hósdagur 6. august 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
17
samfelag at hava tætt samband
við so nógv onnur samfeløg sum
møguligt. Men Diamond vísir
eisini á, at ofta eru tað tillagingar
av nýskapanum, sum eru mentar
í øðrum samfeløgum, til lokalar
fyritreytir í einum móttakandi
samfelagi, sum fáa avgerandi týdn
ing fyri nyttuvirðið á nýskapanini.
Eitt kent dømi er prentlistin, sum
varð ment í Kina í 500-talinum,
men ikki slóg ígjøgnum fyrr enn
í 1400-talinum, tá tøknin kom í
samband við evropeisk samfeløg,
har bert var neyðugt við góðum
20 bókstavum (ljóðteknum) fyri at
prenta eina bók.
Her rann eysturlendsk tøkni
og einfalt evropeisk skrivikynstur
saman og skapti eina bókmenta
liga kollvelting. Mentan, samfelag
og tøkni runnu saman og skapti
nakað, sum einki granskingarøki
einsamalt kundi skapt.
Hetta setur krøv til undirvísing
og gransking á universitetum,
sum hava ein leiklut í samfelags
menningini.
Fróðskaparsetrið -
altjóða samstarv í
føroyskum kjølfesti
Tað er tí umráðandi, at Fróð
skaparsetrið eins og føroyskir
granskingarstovnar - fyri at
fáa íblástur og tryggja góðsku
- leggja seg eftir at luttaka í al
tjóða granskingarverkætlanum,
eins og føroyskir granskarar
leggja seg eftir at fáa greinar
og bøkur útgivnar í altjóða tíð
arritum og av útlendskum for
løgum. Føroysk gransking og
undirvísing á universitetsstigi,
ið er granskingargrundað, skal
lúka somu krøv til vísindaliga
dygd, sum verða sett á øðrum
universitetum. Men tað er eisini
umráðandi, at vit hava føroyskar
granskingarstovnar, sum leggja
seg eftir at fremja gransking við
støði í føroyskum viðurskiftum
og føroyskum avbjóðingum, ið
vit ikki kunnu ganga út frá, at
útlendskir granskingarstovnar
fara at gera. Fróðskaparsetrið
eigur eisini at leggja seg eftir at
menna smidligar tvørvísindaligar
útbúgvingar og tvørvísindaliga
gransking, tí loysnirnar uppá
ávísar avbjóðingar krevja ofta
loysnir, sum spreingja karmarnar
í einstøkum vísindagreinum. Tað
er umráðandi, at Fróðskaparsetrið
leggur seg eftir at menna gransk
ing og undirvísing, sum ment
anarliga og samfelagsliga hevur
støði í føroyska samfelagnum, tí
tað kunnu vit ikki rokna við, at
útlendsk universitet fara at gera
fyri okkum.
Ein verkætlan um
Føroyar í 1800-talinum
Eitt dømi uppá eina tílíka gransk
ingarverkætlan er ein verkætlan
á Søgu- og Samfelagsdeildini um
Føroyar í 1800-talinum, sum varð
stuðlað av Granskingarráðnum.
Verkætlanin var eitt samstarv
millum fleiri fak, m.a. søgu, sam
felagsfrøði og geografi, sum setti
avgerandi samfelagsligar broyt
ingar Føroyum í 1800-talinum í
eitt nýtt ljós. Granskingarúrslitini,
sum vóru úrslit av eini saman
renning millum ríkisrættarlig,
stovnslig, politisk, búskaparlig
og sosialsøgulig viðurskifti,
vórðu løgd fram í føroyskum og
útlendskum tíðarritum eins og
greinarnar vóru skrivaðar á før
oyskum og á øðrum málum.
Eitt týðandi úrslit av verk
ætlanini var ein slóðbrótandi
ph.d. ritgerð um leiklutin hjá
amtmannsstovninum í menn
ingina av føroyskari fiskivinnu í
1800-talinum. Verkætlanin, sum
hevur skapt granskingarsambond
og -samstørv við granskarar í út
lendskum universitetum, hevur
eisini sett avgerandi spor í und
irvísingina á Søgu- og Samfelags
deildini. Harumframt hevur verk
ætlanin skapt nógvar møguleikar
fyri nýggjari gransking, og hóast
verkætlanin formliga er liðug, so
fyriliggur uppskot til eitt størri
bókaverk um týðandi broytingar
í føroyska samfelagnum í
1800-talinum.
Fleiri onnur dømi kundu verið
nevnd, men tað avgerandi er at
vísa á, at útbúgving og gransking
á altjóða stigi í føroyskum við
urskiftum er neyðug og at tey
einans kunnu fremjast við kjøl
festi í einum føroyskum gransk
ingarumhvørvi, sum er skipað
á og stuðlað av stovnum í Før
oyum. Tað er alneyðugt, at før
oyskir granskarar luttaka í al
tjóða granskingarsamstørvum
og almannakunngera gransking
í altjóða tíðarritum, men tað
er eisini umráðandi, at hendan
gransking
hevur
kjølfesti
í Føroyum og í føroyskum
viðurskiftum.
Tann gyltu millumvegurin
Tað er gott, at okkara ungdómur
leitar sær lærdóm og íblástur
á útlendskum lærustovnum,
men tað er líka umráðandi, at
útbúgva ungdóm í Føroyum
við støði í serligum føroyskum
viðurskiftum. Tað er gott, at t.d.
ein løgfrøðingur, sum virkar í
Føroyum, hevur kunnleika til
løgfrøðlig viðurskifti í øðrum
londum, men tað er kanska
meira umráðandi, at hansara
útbúgving eisini gevur honum
kunnleika til viðurskiftini í Før
oyum. Tað er alneyðugt, at ein
búskaparfrøðingur, sum vil virka
í Føroyum, hevur kunnleika til
búskaparfrøði sum so, men tað er
uppaftur betri, um hann gjøgnum
lesturin og – um hann er granskari
– granskingina hevur havt møgu
leika fyri at fáast við serlig føroysk
búskaparlig viðurskifti. o.s.fr. Tað
er gott fyri tey lesandi og tað er
gott fyri menningina av føroyska
samfelagnum. Tað er harumframt
ein fyrimunur fyri føroyskt mál,
mentan og samleika, um lesturin
og granskingin í øllum førum
lutvíst er gjøgnumførd í Føroyum
á føroyskum máli.
Fyri at taka atlit til hesar
avbjóðingarnar eru fleiri av
útbúgvingunum á Fróðskap
arsetrinum, t.d. á Søgu- og Sam
felagsdeildini, skipaðar soleiðis,
at tað er møguligt at leita sær til
útlendsk universitet at fáa serlig
an kunnleika, lærdóm og íblástur
ein part av lestrartíðini. Fróðskap
arsetrið miðar eftir, at ein størri
partur av okkara ungdómi nemur
sær hægri útbúgving í Føroyum,
uttan at góðska og íblástur utt
anífrá verða skerd.
Eydnast hetta, so vil tað eisini
hava við sær, at ein størri partur
føroyska ungdóminum verður
í Føroyum í sínum bestu árum,
umframt at eitt størri og gevandi
lestrar- og granskingarumhvørvi
mennist í Føroyum.
Tað er alneyðugt, at føroysk
ir granskarar luttaka í altjóða
granskingarsamstørvum og al
mannakunngera gransking í
altjóða tíðarritum, men tað er
eisini umráðandi, at hendan
gransking hevur kjølfesti
í Føroyum og í føroyskum
viðurskiftum