­num ikki kundu nýtast, so havi eg funnið okkurt annað. Har eru nógv støð í skúlanum. – Eg havi lagt hetta árið til rætt­is eftir, at eg skal vera úti á skúl­a­num í fýra mánaðir og mála. Eg havi sagt nei til aðrar av­talur og framsýningar, tí eg visti, at hesir mánaðirnir vóru upp­tiknir av hesari uppgávuni. Játtanin helt ikki Jákup Simonsen, formaður í lista­bólkinum hjá Tórshavnar komm­unu, váttar, at Hansina Iv­ ersen var ein av teimum trimum, men at hon seinni varð vald frá. – Tað stutta av tí langa er, at peng­ar­nir passaðu ikki til, sigur Ják­up Simonsen og ger greitt, at tað var ein bundin upphædd, ið lista­bólkurin hevði at arbeiða við, og tá uppskotini komu inn aft­ur frá teimum trimum lista­ fólk­u­num, so gjørdist tað ov dýrt, um øll trý uppskotini skuldu gerast. – Vit vórðu noydd at halda okkum innan ta játtan, sum var, og tí valdu vit at halda fram við hin­um báðum, sigur Jákup Sim­ onsen, sum eisini ger greitt, at 500.000 krónur vórðu tiknar av sam­laðu upphæddini til lista­ fólk­ini. Tann peningurin mátti brúk­ast til verkfrøðingar og ark­ i­tekt­ar, tí at okkurt av hinum lista­upp­skotunum vóru so mikið sam­an­sett, at neyðugt var verkfrøðiligari ráðgeving. Samstundis leggur Jákup Sim­onsen aftrat, at ein av or­søk­ u­num til, at uppskotið hjá Han­ sinu Iversen varð valt frá, var, at tað uppskotið kundi gerast seinni í allari tilgongdini, meðan hini bæði uppskotini vórðu rætt­ iliga tengt at byggjarínum sjálv­ um. Jákup Simonsen ger greitt, at tað er neyðugt at skilja málið sum eina langa tilgongd, sum menn­ist og broytist so hvørt. – Tað er ikki so, at tú kanst fara í gongd beinanvegin. Tíðir út­vikl­ast, tú kemur við einum skits­u­uppskoti, sum tú skalt ar­ beiða víðari við. Tað er ein pro­ sess, sum tú skalt ígjøgnum, sig­ ur Jákup Simonsen. Tá spurdur um mann­a­gong­d­ ir­nar eru nóg góðar, tá tað vísir seg, at uppgávur, ið listafólk fáa bjóð­að, verða tiknar aftur, svarar Ják­up Simonsen, at fíggj­ar­stýr­ in­g­in kundi verið betri. – Tað er tað, at mann skuldi kanska strammað upp við fíggj­ ar­stýr­ingini beinanveg. Har skuldi mann verið meira aktivur bein­an­vegin. Men nú vísir tað seg, at okkurt av list­a­upp­skot­u­ num gjørdust nógv dýrari. Alt varð fyrst býtt í trý, og tað er har, at listafólkini skuldu verið frammi beinanveg. So hevði tú eina upphædd, og so høvdu tey býtt tað í trý. Men vóru tey ikki komin á­samt um tað býtið? – Men tað heldur ikki. Vit hava ikki gjørt tað fyri stuttleikar at taka ein burturúr. Tað, sum varð valt, fevndi um allar teir peng­arnar, sum vit hava, og so máttu vit taka onkran úr, sigur Ják­up Simonsen, formaður í lista­bólk­inum hjá Tórshavnar kommunu, og ger greitt, at talan var um eina fakliga meting, um hvat fór at hóska seg best til bygn­ingin. Sum skilst eru bæði Myndlist og Listasamband Føroya komin upp í málið. Sum avleiðing av støðuni við fígg­i­ngini av listprýðingini á Skúl­a­num á Fløtum, hevur um­boðið fyri Listasavnið tikið seg úr listabólkinum hjá Tórshavnar komm­unu. Karina Lykke Grand, stjóri á Lista­savninum, greiðir frá, at um­boðið frá Listasavninum er við sum listafakligur mynd­u­g­leiki, og hevur sostatt einki við fíggj­ar­liga partin at gera. Men tá tað gjørdist greitt, at pen­ing­urin fór ikki at røkka til allar partar, gjørdi Lista­savnið list­a­bólk­i­num greitt, at lista­bólk­urin hevði í grund­ini tríggjar val­møg­u­ leikar. Fyrsti møguleikin var at finna pen­ing til øll listaverkini í saml­aðu játtanini til skúla­ bygn­ing­in, ann­ar møguleiki var at fáa meira pen­ing frá komm­ununi, og triði møgu­ leik­in var at søkja um stuðul utt­an­í­frá, so sum frá lista­ grun­num. Tá tað gjørdist list­ a­savninum greitt, at lista­bólk­ ur­in ætl­aði ikki at gera nakað fyri at fáa neyðugu pengarnar til vega, tók umboðið hjá list­a­ savn­i­num seg úr list­a­bólk­i­ num. Listasavnið tók seg úr ­listabólkinum Eg rokni ikki við, at ein ark­i­tektur ella ein entre­ pre­neu­r­ur hevði funnið seg í hesari við­ferðini« Tað stutta av tí langa er, at pengarnir passaðu ikki til« Hansina Iversen, listarkvinna, harmast um framferðarháttin, at hon ikki varð kallað til fundar at fáa boðini