hósdagur 6. august 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
31
TB aftur skal til høvðusstaðin. Hesa ferð
móti B36.
B36 er flúgvandi
B36 legði seg við 2-0 heimasigri ímóti ÍF
á bronsuplássið. B36 hevur 34 stig, og tað
er eitt stig fram til KÍ og seks stig fram til
toppin og HB.
Sum í trivaliga 4-2 ólavsøkusigrinum
ímóti Víkingi var B36 liðið sera væl upplagt
sunnukvøldið á Tórsvølli. Dysturin byrjaði
ikki fyrr enn klokkan 18, tí HB og NSÍ
spældu klokkan 15. Álopsspælið var framúr,
og í fyrra hálvleiki vóru tað í hvussu so er
fimm heilt upplagdir málmøguleikar.
B36 plagar at hava tveir verjukendar
miðvallarar. Nú bæði Eli Falkvard Nielsen og
Magnus Holm Jacobsen vóru leikbannaðir,
var Hugin Samuelsen einsamallur á verju
kenda miðvøllinum, meðan Stefan Rado
savljevic var undir liðini á Sebastian Pingel
í álopinum, ella var hann álopskendur mið
vallari saman við Michal Przybylski.
At tað ikki eydnaðist at skora, tá ið
Sebastian Pingel, Michal Przybylski, Mein
hard E. Olsen, Stefan Radosavljevic og Árni
Frederiksberg vóru í fínum støðum komst
fyrst og fremst av, at ÍF málverjin, Jákup
Nolsøe Olsen, var so ógvuliga stinnur og
ferð eftir ferð bjargaði, tá ið tað sá út til, at
bólturin var á veg í málið. Og so vóru stólp
arnir ikki í parti við B36. Næst við at skora
var Benjamin Heinesen, sum í kvøld var
vongverji í vinstru, tá ið hann úr vinstru
sendi bóltin í innaru síðu í handara stólpa
og so aftur út á vøllin.
Sjey minuttir eftir steðgin eydnaðist
tað loksins B36 at vinna úrtøku úr einum
møguleika. Árni Frederiksberg sneiddi seg
til baklinjuna í høgru, og undir málinum
var Meinhard E. Olsen púra blankur, tá ið
hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið og
so var 1-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist
tað B36 at økja um leiðsluna til 2-0, og harvið
var spenningurin burtur. Meinhard E. Olsen
sneiddi seg leysan næstan á baklinjuni í
vinstru, og tá ið hann legði bóltin flatt inn
fyri, var miðverjin Sonni Ragnar Nattestad
við nærra stólpa og stýrdi bóltin í málið.
Uros Stojanov er toppskjútti í føroyskum
fótbólti, men hann hevði ongan møguleika.
Tað var sjáldan, at tað eydnaðist gestunum
at flyta nógv fólk frammarlaga á vøllin, og
tí var tað ikki trupult hjá miðverjunum,
Andrias H. Eriksen og Sonna Ragnar Natte
stad, at pakka toppskjúttan inn.
B36 fær næstu ferð vitjan av TB á
Tórsvølli, meðan ÍF fær vitjan av NSÍ.
sosialurin@sosialurin.fo
N
HB - NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Dan í Soylu 38.
2-0: Dan í Soylu 65.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan
Rói Davidsen, Bartal Wardum,
Samuel Johansen Chukwudi, Heri
H. Mohr – Mathias Nygaard (René
Shaki Joensen, 66.), Dan í Soylu,
Heðin Hansen, Daniel Johansen
– Hilmar Leon Jakobsen (Pætur J.
Petersen, 56.), Mikkel Dahl (Ási
Dam, 82.)
Gult kort: Mathias Nygaard
Venjari: Jens Berthel Askou
NSÍ: Tórður T. Thomsen – Jákup
Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen,
Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft
– Salmundur Bech (Búi Egilsson,
66.), Jesper Flinck Christjansen,
Betuel Hansen, Jann S. Benjaminsen
– Steffan A. Løkin (Hans Marius
Davidsen, 82.), Klæmint A. Olsen
Gult kort: Salmundur Bech, Jákup
Jakobsen, Jann J. Benjaminsen
Venjari: Glenn Ståhl
Víkingur – EB/
Streymur 6-0 (5-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar 18.
2-0: Gunnar Vatnhamar 26.
3-0: Finnur Justinussen 34.
4-0: Jákup Johansen 37.
5-0: Ari Olsen 45.
6-0: Noah Mneney 61.
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen,
Atli Gregersen, Noah Mneney, Elias
Lervig – Gaza David Turi, Gunnar
Vatnhamar (Lukasz Cieslewicz,
70.) – Arnbjørn Svensson (Vukasin
Tomic, 82.), Sølvi Vatnhamar, Jákup
Johansen – Finnur Justinussen
(Andreas Lava Olsen, 70.)
