Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020 SOSIALURIN 60 28 TRÓNDUR ARGE - TÓRSVØLLUR Í meir enn ein tíma líkist dysturin eitt sindur teimum, har NSÍ hevur stolið sær eitt stig. Í Klaksvík móti KÍ og í Gundadali móti B36. Hesa ferð er HB á odda 1-0, men tað gongur strilti at fáa avlívað vespuna úr Runavík, ið er farin at stinga í mótálopum. Tað er so bara til at HB fer í enn eitt álop. Hesa ferð eru teir reyðu og svørtu fýra í tali. Spælmøguleikarnir hjá kvika sandoyinginum á miðjuni, Dan í Soylu, eru fleiri. Tá hevur miðvallarin longu skorað eina ferð, men royndirnar uttan fyri brotsteigarmarkið hava ikki verið nógvar, og enn minni væl eydnaðar í ár. Tað fekk Dan í Soylu eisini at vita undan dystinum frá venjaranum, Jens Berthel Askou. -Hann hevur argað meg við, at eg ikki havi skotið nakað mál uttanfyri brotsteigin enn, fortelur Dan í Soylu smílandi eftir dystin. Hesa ferð velur hann at skjóta sjálvur. Við hjálp frá einum NSÍ fótið endar bólturin í málinum. Hepnið hjá vespunum í verjustøðu er uppið fyri hendan dystin. Málið setur eina tjúkka striku undir, at HB er betra liðið av hesum báðum. HB í broyttari útgávu Tað er greitt undan dystinum, at NSÍ verður uttan Petur Knudsen og Bárð J. Hansen. Nýggjur maður á miðjuni er danski Jesper Christjansen, men hann ger lítið um seg. Svenski venjarin hjá NSÍ vil ikki satsa við Peturi Knudsen, sum er nógv saknaður í álopinum. -Vit hava eitt nú dystir í Evropa í næstum. Vit hava við eitt menniskja at gera og ger hann afturstig við skaðanum, so er hann kanska úti í seks til sjey vikur afturat. Tí velja vit ikki at satsa við honum, sigur Glenn Ståhl. HB velur at skifta til 3-5-2, sum líkist spælskipanini hjá NSÍ. Hilmar Leon Jakobsen er við frá byrjan, meðan Pætur Pet­er­ sen og René Shaki Joensen sita á bonkinum. Mikkel Frank­och er skaddur. Hetta ger, at dyst­ur­ in verður meira ein mann móti manni, heldur enn ein dyst­ur millum tvær ymiskar spæl­skip­ anir. HB omaná allan dystin Frá fyrsta bríksli hevur heimaliðið fult tak á. Tað eru nógvar spentar støður í NSÍ brotsteiginum, og HB spælir seg til góðar mál­møgu­ leikar, men uttan at tað fyrsta hálva tíman eydnaðist at fáa bólt­in inn um væl upplagda Tórð Thom­sen í NSÍ málinum. Tá ið stórur hálvur tími er spældur, fær HB gyltan møguleika at seta hol á. Alex Troleis bríksl­ar fyri brotssparki, tá Jann Benja­ min­sen fellur Dan í Soylu. - Eg haldi tað er brotsspark. Hann traðkar á meg og eg eri á veg móti málinum, sigur Dan í Soylu. Nýggi danski áleyparin hjá HB, Mikkel Dahl, royndi at senda Tórð Thomsen í annað borðið, men málverjin stóð, og so var lætt hjá honum at bjarga, tá ið Mikkel Dahl við vánaligum skoti roynir at leggja bóltin til høgru fyri seg sjálvan. Tíggju minuttir undan steðg­ in­um fær HB hol á. Daniel Johan­ sen tek­ur stitt frí­spark fram til Mathias Nygaard, ið er púra leysur. Hann snarar sær á og spælir út til sera væl upplagda Dan í Soylu. Hann ger eina skotfintu, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum setur bóltin inn við stólpanum, meðan NSÍ verjan hyggur at. Tað sær út til at vera avtalað spæl, men so er ikki. - Nei, tað er ikki avtalað meir enn at vit spæla stutt og so sær Mathias meg. Eg taki eitt trekk og skori, sigur Dan í Soylu. Fram ímóti steðginum minkaði heimatrýstið, og tá eydnaðist NSÍ nakrar ferðir at vinna seg í álop og at vinna tvey hornaspørk, uttan at tað varð vandamikið. NSÍ roynir at savara aftue Eftir steðgin leggur HB fyri í somu øði, og longu í fyrsta minutti stórbjargar Tórður Thomsen. Sjey minuttir eftir steðgin fær Klæmint A. Olsen gyltan møgu­ leika, tá ið Salmundur Bech spælir hann leysan frammanfyri Samuel Johansen Chukwudi, men so er dagsins maður, Dan í Soylu, aftasti maður og taklar. Tríggjar minuttir seinni spælir sandoyingurin Hilmar Leon Jakob­sen blankan, men nýggi mað­urin í HB álopinum sendir bólt­in omanfyri málið. Og so er tað, tá ið seinni hálvleikur er hálvrunnin, at HB økir til 2-0 og tekur spenningin burtur. HB skiftir inn spælarar sum Pætur Petersen og René Shaki Joensen, og teir geva liðnum eyka orku til seinasta partin av dystinum. Síðstu fáu minuttirnar er um reppið, at tað eydnast NSÍ at minka um munin. Tað eydnaðist ikki, og gongdin vísti, at í løtuni er NSÍ ikki tað liðið, sum hevur møguleika at bjóða toppliðnum av. Um nakað annað lið fer at megna at bjóða HB av, fer tíðin at vísa. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... DAN: VIT VÓRU Í YVIRTAL Á MIÐJUNI HB valdi at skifta spæl spælaskipan til 3-5-2, sum líkist meiri tí, sum NSÍ spælir. Hetta vísti seg at rigga. – Ætlanin var at koma í yvirtal á miðjuni og tað haldi eg riggaði væl. Tað sást eisini á miðvøllinum hjá teimum, at vit vóru fleiri, sigur Dan í Soylu. Dan í Soylu og HB settu NSÍ av í FM-stríðnum við 2-0 sigri á Tórsvølli. Avrikið hjá bæði Dan í Soylu og HB var sannførandi. Runavíkingar mugu heim at heva yvirleggjaran, um teir skulu gera eina roynd afturat at bjóða av um FM DAN BLEIV DAN BLEIV TIL TIL SUPERMAN SUPERMAN HB-NSÍ 2-0: