Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 10 – Tá ið tú situr og skrivar, hugsar tú ikki um virðislønir ella viðurkenning, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, sum er í uppskoti til norðurlendska heiðursløn. Nú skrivar hann bæði stuttsøgur og nýggja skaldsøgu, sum skulu útgevast næstu árini. EYÐUN KLAKSTEIN N ógv rósta og virðislønta skaldsøgan »Ikki fyrr enn tá« eftir Oddfríð Marna Rasmussen er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár, og nú er bókin eisini útkomin á donskum máli. »Ikki fyrr enn tá« vann skald­ søgukappingina, sum Bókhandl­ ara­felagið og forlagið Sprotin skipaðu fyri í 2017, bókin kom út í 2018, og í fjør varð bókin heiðrað við Bókamentavirðisløn M. A. Jacobsens. Nú hevur til­nevn­ing­ in til norðurlendska heið­urs­løn skapt áhuga fyri bókini utt­an­ lands. Hugin Eide hevur týtt bókina til danskt mál, og forlagið Torgard hevur útgivið bókina við heitinum «Først når...«. – Tað er bæði stuttligt og løgið at lesa seg sjálvan á einum øðrum máli – og vita, hvat tey fáa burtur úr bókini, tá ið tey týða hana, sigur Oddfríður Marni Rasmussen. Ovfarin av móttøku 51 ára gamli heimasandsmaðurin útgav fyrsta yrkingasavnið í 1994, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur serliga verið kendur sum yrkjari. »Ikki fyrr enn tá« er fyrsta og einasta skaldsøgan, hann hevur skrivað. Og tað var vorðið sum byrjan, tí bókin fekk sera góð ummæli og er heiðrað. »Ikki fyrr enn tá« er hug­vekj­ andi og skakandi søga um Janus og Elsu. Tey búgva í íbúð undir Konga­varða á Argjum, og júst sum vit koma inn í søguna, er Elsa farin at bera seg øðrvísi og und­ar­liga at. Tað gerst greitt, at hon hevur ein illkynjaðan knykil í heilanum, og heilsustøðan versn­ ar alsamt, til tey fáa greiðu boðini frá læknanum um, at einki er at gera við sjúkuna – nú bíðar bara deyð­in. Vit fáa eitt avdúkandi og eir­ inda­leyst innlit í sjúkra­gongdina hjá Elsu fram ímóti tí endaliga. Janus, sum er rithøvundur og viðhvørt arbeiðir í bókahandli, gerst alt meira mótleysur og ør­ kyml­aður um støðuna, men hann stuðl­ar Elsu í hvørjum lítlum feti fram móti deyðanum. Um beinini á teim­um gongur hundurin við navn­inum Hundur, og tey trý stríð­ast ein vónleysan bardaga ímóti troystarloysinum – og deyð­ an­um. – Hóast eg einaferð havi sagt, at besta kenningin er viður­kenn­ ingin, so skrivi eg ikki fyri at fáa við­ur­kenning, og eg hevði als ikki væntað, at bókin fór at fáa so góða móttøku. Men tað er gott at fáa góð skoðsmál. Tað, sum eg havi verið fegnast um, eru brøv, sum eg havi fingið frá fólki við krabba­meini og avvarðandi til krabba­sjúk. Eg havi helst rakt ein veru­leika­kendan tóna. Eg kendi ein væl, sum fekk heilasvull og doyði, og eg fylgdi honum – eisini sein­astu tíðina, so eitt sindur av veru­ligum upplivingum havi eg brúkt í bókini, sigur Oddfríður Marni Rasmussen. Hugsi ikki um virðislønir »Ikki fyrr enn tá« hevur fingið nógv rósandi orð frá um­mæl­ar­ um. Sterka søgan hevði ávirk­an AT SKRIVA E SUM AT AND