hósdagur 6. august 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
13
túrar til rættis í haga, uttan at
eigarin ella umsitarin fær nakað
afturfyri.
Peningurin, sum ferðafólkini
gjalda, fer til teirra, sum skipa fyri
ferðunum.
Løgmaður var inni á spurning
Aksel V. Johannesen, formaður
í Javnaðarflokkinum
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur,
landsstýriskvinna við
almannamálum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
M ÓLAVSØKU
AR
EMJUR
Heilsukreppan
rakti føroyska
búskapin
rætuliga hart
og ger tað
framvegis, hóast
tey flestu eru
sloppin aftur til
arbeiðis. Hóast
korona ikki
hevur beinleiðis
ávirkan á
gongdina í
Føroyum nú, so
er ein ótti fyri, at
teir marknaðir,
sum keypa
føroyskan fisk
og laks ikki fara
at orka at gjalda
somu prísir, sum
marknaðirnir
hava gjørt
seinnu árini.
inum í ólavsøkurøðuni og lands
stýrismaðurin við vinnumálum,
Helgi Abrahamsen, hevur sent eitt
uppskot til hoyringar, sum gevur
øllum frítt at ganga í haganum.
Undir orðaskiftinum í ting
inum fyrr í vikuni, royndu fleiri
andstøðufólk at spyrja um semja
var um uppskotið í samgonguni.
Formaðurin í tingbólkinum
hjá Sambandsflokkinum, Magnus
Rasmussen, svaraði, at hann hevði
onga viðmerking til uppskotið, tí
hann als ikki hevur sæð uppskotið,
sum landsstýrismaðurin hevur
sent til hoyringar.
Kommunurnar
Tá ið ólavsøkurøða løgmans verður
viðgjørd gevur tað tingfólkuym
høvi at seta politiskar tankar og
uppskot fram.
Undir viðgerðini í ár, var fram
søgumaður Fólkafloksins, Christi
an Andreassen, frammi við tank
um um, at kommunurnar eiga at
leggjast saman í størri eindir.
Hann helt eisini, at kommunur
nar eiga at fáa størri mál at umsita
og nevndi í tí samband skúlamál.
- Hetta hevði gjørt at miðfyrisit
ingin hevði minkað og arbeið bleiv
flutt út til størru kommunurnar,
segði Christian Andreassen.
Hann nevndi eisini, at vilja
kommunurnar ikki sjálvar leggja
saman, so eigur Løgtingið at gera
hetta við lóg.
Men hetta var afturvíst. Løg
maður segði í viðtalu, at hetta er
ikki við í ætlanunum.
- Hetta var roynt í 2012 við ein
ari fólkaatkvøðu, men tað vísti
seg, at stór mótstøða er ímóti
kommunusamanlegging við lóg,
segði hann.
Bústaðarpolitikkur
Íbúðarneyðin seinastu árini fær
nógva umrøðu á tingi og ikki
minst hvør uppgávan hjá almenna
bústaðarfelagnum, Bústaðir, er.
Bæði løgmaður og heilsumála
ráðið hava boðað frá, at ætlanin er
at veita Bústøðum eina heimild at
læna 400 milljónir.
Helvtin skal brúkast til íbúðir
– ávikavist í Havn og kring landið
– og hin helvtin skal brúkast til
almannagagnlig endamál – herundir
at byggja nýtt barnaheim fyri.
Andstøðan heldur, at hetta á
ein hátt er at broyta endamálið
hjá Bústøðum og formaðurin í
Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jo
hannesen segði, at hetta er ein
máti at gera íløgur, sum ikki síggj
ast aftur á fíggjarlógini – og tað
heldur hann ikki er rætt.
Løgmaður sigur, at hetta er
sama skipan, sum annars er gald
andi. Almennir stovnar leiga seg
inn ymsastaðni og avleiðingin fyri
almennu kassarnar er, at stovnar
nir gjalda leigu fyri tað sum tey
brúka.
- Hetta er sama prinsipp, sum
hevur verið brúkt, so hví ikki lat
Bústaðir byggja bygningarnar,
spyr Bárður á Steig Nielsen.
Landsstýriskvinnan við al
mannamálum, Elsebeth Mercedes
Gunnleygsdóttur, heldur, at hetta
er ein góður møguleiki.
Sjálv ivast hon meira í, um tað
er rætt at byggja ein stóran stovn,
heldur enn fleiri barnaverndar
stovur, sum hon nevnir tað.
Umframt alt annað, so er eis
ini orðaskifti um tunnlar. Lands
stýrismaðurin, sum umsitur sam
ferðslu, Jørgen Niclasen, sigur, at
ein raðfesting í útbyggingini av
samferðsluni er í gerð og verður
helst almenn í seeptember.
Politiskar avbjóðingar
Alt bendir á, at politisku avbjóð
ingarnar hjá samgonguni verða
rættuliga stórar í heyst.
Løgmaður segði í ólavsøkurøð
uni, at øll fara ikki at fáa alt, sum
tey peika á.
Fleiri orsøkir eru til tess. Fyrst
og fremst koronasmittan, sum
rakti okkum hart í vár og so tykist
raka aftur nú.
Heilsukreppan rakti føroyska
búskapin rætuliga hart og ger
tað framvegis, hóast tey flestu eru
sloppin aftur til arbeiðis. Hóast
korona ikki hevur beinleiðis
ávirkan á gongdina í Føroyum nú,
so er ein ótti fyri, at teir marknaðir,
sum keypa føroyskan fisk og laks
ikki fara at orka at gjalda somu
prísir, sum marknaðirnir hava
gjørt seinnu árini.
Tøl frá okkara grannalondum
vísa, at bruttotjóðarúrtøkan er
minkað rættuliga nógv, meðan
korona hevur herjað og tí er onki
at ivast í, at tað sama er hent í Før
oyum.
Ein annar partur av avbjóð
ingunum er, at hetta landsstýrið
ætlar sær at minka um almenna
sektorin. Løgmaður nevndi tað í
røðu síni, men eisini landsstýris
maðurin við fíggjarmálum hevur
nevnt, at tað verður torført at gera
fíggjarlóg fyri 2021.
At varðveita vælferðartæn
asturnar og samstundis útbyggja
samfelagið, kann gerast ein upp
gáva, sum ger, at buksirnar ikki
halda.