hósdagur 6. august 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
18
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
1. partur
A
ndrew var føddur í 1913. Hann
hevði nógvar royndir í okkara
sjóvinnu, eisini tí hann var
føddur inn í eitt kent reiðara
virki í Vági, A/S J.A. Godtfred, hjá pápanum
Dias á Heyggi.
Bergur, sonurin, greiðir frá, at Andrew
sum ungur var kropsliga væl fyri og
fimur. Hann dugdi væl at svimja og hevði
til frægd saman við øðrum dreingjum at
leypa á sjógv frá bummum og tvørtrøum
(ráum) á skipum, ið lógu fyri teym á
fjørðinum. Um veturin dámdi honum væl
at standa á skoytum á Vágsvatni, og hann
hevði altíð skoyturnar við sær, tá ið hann
seinni var við skipi í Aberdeen. Har var stór
innandura skoytuhøll.
Dias hevði gott samband við skotskar
sjómenn, sum komu inn á Vág millum
annað at kroka. Hetta førdi til lívslangan
vinskap.
Andrew hjálpti heilt ungur til í handl
inum hjá Magnusi Veyhe, granni og systk
inabarn mammuna, Kristinu. Har vann
hann 10-ára gamal sína fyrstu dagløn, ið
var ein króna.
Andrew greiðir frá: Pápi fór
at rógva út 9 ára gamal
Pápi mín var ættaður av Heyggi í Porkeri,
føddur í 1879. Mamma, Kristina, var av
Klovanum eisini í Porkeri.
Tá ið pápi var 9 ára gamal, fór hann at
rógva út við pápa sínum, Johan á Heyggi,
ið var bóndi og stak góður útróðrarmaður.
Pápi var í sjálvdrátti, so hann ikki sum
smádrongur skuldi taka part frá hinum.
Men tað gekk ógvulig væl hjá honum at
fáa fisk. Tá hann var 10 ára gamal, hildu
hinir menninir, at hann átti at fáa part
sum hinir, tí hann stóð einki aftanfyri teir
vaksnu at fiska.
Pápi fór til skips 14 ára gamal við
“Jeanette” og var við har í tvey ár. Seinna
árið var pápi triðjubestur at fiska. Í 1897
og 1898 var hann við “Sildberanum”, og var
hann bestur at fiska bæði árini. Tað var øll
tey árini hann var í sjálvdrátti. Hann tók
skiparaprógv í 1900.
Besta skip í Føroyum
Pápi bygdi hús í Porkeri og búði har til 1909,
men tá hann fór at føra skip hjá Garða
monnum, bygdi hann hús í Vági, tí tað var
høgligari. "Albert Victor" var fyrsta skipið,
hann førdi, og síðani komu "Johanna" og
"Havgásin". Sum skipari var hann øll árini
bestur at fiska.
Í 1913 keypti pápi sjálvur skip, ið hann
nevndi "Kristina" eftir konuni. Hann fór
eftir skipinum sama dag, sum eg var fødd
ur.
"Kristina" var nógv besta skipið í Før
oyum øll árini, pápi hevði hana. Hon
fiskaði betri og betri fyri hvørt ár, sum
gekk. Í 1915 fekk hon 850 skippund, í 1916
var veiðan 950 skippund og í 1918 var hon
1050 skippund. Hetta var eisini umtalað í
bløðunum. Í 1918 skrivaði Suðuroyablaðið
Føroyatíðindini m.a.:
Den energiske kaptajn Godtfred, hvem
et ... Held har fulgt i mange Aar, og hans
dygtige Mandskab, har efter hvad der
forlyder, efterlignet Franskmændenes
Fangstmaade, idet de ikke blot nøjes
med Bundfiskeriet, men forstaar at finde
Fisken paa Forskellige Dybder, en Frem
gangsmaade, der giver forbavsende Result
ater paa ganske kort Tid.
Spurt varð í blaðnum, hvør ið mundi
fara at sláa metið hjá "Kristinu". Kanska
fór tað at vera "Kristina" sjálv! Og rætt var,
tí í 1919 fingu teir 1455 skippund.
Aftaná hetta fiskaði pápi ikki nógv, tí
heilsan fór at bila. Hann var síðani heima
maður sum reiðari og keypmaður, men
hann róði út øll árini, til hann var langt
uppi í 80'unum. Hann doyði í 1968, 88 ára
gamal.
Í 1919 keypti Kjølbro "Kristinu", men
hon gekk burtur árið eftir við 16 monnum.
Greitt hevur verið frá hesi sorgarsøgu í
Siðsøguni í vár.
Passaði motor 14 ára gamal
Eg gekk í skúla, og tað gekk bara heilt væl.
Eg fór úr 2. flokki í 4. flokk, men eg minnist
ikki aftur, um tað var tí, at eg dugdi so væl.
Lærarar í Vági tá vóru Poul Næs, yvirlærari,
Elspa á Økrum, Thomas Nygaard, sum var
av Eiði, og Zacharias Sørensen. Eg gekk trý
ár í millumskúla, men so helt millumskúlin
uppat, og eg slapp ikki víðari.
