Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 12 Sjálvt um løgmaður legði fleiri ætlanir fram í ólavsøkurøðu síni, so tykist áralagið hjá samgonguni ikki at vera so gott, at ætlanirnar kunnu fremjast ÁRNI GREGERSEN A t andstøðan ikki tek­ur undir við øllum teim­ um ætlanum, sum løg­ maður nevndi í sín­ari fyrstu ólavsøkurøðu, kemur ikki óvart á, men at ósemjan inn­an­hýs­ is í samgonguni er so stór, undrar eitt sindur. Samgongan hevur sitið við vald­inum síðani 16.september í fjør. Arbeiðið hjá hesi samgonguni hevur tó ikki verið vanligt sam­ anborið við hjá øðrum sam­gong­ um, tí í mars var landið rakt av kor­onu­smittuni og tað broytti ger­andis­dagin. Løgtingsarbeiðið lá meira ella minni í dvala í einar tveir mánaðir, so nógv mál, sum annars høvdu fingið viðgerð í vár, vóru útsett og verða tí løgd framaftur nú í ólavsøku­tingsetuni. - Kanska fara broytingar og betr­ingar ikki at ganga so skjótt, sum ynskiligt. Kanska kunnu vit ikki seta so nógvar pengar av, sum vit høvdu ætlað okkum. Og kanska verða ikki øll ynski mót­ veg­is tí almenna gingin á møti, segði løgmaður á ólavsøku. Broytingar henda Hóast bakkastið av korona, so nevndi løgmaður í røðu síni fleiri mál, sum samgongan ætlar sær at loysa. Løgmaður segði, at tað er ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg og harvið meinti hann, at landið eigur at sleppa sær burt­ ur úr fleiri av partafeløgum, sum landið er partur av. Undir viðgerðini av røðuni vísti tað seg skjótt at vera semja um – bæði í samgongu og andstøðu – at Atlantsflog skal ikki einskiljast. Tað er roynt fyrr uttan at eydn­ ast serlgia væl. Tann triðing­ur­in sum var einskildur, noyddist landið at keypa aftur. Nú er semja um, at flogleiðin úr Føroyum eigur at vera á al­ mennum hondum og at flogfelagið ikki skal einskiljast. Undir orðaskiftinum var Før­ oya Tele eisini nevnt, sum eitt al­ment partafelag, sum kann ein­ skilj­ast. Men hesin var Johan Dahl, ting­maður fyri Sam­bands­flokk­ in, ikki samdur í. Hann helt, at telesamskifti er ein so tídn­ing­ar­ mikil partur av undir­støðu­kerv­in­ um, at tað eigur framvegis á vera á almennum hondum. - Telesamskifti hevur og fer at hava stóran týdning fyri sam­fel­ agið – ja, kanska eins stóran týdn­ ing, sum flogferðslan til útheimin hevur, segði Johan Dahl. Hann helt, at samgongan held­ ur eigur at hyggja at øðr­um ognar­ lutum í privatum parta­feløg­um og vísti á, at tað helst er skilabetri til dømis at selja partabrøvini í Smyril Line, sum tað almenna eigur. Sum so mangan fyrr, so var al­ menni ognarluturin í Bank Nordik nevndur og fleiri hildu, at rættast var, at tað almenna slappa sær av við hesi partabrøvini. Bank Nordik er eitt børs­skrá­ sett felag, har prísurin á parta­ brøv­unum verður ásettur. Landsstýrismaðurin við fíggj­ armálum, Jørgen Niclasen, segði við Dag og Viku, at skal ogn­ar­ luturin í bnankanum, sum er 34 pro­sent, seljast, so skal lands­ kassin í minsta lagi fáa 300 millj­ ónir fyri partabrøvini. - Hendir tað ikki, verður bank­in ikki seldur, segði lands­stýris­mað­ urin. Gongd í haga Eftir at ferðavinnan av álvara tók seg upp í Føroyum, hevur spurn­ ingurin um gongd í haga verið kjakevni á hvørjum ári. Stríð er millum teirra sum um­ sita ella eiga jørðina og so tey sum brúka hana. Serliga harm­ast jarð­ eigararnir um, at ferða­skriv­stovur í Føroyum og utt­anlands leggja ORÐASKIFTIÐ UM RØÐUNA AVDÚKA INNANHÝSIS ÓSE Eftir at hava verið til ólavsøkugudstænastu eru tingfólk klár til nýggju tingsetuna