Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 8 11 ára gamli Baldur Holm er eitt natúrtalent, og hann hevur stórar dreymar PÆTUR HJALMAR EVENSSON – Eg vil liva av at standa á skateboard. Tað sigur 11 ára gamli Bald­ur Holm, sum er eitt stórt talent í skateboarding. Hann hevur fyri kortum fingið eina ser­liga stuðulsavtalu í lag við skate­ handilin í Havn, “Zoo - Skate, Climb & BMX”, sum hevur við sær, at hann verður sendur uttan­lands at kappast. Stuðulin inniber eitt nú eitt spildur­nýtt bretti og aðra útgerð til skating, umframt eina ferð til eina kapping, sum verður í Ís­ landi í desember. Tey í Zoo hava valt Baldur út, tí tey meina, at hann hevur serligar gávur, og tey vilja vera við til at motivera hann, so hann kann menna seg enn meira. Í góðveðrinum mikudagin hitta vit Baldur Holm og mam­ mu hansara Fridu Jóns­dótt­ir Andreasen uttan fyri skate­ parkina í Bacalao. Vit vilja hoyra eitt sindur meira um stóra áhug­ an og serliga talentið hjá Balduri. Heldur skateboard enn fótbólt Áðrenn Baldur byrjaði at standa á skateboard, hevði hann roynt seg við øðrum ítrótti sum fót­ bólti og hondbólti. Men hann føldi ongantíð, at tað var nakað fyri hann. Hann vildi royna okk­ urt annað og byrjaði so fyrst at gera “parkour”. Aftaná hetta fór hann at ganga til "tricking", har mann ger ymisk lop. Síðani kom áhugin fyri skateboarding spaku­liga, og fyri hálvumøðrum ári síðani byrjaði hann at standa nógv á skateboardi. – Eg sá eitt video av einum, sum droppaði inn á a eina stóra rampu. Eg hevði eitt skateboard heima, og so fór eg yvir á rampuna við Venjingarskúlan og prøvaði meg fram, greiðir Bald­ur Holm frá. Nú hevði Baldur funnið sína hill, og hann hevur verið bitin av skate­boardi líka síðani. Tað var skjótt, at fólkini í skateboardumhvørvinum løgdu merki til, at Baldur var dugna­ ligur, og at hesin ungi drongurin hevði eitt serligt talent. Stórtrívist á Bacalao Í januar fingu føroyskir skatear­ ar munandi betri um­støð­ur, tá nýggj innandura skate­park bleiv til veruleika. Skate­felag­ ið, sum er felagið fyri før­oyskar skatearar, hevur í eina tíð arbeitt við at fáa eina skate­ rampu í einum høli í gamla flakavirkinum í Havn, Bacalao. Tað eydnaðist felagnum at fáa eitt stórt rúm, sum nú er inn­ rættað sum ein skatepark, og har hevur verið nógv lív í síðan. Í hinum rúmunum í Baca­ lao er alt møguligt slag av virk­ semi, eitt nú góðar um­støð­ur til klintring, og so halda nakrar fyri­tøkur eisini til í bygn­ingi­ num. Baldur Holm stórtrívist í skate­parkini í Bacalao. – Hetta er hansara annað heim, flennir mamma hansara, Frida Jónsdóttir Andreasen. – Ja, eg haldi, at eg eri oftari her, enn eg eri heima, sigur Baldur, sum fegnast um at hava fing­ið betri umstøður at standa á skateboardi í Havn. – Eg hevði verið har nakrar ferðir, eitt sindur áðrenn tað lat upp alment. Tað er gott og stuttligt, at ein nýggj høll er komin, sigur hann. Heldur seg framat Í fjørsummar skipaði Útilív fyri einum skateboard-skúla. Ein kendur og royndur skateari, sum eitur Diego Fiorese, kom til Føroya at undir­ vísa føroyingum í eina viku. Diego, sum upprunaliga er frá Brasilien, hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum og hevur ferðast um allan heim. Hann er íløtuni búsitandi í Dan­mark, har hann undirvísir á skate­ boardskúlanum hjá LOW Aca­ demy og Skate Feliz. Baldur var við á skateboardskúlanum í Føroyum, og hesin skúlin gav honum ordiliga blóð upp a tonn­ ina at gera meira burturúr skate­ boarding. – Hann dugir ótrúliga væl og hevur tikið seg nógv fram upp á stutta tíð, sigur Frida Jónsson Andreasen, sum er stolt av soni­ num. Einar tveir mánaðir aftaná skate­høllin lat upp, blivu Føroyar raktar av koronafarsóttini, og tá mátti høllin lata aftur. Veðrið var gott í vár, so Bald­ ur og nakrir aðrir dreingir slóu seg saman og byrjaðu at street­ skatea í býnum í staðin fyri í høllini. Teir vóru til dømis á trappu­ni í Vágsbotni og gjørdu øll møgu­lig tricks. Baldur plagar at fáa inspiratión til hetta frá video­brotum á internetinum. Fyrr í ár lat nýggi handilin Zoo upp í Havn, sum selir útgerð til skating. Tey skipaðu fyri ein­ari kapping, har mann kundi legg ja eitt videobrot út á sosiala miðilin Instagram og tagga Zoo. Tann, sum hevði gjørt tann besta “ollie”, vann kappingina. Baldur legði eitt video út av sær, meðan hann gjørdi tricks í Steinatúni, og d ó m s n e v n d i n var imponerað og útnevndi hann sum vinnara av kappingini. BALDUR VIL LIVA BALDUR VIL LIVA AV AT AV AT STANDA Á STANDA Á SKATEBOARDI SKATEBOARDI Baldur Holm í skatehøllini á Bacalao