Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 14 Soleiðis kom motorurin til Norðborg heim úr New York - Vit eru fegnir um, at vit kunnu gera mun, soleiðis at Norðborg og manningin helst koma í vinnu aftur skjótari, enn menn høvdu væntað, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ. VILMUND JACOBSEN T að eydnaðist KJ á Kambs­dali at finna verk­smiðjutrolaranum Norð­borg í Klaksvík ein nýggjan blokk, tá motorurin fór. Tá veitarin á Kambsdali frætti, at blokkur og krumptappur á skipinum vóru farin, og at skipið møguliga kom at liggja í nógvar mánaðir, fór KJ í gongd fyri at vita, hvat tey kundu gera. - Ein nýggjur blokkur fanst ikki hjá framleiðaranum, og tí fóru vit at leita. Við tað, at vit eitt nú levera motorar og gearlutir til ís­lendsku uppsjóvarskipini, hava vit upparbeitt okkum eitt gott netverk. Skjótt gjørdist greitt, at ein nýggjur og óbrúktur motorur stóð tætt við Frælsisgudinnuna í New York. Jóannes Mørkøre hjá KJ greið­ ir frá, at Magnus Joensen, sum er føroyingur og starvast hjá Blue Water í Íslandi, samskipaði flutn­ ingin til Føroya, og sølumaðurin hjá KJ ásannar, at tað var ein rætti­lig avbjóðing at fáa blokkin koyrdan ígjøgnum New York. - Blokkur, krumptappur og botn­kar viga eini 30 tons. Fyrst var ættlanin at fáa blokkin til Hali­fax, men korona-farsóttin og ófriðurin í New York um hetta mundið góvu okkum trupulleikar við koyriloyvinum gjøgnum gøt­ ur­nar í stórbýnum til ætlaðu tíð­ ina. Hann sigur, at hetta endaði við, at blokkurin varð koyrdur við "politiescorti" til terminalin hjá Eimskipum í Portlandi, og í Port­landi vóru júst tá harðir sam­ an­brestir millum løgreglu og mót­ mælis­fólk. - Vandi var fyri, at býurin bleiv lukkaður niður. Men, tíbetur kom blokkurin umborð í farmaskipið hjá Eimskipum til Reykjavíkar í øllum góðum. Síðan varð hann um­lastaður í annað skip, sum sigl­ ir millum Reykjavík og Føroy­ar, sig­ur Jóannes Mørkøre. Fyri einari viku síðan kom blokk­urin so í land í Havn. Tað var fyri­tøkan hjá Hans Egili Joensen & Syn­um á Eiði, sum koyrdi blokkin til Norðurhavnina, har Norðborg liggur. - Takkað verið sera tolnum bilførarum, sum vóru á leiðini, gekk tungi flutningurin sera væl, sigur sølumaðurin hjá KJ. - Vit hjá KJ eru fegnir um, at vit kundu gera mun, soleiðis at Norðborg og manning helst kunnu koma í vinnu aftur skjót­ari, enn menn annars høvdu væntað. Hetta hevur verið ein sera spenn­ andi veiting, ásannar Jó­ann­es Mørk­øre, sum leggur aftrat, at tøkk­in eisini fer til Faroe Ship í Før­oy­um, sum eigur sín leiklut í, at mot­orurin nú er komin upp á pláss í Norðurhavnini.