hósdagur 13. august 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
4
Helga og Bødvar Hjartvarsson høvdu fyrireikað
veitslu fyri 415 fólkum, tá ið korona spilti spælið
ÁRNI GREGERSEN
F
yrireikinganar til stóru
veitsluna, sum vera skuldi
í Dali seinasta vikuskiftið,
byrjaðu fyri tveimum
árum síðani.
Tá visti onigin hvussu stór
veitslan fór at blíva, men so
hvørt tíðin nærkaðist noyddust
vertsfólkini at gera eina meting
av, hvussu nógvir gestir fóru at
koma.
Talan er um silvurbrúdleypið
hjá Helgu og Bødvar Hjartvarsson
í Dali.
- Helga segði rættuliga skjótt, at
hon væntaði at tað fóru at koma
eini 200 fólk, sigur Bødvar Hjart
varsson, silvurbrúðgommurin.
-Við eitt sindur av skemti í
røddini segði eg, at eg fór at verða
skuffaður um ikki eini 400 fólk
fóru at koma, leggur hann afturat.
Men sum tá ið talan er um væl
komst, so er torført at gera slíkar
metingar. Tí vóru fólk biðin um
at siga frá, hvør ætlaði at koma
til hesa veitsluna.
Fyrireikinganar
Avgjørt var at boða frá her í blaðn
um, at nú skuldi 25 ára dagurin
haldast.
Skjótt sást á fráboðanunum, at
veitslan fór at gerast ein av teim
um stóru. So hvørt stóri dagurin
nærkaðist streymaðu tilmeld
ingarnar inn.
- Ja, tað komu so nógvar tilmeld
ingar, at tað stóð okkum rættuliga
skjótt greitt, at bygdarhúsið, sum
tekur yvir 200 fólk fór at vera ov
lítið, sigur Bødvar Hjartvarsson.
Men snikkarameistarin í Dali
var sjálvandi ikki ráðaleysur.
Eitt telt uppá slakar 200 fer
metrar var leigað og so legði hann
eitt slag av gólvi í, so hetta var
næstan eins gott og at vera inni í.
- Nú nærkaðist og vit fóru at
telja tilmeldingarnar saman. Tað
vísti seg, atd heili 415 fólk høvdu
meldað seg til veitsluna. Familjan
er stór og vit kenna nógv fólk, so
hetta var á leið tað tað, sum eg
segði í spølni, sigur hann við ein
um smíli.
Men fyrireikingar til eina so
stóra veitslu er annað enn at fáa
høli til vega. Matur og drekka skal
til, umframt at okkurt skal util
ndirhalds.
- Vit avtalaðu við Ørvaroddar
nar at teir skuldu grilla lambskjøt
og annað. Vit ætlaðu, at veitslan
ikki skuldi vera so stív, men at fólk
skuldu reisa seg og harvið eisini
møtast og tosa saman. Tí hildu
vit grilling var gott, so hetta var
avtalað í góðari tíð.
Í Dali gjørdu tey sær eisini
ómak at gera 40 kaféborð úr kaðal
trumlum frá SEV, sum so skuldu
standa runt í økinum, hóast fólk
skuldu sita við borðið og eta sjálva
høvuðsmáltíðina.
Hesi borðini koma vit aftur til
seinni.
Tónleikur skuldi eisini fáast til
vega og tá onki skuldi sparast, hví
so ikki fara eftir sjálvum contry-
konginum, Halli Joensen við bólki.
Hetta var alt klárt til stóra
dagin 8. august.
Óboðin gestur
Í Dali vóru tey spent.
Korona vistu tey sjálvandi
eins nógv um, sum vit allir aðrir
føroyingar. Smittan rakti ógvus
liga í vár, men so hæsaði hon av
350 FÓLK SENDU
TIL ÁRSINS VEITS
Pláss var gjørt fyri 415 gestum
Helga og Bødvar bjóðaðu til veitsluna