hósdagur 13. august 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
9
Datt og breyt armin
At standa á skateboardi er
ikki vandaleyst, og hetta má
Baldur ásanna í dag. Í summ
ar var hann ein túr á stóru
rampini í Fælledparkini í
Keypmannahavn, og tá hendi
tað, sum ikki má henda. Hann
datt á skateboardinum og fekk
stóran skaða í armin. Beinini í
arminum stungu út, og hann
endaði á Ríkissjúkrahúsinum.
Hann var fastandi í fleiri
tímar, áðrenn hann slapp
framat at blíva opereraður.
Hann fekk tvær stengur inn
í armin og fekk greið boð frá
læknanum um, at hann ikki
mátti gera nakran ítrótt í
tríggjar mánaðir, tí hann
má ikki detta og órógva
stengurnar í arminum. 3.
oktober sleppur hann at
skatea aftur.
– Tað er rotið ikki
at sleppa at skatea so
leingi. Men eg gleði
meg til í oktober, so
kann eg skatea aftur,
sigur Baldur Holm.
Tað var annars
ætlanin, at hann
g jøgnum
Zoo
skuldi luttaka í
einari kapping
í Íslandi nú í
august.
Men
hetta
mátti
ú t s e t a s t
til
desem
b e r m á n a ð ,
av tí at hann
breyt armin.
Framleiðir
hip-hop tónleik
Men Baldur hevur
ikki verið inaktivur í
tíðini, meðan hann hevur
verið skaddur. Hann hevur
nevniliga framleitt tónleik, og
hetta er nakað, hann hevur
fingist við leingi eftir hondini.
– Eg plagi at gera hip-hop á
telduni, og onkuntíð havi eg
fingið ein vinmann at rappa.
Mær dámar væl at gera beats,
sigur Baldur Holm, sum hevur
eitt lítið heimastudio við midi-
keyboardi og launchpad.
Vil liva av tí
Baldur plagar at siga "the world
is my playground", tí mann kann
skatea allastaðni. Hann ivast
ikki í, hvat tað besta er við at
standa á skateboardi:
– At føla seg frían. Man
behøvist ikki at hugsa um
nakað, meðan mann stendur á
skateboardinum, sigur hann.
Stóri dreymurin er at blíva
professionellur skateboardari.
– Eg ætli mær runt um alla
verðina at skateboarda. Eg
droymi um at kunna liva av at
skateboarda, sigur Baldur.
Skateboarding vinnur fram
Eitt, sum Baldur Holm gongur
høgt uppí, er, at fáa fleiri børn
áhugað í hesari ítróttargrein. Tí
tað hevur ikki verið so vanligt
í Føroyum seinastu árini, men
nú er tað við at broytast. Síðan
street-handilin Útilív - sum í dag
er stongdur aftur - lat upp fyri
nøkrum fáum árum síðani, er
nógv meira fokus komið á skate
boarding í Føroyum.
– Í 2004-08 var skateboarding
nokkso stórt í Føroyum, men so
steðgaði tað. Men nú sær mann,
at fleiri eru byrjað at skatea, so
tað er gott, sigur Baldur Holm,
sum vónar, at enn fleiri børn og
ung fáa eyguni upp fyri hesum.
11 ára gamli Baldur hevur í
hesum sambandi eina áheitan til
løgmann og føroyskir politikar
arnar annars.
– Eg og nakrir aðrir skatearar
halda, at tað er keðiligt, at løg
maður heldur, at tað er nokk
við bara fótbólti og hondbólti.
Vit siga, at vit vilja hava meira.
Klintring, skateboard og par
kour. Í Føroyum er til dømis
eingin parkourhøll. Vit vóna, at
politikararnir vilja byggja fleiri
hallir, so vit kunnu skatea meira
í Føroyum, sigur Baldur Holm.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Frida Jónsdóttir Andreasen og Baldur Holm við sínum nýggja bretti, sum hann hevur fingið frá Zoo
MYND: ZOO - SKATE, CLIMB & BMX