Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 246 - 23. desember 2004 ESSAY Kim Simonsen Mentamaðurin Hanus Kamban, sum eg havi virðing fyri í øllum lutum, var í SvF herfyri og tosaði við Ivan Niclassen. Í hesi samrøðuni, ið bæði var góð og áhugaverd, kom Hanus inn á nógv viðurskifti. Hann tosaði um sekstiárini, um føroyskar bókmentir, um vandan við søguloysi og rákið til nalvaskoðan. Hann helt at Fólkaskúlin var ikki nóg góður, hvat er alt so rætt og satt. Eg eri so ótrúliga samdur við Hanus, nærum í øllum hann tók fram. Tá Ivan spurdi, um vit eru við at gerðast meiri global í dag, tók Hanus til, at tað eru við og kom so inn á bløðini í Føroyum í dag, har hann frøddist um, at tey vóru broytt og tí betri. Serliga var meiri tilfar um modernitet, men so vildi hann líka koma við einum ordans prikið, um at onkur av hesum sum skrivaðu um nationalismu taka feil, ja at “tað var misskilt, at vit føroyingar eru national- istar”, tí vit føroyingar eru ikki nationalistar, vit eru national uppá ein hóligan máta. Og tað er ein bjarging í okkara tíð, har nógv er við at fara í upploysing og vit hóma eitt komandi stríð. Hetta er okkara bjarging, at vit hava tað tjóðskaparliga, at vit eru fegin um málið og kunnu fara á Ólavssøku í búnað, ella ikki. Og at vit hava varðveitt eitt samband aftur í miðøldina. Verður tað tikið frá okkum, gerðast vit nationalistar, tí national- isman sprettur úr samleika- loysið. Eg eri helst hesin Hanus, sigur taka feil og sum hann sigur misskilja føroysku nationalismuna. Hanus setur hart móti hørðum, einki við at hann sigur, at hann er ósamdur, nei vit taka feil, og hann hevur rætt. Eg havi ikki góðan hug at svara aftur, men eg havi einki val, enn at svara Hanusi, tá hann so avbjóð- andi finst at tí eg havi skrivað og útgivið. Hetta er tó ein áhugaverd áskoðan haldi eg. Eg vil tí viðgerða og tulka hetta argument formelt. 1. Tey sum skriva um nationalismu taka feil, tí: 2. Flestir føroyingar eru ikki eru annað enn hóv- ligir nationalistar (í mun til nationalistar). 3. Hetta er okkara bjarging, at vit hava tað tjóðskap- arliga, at vit eru fegin um málið (...) Og at vit hava varðveitt eitt sam- band aftur í miðøldina. 4. Verður tað tikið frá okk- um, gerast vit national- istar, tí nationalisman sprettur úr samleika- loysi. 1 Nationalisman hevur spælt høvuðsleiklutin tey seinastu tvey hundrað árini innan politik og samfelagsbroytingar. Ósemjurnar í Kashmir, Sri Lanka, Indonesia, Balkan, í Miðeystri og í øllum yngri tjóðum vísa, at nationalisman enn er ein høvuðsbyggisteinur í samfelagnum, tí kann gransk- ing innan nationalismuna spæla ein leiklut og varpa ljós yvir tíðandi partar av føroysku nationalismuna, ikki minst hvussu vit kunnu granska og ikki granska hetta fyribrigdi. Tað er tað eg havi roynt at gjørt, einki annað. Eg vil nú vísa, at argu- mentið hjá Hanusi frá ikki bert er skeivt, men kann vera vandamikið. Tað ein- asta, ið er rætt, er at nationalisman sprettur úr samleikaloysi, men tað gera aðrar samfelagsbroytingar, sum t.d. modernisman, sosialisman og human- isman eisini. Tá okkurt hvørvur, er ein tíð har tað er opið fyri broyting. Her kann verða torført at síggja, hvat kom av hvørj- um, hvat er egg og hvat er Hønan í hesum. Tað er kanska eisini líkamikið í hesum umfarinum, tí eg kann avvísa sjálvan bygn- aðin í einum slíkum argu- mentið sum Hanus kemur við. Tað Hanus sigur, er ein feilslutningur, at ein (hólig) nationalisma bjargar okk- um í dag frá at missa okk- um sjálvi, tí fara vit at útskifta orðið nationalisma við t.d. at ein hólig rasisma, ein hólig kvinnukúðan, ein hólig xenofobi bjarga okkum frá rasismu, kvinnu- kúging og xenofobi – tá byrjar man at síggja hvat er galið við slíkum argu- mentið. Ikki bert er hetta ein pástandur, at vit hava eina hóliga nationalismu, men at hon skal bjarga okk- um (frá at gerast national- istisk) er ein enn verri normativur pástandur enn hin fyrri. Problemið er, at niðurstøðan ikki kemur náttúrliga frá pástandinum, tí er logiski bygnaðurin skeivur allan vegin. Hanus kemur frá eini skeivari tulking (pástandi) til eina skeiva moralu, tí argu- mentið sum heild er skeivt. Hanus tekur feil, tí: 1. Hann ger ein skeiva lýsing (at føroyingar ikki eru nationalistiskir) normativa (við at siga at hetta er gott)– her skuldi hann heldur opnað kjak- ið og komi við eini hypotesu, sum hann deduktivt eftirroyndi og sammetti við ástøði innan nationalismu. 