hósdagur 6. august 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
22
Leiðari til dagstovnin
Barnalund í Fuglafirði
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnaskipanina
hjá kommununi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja tann 01.
september 2020 ella skjótast eftir hetta.
Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá
Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum Barnalund á
Mirmansvegur 39, 530 Fuglafjørður.
Stovnurin er ætlaður 60 børnum, og verður skipaður við vøggu- og
barnagarðsstovum.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur
stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv.
• Møguleika at seta dám á stovnin.
• Møguleika fyri ráðgeving.
• Møguleika fyri eftirútbúgving.
• Tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar fyri
millum leiðarar innan ansingarøkið.
Vit vænta at tú
• Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og hevur ábyrgd
sambært dagstovnalógini.
• Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði
vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrunum og starvsfeløgunum.
• Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
• Sær møguleikar fram um vansar.
• Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
• Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og
kommunu.
• Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
• Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um
útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur
38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 07. august
2020 kl. 16.00. Ella umvegis telduposti: info@fuglafjordur.fo
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Irenu Olsen,
sosialdeildarleiðara á telefon 238013.
Fuglafjørður, tann 22. juli 2020
Fuglafjarðar kommuna
Norðoya Sparikassi broytir
rentur 1. september 2020
Við tí endamáli at tillaga rakstur sparikassans til lága rentustøðið og
herdu kapitalkrøvini komandi árini, verða ávísar rentur á innlánum
og útlánum broyttar í næstum.
Allir privatkundar kunnu hava vanlig innlán fyri tilsamans 500.000 kr.,
áðrenn negativ renta verður roknað. Tó kunnu privatkundar, sum
hava í minsta lagi 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, hava vanlig innlán
fyri tilsamans 1.000.000 kr., áðrenn negativ renta verður roknað.
Eftirlønir og innlán hjá børnum og ungum eru ikki umfataði av
negativum rentum.
Framyvir bjóðar sparikassin ikki innlán við 3 mðr. uppsøgn. Øll innlán
við 3 mðr. uppsøgn verða broytt til vanlig innlán.
Fyri vinnukundar merkja broytingarnar, at øll innlán verða rentaði
við -0,75 %.
Nýggju innlánsrenturnar síggjast í talvuni niðanfyri:
Harumframt hækka ávísar útlánsrentur við upp til 0,5 %-stigum.
Broytingarnar fáa gildi frá 1. september 2020. Rentuyvirlit verður
dagført á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar
koma í gildi.
NORÐOYA SPARIKASSI
* Í minsta lagi 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi
Kundar
Innlán
Innlán tils.
Nýggj renta
Privatkundar
Vanlig innlán
< 500.000 kr.
0,00 % p.a.
> 500.000 kr.
-0,75 % p.a.
Privatkundar
Vanlig innlán
< 1.000.000 kr.
0,00 % p.a.
(ábyrgdarar)*
> 1.000.000 kr.
-0,75 % p.a.
Vinnukundar
Folio og kredittir
> 0 kr.
-0,75 % p.a.
ns.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á