Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 11 á lesararnar, og tað var alt annað enn óvæntað, at bókin í ár varð før­oyska upp­skotið til Bók­menta­ virðis­løn Norður­landa­ráðsins. »Tað er ikki nógv poetiskt við ein­um heilasvulli. Myndaføgru lýs­ing­arnar í skaldsøguni um Jan­us, sum fylgir vónleysu sjúku­ gongd­ini hjá konuni, eru bæði ráar og yndisligar,« stendur millum annað at lesa í grundgevingini fyri, at bókin er í uppskoti til norð­ ur­lendsku heiðurslønina. »Oddfríður Marni Ramussen skriv­ar framúr væl. Málið er neyvt, fjølbroytt og stundum hvast uttan at gera ov nógv av,« skriv­aði Sosialurin millum annað í um­mæli. – Tá ið tú situr og skrivar, hugs­ar tú ikki um virðislønir ella viðurkenning. Tú livir mitt í eini aðrari verð, tú skalt hava per­són­ arnar við tær, og teir liva í høvd­ inum á tær í trý-fýra ár ella meir, sig­ur Oddfríður Marni Ras­mus­ sen. At ein skaldsøgukapping varð fyrsta høvið at skriva eina skald­ søgu var eitt sindur av tilvild. – Eg var byrjaður at skriva bók­ ina, áðrenn kappingin varð út­ skrivað, men kappingin gjørdist so eitt høvi at fáa hana lidna. Eg ivaðist í, um eg skuldi senda bókina inn, men tíggju minuttir í freistina, lat eg hana inn. Eg vildi bara royna tað og hugsaði, at eg kundi arbeiða víðari við henni kortini. Handritið var eis­ini viðgjørt nakað, eftir at eg hevði vunnið kappingina, sigur Odd­ fríð­ur Marni Rasmussen. – Eftir tilnevningina til norð­ ur­lendsku heiðurslønina, havi eg fingið nógvar fyrispurningar úr ym­sum londum, og bókin verður nú týdd til nýnorskt. Tað er ikki minni hugaligt at skriva nýtt tilfar, tá ið áhugin fyri mínum bókum er stór­ur. Lesaraskarin verður størri, og eg skrivi til fólk at lesa. Oddfríður Marni Rasmussen hev­ur skrivað nýtt tilfar, síðani »Ikki fyrr enn nú« kom út. – At skriva er sum at anda, eg sleppi ikki undan tí. Nú siti eg við ein­um stuttsøgusavni, sum skal verða liðugt í heyst, og eg havi mest sum skrivað eina skaldsøgu lidna, og hon skal útgevast næsta ár sigur hann. Dagfinn á odda fyri nýggjan bólk Rocksangarin úr Funningsfirði er nú sangari í nýggjum bólki í Danmark EYÐUN KLAKSTEIN R ocksangarin Dagfinn Joensen, sum í 10 ár var sangari í kenda danska bólkinum FATE, er nú á odda fyri nýggjan bólk, ið kallast Bloody Dice. Bólkurin spælir harðan rock við einum ráka av blues. Fyrsta staklagið verður útgivið mánadagin. Dagfinn Joensen hevur seinnu árini búleikast í Danmark, og har hevur hann verið virkin tónleikari. Hann var frá 2009 og fram til í fjør sangari í bólkinum FATE, sum upprunaliga var frammi í 80’unum, men fór at spæla aftur eftir langan steðg. Dagfinn var við á tveimum útgávum hjá FATEog nógvum konsertframførslum. Nú snýr tað seg um bólkin Bloody Dice, har tónleikararnir eru tveir danskarar og ein breti, sum er búsitandi í Danmark. Nickie Jensen spælir gittar, Stuart O’Neill spælir bass, og Peter Larsen spælir trummur. Seinasta árið hevur bólkurin vant og skrivað tónleik saman, og hevði tað ikki verið fyri koronusmittuna, hevði bólkurin havt tikið fyrsta veruliga stigið inn á tónleikapallin í Danmark. Fyrsti sløkum trimum mánaðum síðai hevði Bloody Dice ein stroymda konsert, sum varð upptikin í Sweet Silence Studio hjá kenda tónleikaframleiðaranum Flemming Rasmussen, ið er kendur fyri at hava arbeitt saman við eitt nú Metallica. Konsertin kann framvegis síggjast á YouTube. Mánadagin kemur fyrsti sangurin hjá Bloody Dice út, og sangurin hevur sama heiti sum bólkurin. Sangurin kann keypast á iTunes og stroymast á Spotify og øðrum stroymingartænastum. Oddfríður Marni Rasmussen er í uppskoti til norðurlendska bókmentaheiðursløn fyri bókina »Ikki fyrr enn tá«, sum nú er útgivin á donskum máli Mynd: Álvur Haraldsen ER DA