hósdagur 13. august 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
7
Fekk skeivt svar
upp á koronuroynd
Viðkomandi fekk positivt svar um
kvøldið, men negativt seinni sama kvøld
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
T
ýsdagin lat ein kvinna seg
kanna av sínum eintingum fyri
koronu á Landssjúkrahúsinum,
hóast hon ikki roknaði við at
fáa staðfest smittuna. Men tá svarið kom,
vísti tað seg, at hon var positivt smittað.
Hetta kundi ikki passa, hugsaði hon, tí hon
hevði ikki verið í sambandi við nakran,
sum hevur havt koronu. Eisini hevði hon
testað seg fimm dagar frammanundan. Tí
trúði hon ikki upp á svarið og forlangaði,
at kanningin bleiv greinað umaftur.
Seint um kvøldið sama dag varð greitt,
at viðkomandi ikki hevði COVID-19
allíkavæl - hesa ferð var svarið negativt frá
somu roynd. Hetta fortelur okkara kelda
fyri okkum.
Viðkomandi fær lovað, at royndin
verður eftirkannað einaferð aftrat, og
morgunin eftir fær hon enn einaferð
staðfest, at royndin er negativ.
Landslæknin vil ikki viðmerkja hetta,
men sigur, at tað kunnu vera fleiri orsøkir
til, at ein persónur kann fáa tvey ymisk
svar innan stutta tíð.
– Tað kann vera, at viðkomandi er blivin
negativur aftaná at hava verið positivur,
men tað kann eisini vera ein analysufeilur.
Har eru so nógvir møguleikar, sigur Lars
Fodgaard Møller í stuttari viðmerking.
Byggikrani koppaði
á óðinshædd í Havn
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Ein byggikrani koppaði á Óðinshædd í
Havn hósmorgunin, har Bústaðir arbeiðir
við at byggja nýggjar íbúðir.
Kranin koppaði beint niður á bygningin
hjá grannskoðaravirkinum Januar, meðan
kranin varð reistur.
Bygningurin hevur fingið nakrar
snuddir, men stórur skaði er ikki staðin av
óhappinum, og eingin mannskaði var.
Arbeiðseftirlitið er í ferð við at kanna
málið.