hósdagur 6. august 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
30
JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE
Tað ber ikki til at koma uttan um
stóran munin millu fimm tey stóru
og fimm tey lítlu. ÍF hevur bjóðað
Víkingi av, men enn er talan um
topp-fimm við HB, KÍ, B36, NSÍ og
Víkingi, meðan ÍF hoyrir til botn-
fimm saman við EB/Streymi, TB,
AB og Skála. Tað rætta er nokk at
deila upp í tríggjar partar, har tað
eru fýra stór, fýra lítil og so Víking
og ÍF.
Umfarið sunnudagin vísti aftur
eina greiða mynd av, at nøkur
feløg eru væl sterkari enn hini.
KÍ vann greiðan 6-0 sigur á Skála,
sum hevði Sorin Anghel við róðrið
fyri fyrstu ferð. Her var 3-0 longu
aftaná 17 minuttir. Í Sarpugerði
var 5-0 til Víking í hálvleikinum
móti EB/Streymi. Tí var øll vónin
hjá botn-fimm løgd á fuglfirðingar
til seinasta dystin sunnudagin,
men sjálvt við toppskjúttanum,
Uros Stojanov, á vøllinum allar 90
minuttirnar hevði ÍF einki nevni
vert skot á mál.
AB og TB hava spælt samanlagt
29 dystir í ár. Bara eina ferð er
annað av liðunum farið av vøllin
um við sigri. Tað var TB, sum vann
á Skála. Tey hava skotið 18 mál í
part. Tað er 0,6 mál per dyst miðal.
Tí kom heldur einki mál, tá liðini
hittust á Argjum.
Sorin Anghel fekk
øgiligan elddóp
Tað var ein øgilig fyrsta roynd hjá
Sorin Anghel sum Skálavenjari. Tá
ið dómarin bríkslaði fyri síðstu
ferð, vísti talvan 0-6. Longu tá ið
17 minuttir vóru farnir, var støðan
3-0, og so var spurningurin bara,
hvussu stórur KÍ sigurin fór at
verða.
Odmar Færø, Heini Vatnsdal og
Deni Pavlovic vóru í verjuni, og við
fimm monnum á miðvøllinum
átti KÍ so nógv, at tað varð ikki
meiri enn heilt fáar støður í KÍ
brotsteiginum.
Tað var klassamunur mest
sum alla tíðina. Kropsliga styrkin
hjá klaksvíkingum var minst
eina deild hægri, enn hon var hjá
skálamonnum, og so nyttaði tað so
lítið, at Skála eigur fleiri spælarar,
sum eru góðir við bóltinum og
vita, hvussu tað eigur at vera.
Trý tey fyrstu málini skoraðu
væl uppløgdu
Jóannes og Jóannes. Bjartalíð
átti tey tey fyrstu, og tað triðja
skoraði Jóannes K. Danielsen, sum
í dag var kantur í vinstru. Hann
var spældur leysur mitt fyri og
innanfyri verjuna, sum royndi at
seta rangstøðufellu, og so pløkkaði
fyrrverandi álopsspælarin bóltin
upp í málhornið.
KÍ skifti onkrar av lyklaspæl
arunum út, og seinnapartin av
seinna hálvleiki skoraðu tríggir
ymiskur spælarar – Deni Pavlovic,
Páll A. Klettskarð og Jonn Jo
hannesen.
Patrik Johannesen var sera
eyðsýndur. Hann var ikki millum
málskjúttarnar, men hann átti
næstsíðsta fót á í fýra málum.
Trivaligi sigurin ber við sær, at
KÍ í løtuni er fremsti avbjóðarin
hjá HB, og at Skála í løtuni er besta
boðið upp á niðurflytara.
Annarhvør víkingur skoraði
Tað var tennisúrslit í Sarpugerði,
tá ið Víkingur av álvara spílaði seg
út og vann 6-0 á EB/Streymi, sum
ikki vísti seg frá bestu útgávuni.
Tað kendist sum um, at sigurin
á Skála í ólasvsøkuumfarinum
framvegis kendist so søtur, at ikki
nóg stórt fokus ikki var á avrik
inum sunnudagin.
- Hetta var ikki gott, og hetta
var áminning á okkum allar um,
at tað er neyðugt at arbeiða nógv
og væl alla tíðina, um vit skulu
fáa nakað burturúr. Tað gjørdu
vit ikki ídag. Eg havi fleiri ferðir
áður sagt, at vit vinna saman, og
at vit tapa saman. Tað snýr seg um
liðavrikið. Í dag var tað ikki gott,
og vit løgdu allir til saman rygg
til stórt tap. Um vit skulu finna
nakað positivt, so skal tað vera,
at tað eydnaðist at fáa verjuna at
rigga betri eftir steðgin, tá ið bara
eitt mál fór ígjøgnum, sigur EB/
Streyma venjarin Jákup Martin
Joensen.