Gult kort: eingin
Venjari: Eyðun Klakstein
EB/Streymur: Rói Zachariasen
– Árni G. Olsen, Andras Olsen,
Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen
– Bárður Olsen, Hjalti K. Djurhuus
– Tóki H. Johannesen (Bjarki
Zachariassen, 66.), Gestur B. Dam,
Gutti Dahl-Olsen (Símun Sólheim,
58.) – Niklas T. Kruse (Rói H. Olsen,
58.)
Gult kort: eingin
Venjari: Jákup Martin Joensen
Skála – KÍ 0-6 (0-3)
0-1: Jóannes Bjartalíð 5.
0-2: Jóannes Bjartalíð 15.
0-3: Jóannes K. Danielsen 17.
0-4: Deni Pavlovic 68.
0-5: Páll A. Klettskarð 80.
0-6: Jonn Johannesen 88.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan
Waag Høgnesen (Mikal á Reynatrøð,
77.), Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R.
Joensen, Hjalti Strømsten – Pætur
Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard
(Niels Pauli Danielsen, 65.) – Poul
Kallsberg, Ronni Møller-Iversen,
Andreas Egeberg Jacobsen (Heðin
Klakstein, 46.) – Jan Ingason Hansen
Gult kort: Haraldur R. Højgaard,
Pætur Dam Jacobsen, Jóhan Waag
Høgnesen
Venjari: Sorin Anghel
KÍ: Kristian Joensen – Heini
Vatnsdal, Odmar Færø (Ólavur
Niclasen, 60.), Deni Pavlovic – Jonn
Johannesen, Jóannes Bjartalíð
(Steinbjørn Olsen, 77.), Jákup B.
Andreasen, Patrik Johannesen,
Jóannes K. Danielsen – Ole Erik
Midtskogen (Jesper Brinck, 46.), Páll
A. Klettskarð
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
AB – TB 0-0
Dómari: Rani A. Skaalum
AB: Bjarki Vitalis Mørk – Dánjal
Reginsson, Gert Drangastein, Sørin
Samuelsen, Asbjørn Heðinsson –
Eli Christiansson, Hannes Deboes
(Bjarni Skála, 60.) – Janus Svabo
Samuelsen (Jákup Pauli Breckmann,
79.), Rógvi Poulsen, Jasper Van Der
Heiyden (Adeshina Lawal, 17.) –
Bjarki C. Nielsen
TB: Frederik Mehder – Eirikur M.
Ellendersen, Ndende Adama Guéye,
Rasmus Møller, Sebastian Kroner –
Dánjal Godtfred, John Villi Woldike
Leo – Jens Erik Bruhn, Nikolei
Johannesen (Teitur Olsen, 67.), Einar
Thorsteinsson – Samudeen Musah
(Poul Ingason, 67.)
B36 – ÍF 2-0 (0-0)
1-0: Meinhard E. Olsen 52.
2-0: Sonni Ragnar Nattestad 68.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni
Petersen (Andrass Johansen,
78.), Andrias H. Eriksen, Sonni
Ragnar Nattestad, Benjamin
Heinesen – Hugin Samuelsen
(Ragnar Samuelsen, 85.) – Árni
Frederiksberg, Michal Przybylski
(Hannes Agnarsson, 68.), Meinhard
E. Olsen – Sebastian Pingel, Stefan
Radosavljevic
Gult kort: Stefan Radosavljevic,
Árni Frederiksberg
Venjari: Jákup á Borg
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður
Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó.
Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen (Dánjal
á Lakjuni, 58.) – Karl Løkin, Hákun
Edmundsson – Hans Jákup Lervig
(Sámal Joensen, 87.), Gundur E.
Petersen, Philip Djordjevic (Ari Ó.
Ellingsgaard, 73.) – Uros Stojanov
Gult kort: Gundur E. Petersen,
Dánjal á Lakjuni
Venjari: Hans Jørgen Djurhuus og
Ólavur Larsen
Fakta 14.umfar:
Betri Deildin menn støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
HB
15
13
1
1
38
11
27
40
2
KÍ
15
11
2
2
42
17
25
35
3
B36
15
11
1
3
45
19
26
34
4
NSÍ
15
10
2
3
28
10
18
32
5
Víkingur
14
7
2
5
29
20
9
23
6
ÍF
14
6
2
6
19
26
-7
20
7
EB/S
14
3
1
10
9
29
-20
10
8
TB
14
1
4
9
8
20
-12
7
9
AB
15
0
6
9
10
37
-27
6
10
SKÁLA
15
0
1
14
8
47
-39
1