hósdagur 13. august 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
5
og tað vísti seg sum ongin smitta
var í landinum.
Ferðin í samfelagnum hækkaði
aftur og gerandisdagurin var
næstan sum vanligt.
- Ja, sjálvandi høvdu vit kor
ona í tankunum, men so hvørt
tað leið út, so var tað, sum ávirk
anin av herviligu smittuni hvarv,
so vit arbeiddu víðari við fyrireik
ingunum við góðum treysti, sigur
Bødvar Hjartvarsson.
Men so kom óbodni gesturin
innaftur í samfelagið. 3.august
høvdu vit tveir tilburðir 4. august
vóru teir 14 og dagin eftir heilir 38
og so framvegis.
- Vit sóu beinanvegin avleið
inganar av, at smittan var aftur í
samfelagnum. Fólk vendu sær til
okkara og søgdu, at sum støðan
var, so tordu tey ikki at koma í
eina slíka veitslu. Hetta skilja vit
væl, tí hetta er ikki nakað at spæla
við.
- Vit noyddust at repa seglini.
Ørvaroddarnir, sum skuldu grilla
mistu kokkin til smittuna og
soleiðis var allan vegin runt. Vit
máttu hugsa okkum væl um, hvat
vit skuldu gera, sigur hann.
Støða var tikin, at hóast stóra
veitslan bleiv spolerað av korona,
so skuldi silvurbrúdleypið haldast
kortini.
- Tá ið umstøðurnar broytast
so ógvusliga sum her, so ræð
ur um at hugsa øðrvísi. Vit av
gjørdu, at veitslan skuldi haldast
fyri teimum, sum komu til Dals
og tað skuldi framvegis gerast
ein góð veitsla, sigur silvurbrúð
gommurin.
- Tað var hildið á út á náttina
og huglagið var ómetaliga gott,
so hóast vit vóru 350 færri enn
vit væntaðu, so fingu vit eitt gott
ball, sigur hann.
Kaféborðini, sum hann hevði
gjørt úr kaðaltrumlum frá SEV?
- Ja, mánadagin endaðu tey í
einum stórum báli uttan at hava
verið brúkat, sigur Bødvar Hjart
varssoní Dali
Rimmar veitsla hóast
tey mongu avboðini
Korona forðaði fyri stóru
veitsluni í Dali, men sjálvt
silvurbrúdleypið leygardagin
gjørdist ein rimmarveitsla
hjá teimum 60 gestunum
ÁRNI GREGERSEN
T
að finnast næstan altíð
loysnir, tá ið foðringar
stinga seg upp.
Í Dali avgjørdu tey
at haldda veitslu, hóast korona
forðai teimum mongu, sum
høvdu teknað seg til veitsluna,
at koma til Dals.
60 gestir komu og tað var væl
og virðiliga innanfyri almennu
tilmælini, sum annars eru
galdanid.
- Hetta bleiv ein øðrvísi veitsla,
men av teirri grund ikki minni
góð, sigur Bødvar Hjartvarsson,
nú nakrir dagar eru farnir, síðan
veitslan var hildin.
- Tað skuldi sjálvandi finnast
uppá, tí tað, sum vit høvdu fyri
reikað, kundi ikki alt brúkast.
- Til dømis avgjørdu vit at
gera matin sjálvi. Vit keyptu
steikir frá Poul Michelsen og so
matgjørdu vit sjálvi. Ja, summar
av konunum, sum komu til
veitsluna yvirtóku mestsum
matgerðina,
sigur
Bødvar
Hjartvarsson.
Hann sigur, at huglagið var
sera got og serliga vísti tað seg,
at ein softice-maskina, sum
gjørdi desertina, vakti stóra gleði
– serliga kanska millum børnini
og tey ungu.
- Tá ið børnini vóru løgst, segði
ein mær, at tað bar til at lata eitt
sindur av Baileys ísin. Tað passaði
teimum vaksnu ómetaliga væl,
leggur hann afturat.
Hesa vikuna hevur hann
brúkt til at bera aftur, tað sum
var keypt ov nógv av. Matur var
til 200 fólk og ríkiligt av dryki
vørum. Tað er alt borið aftur, sum
ikki var brúkt.
- Bæði Helga og eg fegnast um,
at vit fingu hetta burtur úr, hóast
alt, men harmast sjálvandi um, at
so nógv noyddust at senda avboð
vegna korona.
U AVBOÐ
SLU Í DALI
Borðini vóru brend
á báli mánadagin
Tað gjørdist hóast alt ein góð veitsla