hósdagur 6. august 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
23
FARLOYVISSTARV
Heilsutrygd søkir eftir einum avloysara
fyri sjúkrarøktarfrøðing, sum fer í
barnsburðarfarloyvi, frá 1. september
2020 til og við 31. august 2021,
Heilsutrygd søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi
at byrja 1. september 2020 ella eftir nærri
avtalu.
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi
farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í
Heilsudeplinum við Skálafjørðin, viðtala 3,
við brøki 0,9.
Viðtalan, sum hevur uml. 1600 borgarar,
er ætlað einum kommunulækna, men er í
løtuni mannað við skiftandi avloysarum.
Tætt samstarv er millum viðtalu 3 og
viðtaluna á Strondum og tí er neyðugt at
tann, ið settur verður er sinnaður at virka
fyri hesum.
Starvið:
Starvið fevnir um telefonvisitatión og
ymiskar læknaskrivara- og
sjúkrarøktarfakligar uppgávur. Væntað
verður, at tú kanst hjálpa til við
bráðfeingis uppgávum, og standa fyri
smærri kanningum, sum t.d. urinstix,
crp-máting, podning av hálsi og øðrum.
Arbeiðið innan kroniskar sjúkur, kann
eisini gerast ein partur av starvinum.
Tú:
•
ert løggildur sjúkrarøktarfrøðingur
•
ert álítandi og hevur góð
samstarvsevni
•
hevur royndir frá arbeiði í
kommunulæknaviðtalu og við
talgildu heilsuskipanini Cosmic
(fyrimunur, tó ikki eitt krav)
•
ert ein jaligur, opin og glaður
persónur
•
dámar væl og dugir at røkja
uppgávur í einum skundmiklum
gerandisdegi
•
arbeiðir skipað, skjótt og
sjálvstøðugt
•
ert tænastusinnað/ur
•
hevur góð evni at samskifta bæði á
skrift og í talu
•
dugir at hava fleiri bóltar í luftini í
senn
•
hevur evnini at laga teg til broytingar
Vit bjóða
eitt fjølbroytt og mennandi starv, sum tú
sjálv/ur verður við til at skapa
ein fjølbroyttan arbeiðsdag við
avbjóðingum innan sjúkrarøktarfrøði,
skrivara- og royndarstovuarbeiði
eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
eitt starv við møguleikum fyri fakligari og
persónligari menning
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing
og øðrum viðkomandi skjølum, skulu
sendast til
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-700 Klaksvík
ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og
skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta
lagi mánadagin 10. august 2020 kl. 12:00.
Starvið verður sett frá 1. september 2020
ella eftir nærri avtalu.
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja
til John D. Olsen, fulltrúa, á tlf.: 794010.
grafikmaster.fo
Mykinesgøta 6
Postboks 3232
110 Tórshavn
Tel 354913
gbt@gbt.fo
www.gbt.fo
Bjargingarbátar
til skip og bátar
Vit bæði selja og leiga út bjargingarbátar til
stuttleikabátar. Eisini selja vit bjargingarbátar til
fiskifør og onnur skip. Bjargingarbátarnir taka frá
4 persónum upp til 150 persónar.
Umframt bjargingarbátar hava vit eisini
bjargingar vestar, flótidraktir, signalútgerð og
annars alt innan trygdarútgerð – bæði til brúk á
sjógvi og landi.
Vit umboða VIKING
bjargingarbátar og
hava bæði stórar og
smáar bátar.
Flótidrakt
Neyðrakett
Bjargingarkransur
Bjargingarvestur
Hósdag 6. august:
Milliónbúffur · Stoktur medistari · Knettir
Fríggjadag 7. august:
Skinkusnitsil · Lasanja
Leygardag 8. august:
Kuvettesteik Kaffi og heimabakað omaná, 70,- kr.
Mánadag 10. august:
Fiskafrikadellur · Bollar í karry
Týsdag 11. august:
Saltað svínakjøt · Hakkibúffur
Mikudag 12. august:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.30 & Ley: 9.00-14.00
65,- kr. fyri døgurðan og kaffi omaná
fyrst og fremst
www.in.fo