hósdagur 6. august 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
19
Komandi partur
Andrew sigldi eisini nógv undir krígnum.
Hesum greiðir hann frá í komandi parti.
Við "Norðfarinum"
Árið eftir fór eg við Norðfarinum, og vit
róðu eisini út við bátum í Grønlandi. Johan,
bróður, var skipari. Hann var rokskipari, og
hann var eisini ein góður lærumeistari hjá
okkum ungu.
Vit fiskaðu eisini nógv. 1931 var fyrsta
árið, at eitt skip hevði fingið 100.000 fiskar.
Men tað kom kortini ikki so nógv burtur
úr fíggjarliga. Hetta var jú ringasta tíð
við heimskreppu og øllum tí, sum harvið
fylgdi. Vit fiskaðu eina ferð uppí hana í
Grønlandi, og fóru inn í Føroyingahavnina
at landa. Vit landaðu alt sjálvir, og tóku alt
umborð aftur, og vit fingu 100 kr. í part fyri
tað.
Útróðurin var strævin. Tað var felags
fiskarí í Grønlandi, allir fingu sama part
mótsatt sjálvdráttinum. Vit høvdu seks
tímar frívakt um samdøgrið. Arbeiðið var
skipað soleiðis, at nakrir vóru við bátinum,
meðan aðrir arbeiddu fiskin umborð.
Bátarnir kundu gott fáa uppí fleiri ferðir
um dagin.
"Norðfarið" hevði motor – ein Tuxham
80/96 hestar. Sum nýbygt skip var "Norð
farið" eitt tað fremsta skipið í flotanum tá.
Tað var bygt eins og ein slupp.
Eg fór at læra til motorpassara veturin
1931/32, og tað árið varð eg smyrjari, t.v.s. 2.
motorpassari.
Var í veðrinum, tá ið "Laura"
og "Immanuel" fórust
Eg hevði gingið ein vetur á motorpass
araskúla, og kundi nú vera smyrjari.
Tað var hetta árið, 1932, tá ið "Laura" og
"Immanuel" gingu burtur við tilsamans
38 monnum. Við "Immanuel" var tann tá
nývaldi formaðurin í fiskimannafelagnum,
Hans Jacob Havstreym.
Vit fóru heim 23. mars við 700 skippund
um, og vit vóru á veg yvir aftur til Íslands.
Veðrið var framúr vánaligt. Eg var staddur
í maskinrúminum og hevði júst fingið
lensipumpuna at taka við aftur aftaná, at
hon hevði verið tipt av træspønum, sum
komu í ventilarnar, og sum stavaðu frá
byggingini av skipinum.
Tá fingu vit ein slíkan sjógv, at eingin
kloddi var eftir á skipinum uttan miðseglið.
Tað brast so hart í henni, at onkur helt, at
síðan var sligin inn, og at vit fóru at søkka,
men so galið var tað kortini ikki.
Brotið slongdi skipsbátin tvørtur um
skipið og til sjós, og sprongdi í ferðini lúnn
ingarnar upp av. Øll skottini stóðu í lastini,
men saltið var kortini farið yvir í annað
borðið, so skipið fekk slagsíðu.
Í lastini var ein tóm krubba, og har stóðu
allir spakarnir. Tóma krubban varð nú fylt
við salti, so fólkið mátti fara í lastina við
tallerkum, pottalokum, fjalum og berum
hondum fyri at fáa skipið á rættkjøl aftur.
Skaðin á hetta bara trý ára gamla skipið var
so stórur, at vit vendu og fóru heimaftur.
Eitt brot kom afturat, sum legði "Norð
farið" skerflata, og tá væntaðu vit ikki, at
hon reistist aftur. Stórseglið fyltist við
sjógvi og helt lúnningini í vatnskorpuni. Tá
gjørdi Magnus Veihe í Porkeri tað bragd, at
hann fór við lissu um miðjuna út á seglið,
har tað lá niður í sjógvin, og við flekiknívi
fekk hann skorið hol á seglið, so sjógvurin
rann út, og skipið rættaði seg aftur.
Stýrihúsið fór ikki, men allir rútarnir
fóru. Tað var ein kappi í maskinrúminum
upp í stýrhúsið, og nógvur sjógvur
kom niður, og tveir fjalir av dúrkinum
í stýrihúsinum komu sendandi niður í
maskinrúmið. Men lukkutíð raktu teir ikki
oljurørið og motorurin steðgaði ongantíð.
"City" og "Havgásin" vóru eisini á hesum
leiðum, men eg veit ikki um onnur skip.
Tey vendu eisini aftur vegna skaðan, tey
fingu í illveðrinum. Eg havi annars hoyrt,
at annað av skipunum "Laura" ella "Imm
anuel" hevði ein stakk av fiski á dekkinum.
Tey vóru nevniliga á veg heim. Tey vóru
tískil so tung í sjónum, og vóru verri fyri
enn vit vóru.
Var tað ikki tí, at Norðfarið var so avbera
sterkt og væl bygt, so er ivasamt um vit
bóru boð í bý ta ferðina.
Hjúnini Johan Andreas og Kristina Godtfred.
Fyrsta skipið, Andrew var við, var Mercur á garnaveiðu eftir sild
Norðfarið var eitt framkomið skip í 1930-unum
Johan Godtfred, beiggi Johan, var
kendur skipari á Norðfarinum