hósdagur 6. august 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
27
TAEKWONDO HEVÐI
FORKUNNUGA VITJAN
Taekwondo:
Tveir íðkarar úr
heimselituni hava
vitjað í Føroyum
síðstu vikuna, her
teir hava vant við
føroyskum íðkarum
og hava givið Høgna
Kunoy Dávasyni
dygga sparring í
fyrireikingunum
til HM í oktober.
PÆTUR ALBINUS
Føroyskt taekwondo hevur síðstu
vikuna havt forkunnuga vitjan av
tveimum íðkarum, ið eru á høgum
støði í taekwondo-heiminum. Tal
an er um teir báðar 19 ára gamla
danska Otto Herlev og 24 ára
gamla meksikanska Daniel Perez.
Otto er hóast unga aldurin
trífaldur danskur og norður
lendskur meistari fyri vaksin.
Hann er úttikin til OL-undna
kappingar í ár og hevur eitt nú
vunnið á heimsins nummar 13.
Daniel Perez hevur verið á
meksikanska landsliðnum, men er
í løtuni undir lesnaði í Danmark,
har hann íðkar við felagnum á
Nørrebro.
Samstarv
Tað er júst umvegis sambondini
við felagið á Nørrebro, at sam
starvið ímillum føroyskt taek
wondo og teir báðar er komið í
lag. Mathias Gabrielsen, sum er
føroyskur landsliðsvenjari og nú
býr her, hevur verið í felagnum
á Nørrebro, og hevur fingið teir
báðar higar.
Sambandið ímillum felagið á
Nørrebro og føroyingar hevur
altíð verið gott, og tað kemst ikki
minst av at høvuðsvenjarin har,
Steen Tiedjen, sum er viðurkendur
og hevur verið altjóða venjari í 30
ár, hevur ein serligan tokka til før
oyingar.
Hann heldur, at taekwondo í
Føroyum er ein sólskinssøga.
- Tað er ótrúliga imponerandi,
at føroyingar hava ment seg so
skjótt og væl undir slíkum um
støðum. Teir mugu ferðast langt
til kappingar, kunnu bara venja
ímóti sínum egnu og hava fyrstu
árini havt ein blaðungan venjara.
Tað er gott, at Mathias er komin at
hjálpa, og vit eru mong, ið vilja vera
partur av hesari sólskinssøguni,
sigur Steen Tiedjen.
Í føroyskum taekwondo eru
tey errin av rósandi orðunum
frá einum somikið viðurkendum
venjara sum Steen Tiedjen.
Til HM
Otto Herlev og Daniel Perez vóru
her í eina viku - frá farna mikudegi
til í gjár. Teir vandu tvær ferðir
tveir tímar um dagin saman við
dystarliðnum hjá Hwarang Før
oyum í Søldarfirði, og føroyski
taekwondo-snillingurin, Høgni
Kunoy Dávason, slapp til skiftis
at venja ímóti teimum báðum.
Hetta er munagóð sparring hjá
Høgna, sum hóast avmarkaðar
møguleikar her heima stendur seg
væl uttanlands, og hevur gott av
at fáa øðrvísi og stinnari sparring
enn hann er vanur við.
Útlendsku íðkararnir fingu
eisini sæð seg um í Føroyum. Eitt
nú vóru teir til fótbóltsdyst, á
ólavsøku, á floti og vóru til konsert
hjá Eivør Pálsdóttir á Tinghellu.
- Ein magisk løta, søgdu teir
báðir um upplivingina.
Vegna korona-smittuna er tað
sum hjá so mongum øðrum ógreitt
hvussu restin av árinum sær út
hjá taekwondo í Føroyum, men
tey herja á og menna seg óført
meðan tey bíða eftir svari upp á
um HM kann verða hildið sum
ætlað í Sofia í Bulgaria í oktobur,
har Høgni Kunoy Dávason skal
luttaka.
ÍTRÓTTUR