Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 16 Kronikk Hans Andrias Sølvará Professari og dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini Fróðskaparsetur Føroya – altjóða gransking við føroyskum kjølfesti E itt lítið samfelag, sum vil menna síni mentanarligu sereyðkenni og sínar fyri­munir í kappingini við onnur samfeløg um fólk og førleikar, noyðist at leggja seg eftir at gagnnýta og menna gransk­ing og undirvísing á altjóða stigi, men tað er eisini um­ráð­ andi, at hetta verður gjørt við støði í lokalum treytum. Akk­urát í hesum sambandi hava Fróð­ skap­arsetrið og aðrir før­oyskir gransk­ingarstovnar ein avgerandi leik­lut. Fróðskaparsetrið og føroyskt vísindamál Tá Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn í 1965 var eitt høvuðs­endamál at menna før­ oyskt vísindamál um­framt at skapa eitt føroyskt gransk­ing­ar­ umhvørvi. Tá høvdu tey fólk, sum løgdu lunnarnar undir Før­oya Fróðskaparfelag og síðan Fróð­ skaparsetrið givið út føroyska vísindaritið Fróðskaparrit síðan 1952. Føroyskt vísindamál hevur frá byrjan verið eitt endamál við Fróðskaparsetrinum, meðan útbúgving so við og við er vorðið ein størri partur av virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum. Í dag er Fróðskaparsetrið væl ávegis at gerast eitt altjóða universitet við undirvísing og gransking, har enskt mál eisini er vorðið ein týðandi táttur. Altjóðagerð og samfelagsmenning Hendan altjóðagerð er ein neyðug og mennandi gongd, sum er at síggja allastaðni, ikki bert í Føroyum. Tað er umráðandi, at vit ikki síggja altjóðagerð og menning av føroyska samfelagnum sum mótpólar. Heldur er talan um søguligar fyritreytir fyri menning, sum í veruleikanum kunnu førast langt aftur í heimssøguna. Amerikanski professarin Jar­ed Diamond hevur víst á, at søgu­liga sæð mennast samfeløg sjálvd­an við støði í nýskapanum, sum tey sjálvi menna, men flest øll samfeløg mennast og verða meira kappingarfør við støði í nýskapanum, sum eru mentar í øðrum samfeløgum. Harav fylgir, at tað er ein fyrimunur fyri eitt Føroysk gransking og und­ irvísing á universitetsstigi, ið er granskingargrundað, skal lúka somu krøv til vísindaliga dygd, sum verða sett á øðrum uni­ versitetum