Tá ið eg var 14 ár, fór eg at rógva út við
pápa mínum. Vit róðu út við snøri. Tað var
nógvur fiskur at fáa. Vit avreiddu í Vági,
og pápi keypti fiskin, sum var flaktur og
saltaður.
Fór við sildagørnum
Pápi mín fór einaferð niður, tað var tá
“Norðfarið” stóð í gerð. Eg helt fram at
rógva út, tí eg dugdi at passa motorin,
hóast eg bara var 14 ára gamal. Vit avreiddu
á Gørðunum. Ein dagin kemur Magnus á
Gørðunum, stjórin, oman á brúnna. Hann
hevði hoyrt, at skipini fingu sild og segði,
at hann fór beinanvegin at senda "Merkur"
at royna eftir sild. Tá reisti eg meg upp
beinanvegin og segði: "So sleppi eg við"!
Hann tók meg upp á orðið, tí dagin eftir
sendi hann boð eftir mær og spurdi, um eg
meinti tað í álvara. Jú, tað gjørdi eg. Hann
spurdi, um eg kendi nakran annan ungan
drong, sum eg kundi biðja komið við. Jú,
segði eg. Eg kendi Hans hjá Edvard á Sela
trað. Eg fór so at biðja hann koma við eisini,
og hann játtaði.
Fyrsta túrin fóru vit út á Suðuroya
Banka. Har fingu vit onga sild. Síðani fóru
vit á Nólsoyar Bankan, men har var heldur
einki at fáa. Haðani fóru vit á Fugloyar
Bankan, men úrslitið var tað sama .
Men so fóru vit inn á Funningsfjørð, og
har var nógv sild at fáa. Vit vóru burtur í
umleið ein mánað tilsamans og fingu 200
tunnur. Eg fekk 50 oyru av hvørji tunnu.
Sildin varð koyrd heil í salt, men fyrst varð
hon kvørkrað. Og hetta var í 1928 og var
mín fyrsti túrur til skips.
Lumpaði læknan
Í 1929 var eg niðri eftir "Norðfarinum", sum
pápi hevði latið byggja í Fredrikssund til
sonin, Johan, at føra. Hann gekk tá á stýri
mansskúla á Fanø.
Hetta var ein rættilig nýhugsan tá á
døgum at byggja nýggj skip. Skipið var 154
brt. og kostaði kr. 120.000. Tá vit komu heim
við henni, var eitt tons av koli umborð.
Hetta skuldi fáast í land, og tað var bara
ein bilur í Vági, ið kundi koyra kolið, og tað
var Garðabilurin. Posarnir vóru toppaðir
so høgt uppi í lastini á bilinum, har eg
og ein leyningur eisini vóru, at tá bilurin
snaraði vestur av keiuni vórðu vit tveittir á
keiuna. Tann, sum koyrdi, var Dorius. Hann
var ættaður úr Norðragøtu. Hann koyrdi
fyri teir á Gørðunum í eini 50 ár. Hann
var annars kendur fyri at koyra ógvuliga
varliga. Leyningurin slapp væl frá tí, men
eg fekk skaða í knæið, og dr. Rasmussen
(seinni Waag) noktaði mær at fara við
"Norðfarinum" hendan fyrsta túrin. Eg
var so forharmaður.
Tá læknin hevði vitjað ein sjúkling, vildi
hann dagliga at vita, hvussu sjúklingurin
hevði tað. So ein dagin, tá einir átta dagar
vóru farnir, var eg so frægur, at eg fór
upp og út. Eg passaði mær kortini at vera
heima, tá læknin kom at vitja. Men ein
dagin gloymdi eg at vera við hús, og so visti
læknin, at væl mundi standa til.
Eg var farin vestur á Garðarnar og
royndi at sleppa við trolaranum "Royndini",
og tað eydnaðist. Læknin mælti mær til at
nýta elastikbind um knøini.
Hetta var í 1929, og eg var við “Royndini”
til út á heystið. Eg fylti 16 ár á heimferðini.
Fleiri av reiðarunum í Vági áttu "Royndina"
– pápi var ein teirra. Skipari tá var Jacob
Nielsen úr Nólsoy, pápi millum onnur
Rodmund í Liða.
Vit vóru á saltfiskaveiðu Tað gekst
væl at fiska.. Hóast "Royndin" var trolari,
róðu vit eisini út við bátum í Grønlandi.
Tað var sera trupult at royna í Grønlandi, tí
har var so torført at fáa útgerð, eisini vóru
politiskar forðingar. Tá vit komu heim,
var ikki meira av koli eftir, enn tað, sum
lá á banjaranum. Tískil rakk kolið júst til
heimferðina.
Nú fara vit aftur í holt við eina
fiskimannasøgu. Hetta er ein frásøgn
frá 2004 hjá Andrew Godtfred, ættaður
úr Vági. Hann upplivdi stóran part av
søguni hjá okkara vinnu á sjónum.
SIÐSØGA
Andrew Godtfred:
VAR Í ILLVEÐRINUM, TÁ IÐ
38 MENN GINGU BURTUR
Andrew sum ungur navigatørur