Tað sást, at Víkingur av álvara
hevði rist ólavsøkutapið av sær.
Eyðun Klakstein gav trimum av
ungu monnunum møguleikan
frá fyrsta bríksli, meðan eitt nú
Vukasin Tomic og Lukasz Ciesle
wicz vóru á beinkinum.
Svongdin á liðnum hjá
Víkingi var stór. Frá fyrsta bríksli
vóru heimamenninir ágangandi.
Mótstøðumenninir fingu ikki
frið, og í álopspartinum gjørdu
víkingarnir skjótt av og vístu stórt
hugflog. Ikki minst unglingaspæl
arin Gaza David Turi.
- Vit eru sera væl nøgdir við
avrikið ídag. Vit vita, at tá ið
allir avrika í felag tað, sum vit
eru mentir, so verður tað gott,
og soleiðis var tað í dag, sigur
víkingaveteranurin Sølvi Vatn
hamar.
Hann setti hol á, tá ið eitt korter
var farið. Finnur Justinussen átti
uppleggið, og átta minuttir seinni
átti Søvli Vatnhamar uppleggið, tá
ið yngri beiggin, Gunnar, økti til
2-0.
Víkingur skoraði trý mál aftrat
undan steðginum, og talan var
um tríggjar ymiskar málskjúttar.
Finnur Justinussen økti til 3-0
eftir innlegg frá Ara Olsen, og
Finnur Justinussen átti uppleggið,
tá ið Jákup Johansen økti til 4-0.
Ein minutt undan steðginum økti
Ari Olsen til 5-0.
Eftir steðgin var ferðin ikki
heilt tann sama hjá Víkingi.
Sætta málið skoraði mið
verjin Noah Mneney,
tá ið ein tími var farin.
Hann var harvið sætti
málskjúttin. Hóskvøldið
fær Víkingur vitjan av
toppliðnum HB.
Einki mál á Argjum
Tað endaði málleyst, tá ið AB
sunnukvøldið hevði vitjan av
TB. Líkindini vóru ikki góð. Tað
var eitt frískt lot, og tað regnaði
illa.
Hugburðurin var góður, og tað
varð nógv lagt fyri í mongu nær
dystunum. Tað var ikki so nógv
av skipaðum samanspæli, men
tað vóru nógvar spentar støður,
og tað var eisini fleiri ferðir tætt
við, at mál vóru skorað.
- Eg eri ikki nøgdur við álops
spælið, tí vit sjuskaðu í skjótum
mótálopum, og vit megnaðu ikki
at vinna úrtøku, tá ið vit høvdu
góðar møguleikar, sigur TB
venjarin Michael Winter, og hann
leggur aftrat:
- Eg eri nøgdur við verjuspælið.
Eftir at vit taptu stórt á ólavsøku,
var tað týdningarmikið, at vit
megnaðu at halda teimum frá at
skjóta mál.
AB miðvallarin Rógvi Poul
sen er ikki nøgdur við, at tað ikki
eydnaðist honum og liðfeløgun
um at vinna:
- Líkindini vóru vánalig, og tað
var viðhvørt torført at lesa bóltin
av, men tá ið tikið verður saman
um, so kunnu vit ikki vera nøgdir
við ikki at vinna fulla úrtøku ímóti
einum av kappingarneytunum í
botninum, sigur Rógvi Poulsen.
Argjamenn vóru uttan Tóka á
Lofti, og Jasper van Der Heyden
mátti av vøllinum tíðliga í dyst
inum. Tað setti síni spor á álops
spælið hjá AB. Argjamenn fáa
vitjan av Skála næstu ferð, meðan
ÍTRÓTTUR
Samanum 14. umfar:
Betri deildin 14. umfar: KÍ og Víkingur spældu tennis móti
Skála og EB/Streymi, meðan B36 vann sannførandi á ÍF.
Samanlagt vunnu tey stóru 14-0 á teimum lítlu í teimum
trimum dystunum millum topp-fimm og botn-fimm
GJÓGVIN KOM
GJÓGVIN KOM TIL
TIL
SJÓNDAR SUNNUDAGIN
SJÓNDAR SUNNUDAGIN
Tvey tennis-úrslit: