hósdagur 6. august 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
15
Eftir fleiri mánað
ir uttan koronu
smittu er hon nú
aftur av álvara í
landinum
ÁRNI GREGERSEN
Nú ólav søkan fór aftur um bak
uttan, at vit hildu øll tilmælini
frá myndugleikunum, óttaðust
fakfólk, at koronasmittan fór at
taka seg uppaftur.
Tað gjørdi hon so fyrr í vikuni,
tá ið fyrst tveir tilburðir vóru
staðfestir, sóðani 14 og so á leið
30 í gjár.
– Haldi vit kunnu siga, at
smittan er blussað uppaftur, sig
ur Bjarni á Steig, yvirlækni, sum
eisini er ráðgevii hjá heilsuverki
num.
Hann vísir tó samstundis á, at
vit ongantíð fyrr hava gjørt so
nógvar kanningar og tað kann
gera, at smittutølini eru so høg.
Tilsamans vóru 1600 royndir
gjørdar mikudagin. Tað er nógv
tað hægsta talið av royndum,
sum higartil eru gjørdar. Hægsta
talið av smittaðum er annars frá
16. mars, tá ið 19 smittutilburðir
vóru staðfestir.
Fylg tilmælunum
Løgmaðuur hevur havt fyrsta
tíðindafundin, síðani smitan aft
ur fór at gera um seg. Fyrst og
fremst mælti hann okkum til at
halda tilmælini frá myndugleik
unum um reinføri og frástøðu.
Hann mælti eisini skeinki
støðunum til at steingja og segði,
at FSF hevur tikið avgerð um, at
fótbóltsdystir verða spældir utt
an áskoðarar.
Løgmaður mælti okkum eis
ini til at hugsa okkum væl um, til
dømis tá ið vit fara til handils.
– Vit royna at sleppa undan at
steingja landið aftur, men vit
fylgja sjálvandi støðuni neyvt,
sigur hann.
Skeinkistøðini hava longu
boðað frá, at tey ikki fara at lata
aftur, bert eftir einari áheitan
frá løgmanni.
Landsstýrismaðurin
við
vinnumálum, Helgi Abrahamsen,
hevur heimild at lata skeinki
støðini aftur um støðan krevur
tað.
– Men tað fari eg ikki at gera.
Vit fylgja sjálvandi støðiuni, men
eg beit ikki at siga nú, hvat skal
til fyri at eg fari at brúka heim
ildina at steingja skeinkistøðini,
sigur Helgi Abrahamsen.
Ikki imponeraður
Serlæknin í umfarssjúkum, Sha
hin Gaini er ikki imponeraður
av, hvussu handfaringin av kor
onausmittuni hevur verið í Før
oyum.
Hann sigur seg rokna við, at
hann kennir orsøkina til, at so
nógv eru smittað nú:
– Kombinatiónin av at okkara
politikkarar ikki ynsktu eitt
turistfrítt ár 2020 (tvs. sóttarhald
14 dagar fyri øll ferðandi til
Føroyar) og tað, at man hevur
loyvt "Super Spreader Events"
(náttarlív, konsertir, festivalar,
ítrottaráskóðarar og m.a. ólav
søkan) eru sannlíkar orsøkir til,
at vit nu hava eina aðru bylgju
COVID-19 í Føroyum.
Hetta skrivaði hann á sínum
facebookvanga í gjár, tá 14 nýggir
tilburðir vórðu staðfestir. Hann
leggur afturat, at 14 tilburðir
svara til einar 1400 tilburðir í
Danmark.
Pál Weihe, professari, sigur, at
vit beint nú eru í eini bíðistøðu,
tí vit ikki vita hvussu útbreidd
smittan er í Føroyum. Tí eiga vit
at vera sera ansin.
– Tað merkir, at vit eiga at av
lýsa veitslur, og vit eiga ikki at
fara til stór ítróttartiltøk, har vit
sita tætt. Tá vit fara til handils,
eiga vit at vera varsom, og vit
eiga at ganga við munnbindi, tá
vit ferðast í bussum og skipum,
sigur Pál Weihe.
Hann vónar, at vit aftaná
næstu viku síggja, um tað ber til
at lokalisera smittuna, ella um
hon er spjadd um alt samfelagið.
– Vit eru í einari bíðistøðu og
mugu uppgeva tað sosiala lívið.
Hendan fasan kemur at taka
hesa vikuna og næstu. Tá vita
vit, hvar vit flóta. Men vit vita
ikki, hvar vit eru beint nú, og tí
mugu vit vera sera varsom, sigur
Pál Weihe.
Hetta er galdandi í okkara
privata lívi og í okkara arbeiðs
lívi, leggur professarin afturat.
STØRSTA SMITTUTALIÐ
Í EINUM SAMDØGRI
Bárður Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum, sum landsstýrið hevði boðið fjølmiðlunum til mikudagin