2. Hann ger hetta m.a. við at skilja millum “hóliga” nationalismu og ikki hóvliga, ið er nakað nationalistarnir sjálvir eru komnir við, fyri at legitimera nationalism- una. Her er hann offur fyri slagorðum, klisjeum og óundirbygdum kensl- um. 3. Hann vil varðveita ein kontinuitet við at bjarga okkara (hóligu) natio- nalismu frá national- ismuni (!), ið er ein feil- tulking og misbrúk av orðinum ”nationalisma”, ið ikki bert finst innan meiri víðgongdar bólkar í heiminum, m.a. tey sum berjast fyri loysing, hon finst rundan um okkum í okkum og hev- ur meiri at siga enn vit vita av og vilja vita av. Tá vit siga, at national- isman er nakað ”hini” hava at stríðast við, gerðast vit eisini blind fyri at nationalisman er nakað ”vit” eisini liva við. 4. Tað er eingin saman- hangur millum ein miss av tí týdninginum, ið nationala mentanin hev- ur haft og at vit so fara at gerst nationalistar, hví ikki nudistar, satanistar ella adventistar kundi man spurt? Hugtakið ”banal national- isma” vísir á, at national- isman er partur av ideo- logiskum vanunum og av mátanum við endurskapa søguna um tjóðina hvønn dag. Nationalisman er tí eisini eitt baksýni, ið av- markar politiskt kjak, mentan, entá bløð eru rit- stjórna eftir hesum prin- sippum, ið tí hvønn dag minna fólk um tjóðina og teirra støði sum eitt fólk í eini tjóð millum aðrar í einum heimi av tjóðum. Nationalisman skal ikki mátast um onkur flaggar ella ikki, men við at fløgg hanga á t.d. almennum bygningum uttan at vit hugsa um tað ella síggja hetta. 2 Eg hevði viljað, at fólk í Før- oyum, Hanus eisini, lósu mo- dernaðar bøkur um nationa- lismu. Eg vil vísa á verk sum tað hjá Anthony D. Smith "Nationalism and Modern- ism", sum í dag stendur undir liðini á verkum sum "Nations and Nationalism" hjá Ernest Gellner, "Imagined Comunities -Reflections on the Origin and Spread of Nationalism" hjá Benedict Anderson og "Na- tions and Nationalism since 1780" hjá Eric Hobsbawm og "The Invention of Tradition eftir Hobsbawm og Terence Ranger. Hesir eru teir kend- astu granskararnir innan hetta øki, men eisini er vert lesa frálíkar granskarar sum Elie Kedurie, Tom Nairn, Thomas Hylland Eriksen, Miroslav Hroch, Aira Kemilainen, Michael Billig, Homi Bhabha, Frederic Barth. Gjørligt er eisini at lesa søguligar við- gerðir av nationalismuhugtak- inum og søguligar høvundar innan øki sum Ernest Renan, Max Weber, Hans Kohn, Carlton Hayes v.fl. Stóran týdning hava eisini national- populistar sum hin týski Johann Gottfried Herder, russisk Joseph Stalin v.fl. Eitt gott stað at byrja er bókin "Nationalisme - Teori, ideo- logi, historie" hjá Smith útkom í 2003 og er týdd úr enskum. Hetta er ein almenn kjakbók og lærubók, ið viðgerð tyðandi hugtøk, hugmyndafrøði, para- digmur, ástøði, um tjóðir, søgufrøði, politik, mentan og um nationalismuna í dag í einum meiri globalum heimi. Argumentið ljóðar sum eitt gott argument, og tey fólk ið halda fast um hesa leið eru mangan skilagóð, men eg eri ósamdur í hesum argumenti, og nærum hvørjari einstakari premiss, tí hesi sonevndu “saman- brot” eru bert hetta, at samfelagið er í broyting. Hanus ein føroyskur Pittelkow Hetta Hanus sigur er stórt sæð tað sama sum javnað- armaðurin Ralf Pittelkow sigur í bókini ”Forsvar for nationalstaten”, ið argu- mentarar fyri at væl- ferðasamfelagið er hótt av globaliseringini, tí er neyð- ugt at varðveita megina, ið kann fáa okkum at halda saman, ið hann so bæði peikar á kann vera natio- nalisman (nationalfølelse) og globalisering. Tá bókin útkom kom ein kritikari á Information fram til hesa áhugaverdu tesu: ”Pittelkows præmisser er interessante: Hans påpeg- ning af oplysningstankens krise, elitens forsvindende legitimitet, globalisering- ens grænser og den ab- strakte planlægnings po- tentielle vold. Men hans udvikling af præmisserne forfalder til ureflekteret animositet over sine mange modstanderne, som han hverken nævner ved navn eller citerer eller diskuterer indgående med. Han møder dem kun i sin egen fordom om deres karikerede posi- tioner. Og det er ganske påfaldende både for en aktuel tendens og for Pittelkows bog, at det der Nationalisma ella ”tjóðskapur”? -Eitt lýsandi argument brúkt normativt er skeivt - Í 20. øld síggi eg hópgravir, dráp, týning, deyða, sorg og at øll øldin hevur verið eitt stórt morð, skrivar Kim Simonsen millum annað