hósdagur 13. august 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
10
HEILSA
Soleiðis fáa vit Føroyar
koronufríar upp á 14 dagar
Frysta vit samfelagið og leggja
allar sosialar aktivitetir á hillina
í 14 dagar, so er væl hugsandi,
at vit verða koronafrí um 14
dagar sambært Pál Weihe,
professara í fólkaheilsu
HERGEIR STAKSBERG
V
it eru nú í tí keðiligu
støðu, at vit hava eina
spjaðing av korona
virus í samfelagnum.
Og ongin veit, hvussu útbreidd
sjúkan er. Vónin er, at talið fer
at fella. Vit vóna eisini, at tey
fólkini landslæknin hevur biðið
fara í sóttarhald, eru tey sum eru
smittað, men tað kunnu vit ikki
vita sambært Pál Weihe.
– Tað kunnu framvegis vera
fólk, sum ganga glað og fró úti
á gøtuni og smitta onnur, uttan
at vita tað. Og tað er tað, sum er
so ólukkuligt við koronu í mun
til aðrar sjúkur, at tú kann vera
frískur og uttan symptomir, men
framvegis smitta onnur. Tá tú
hevur influensa, so veitst tú, at
tú ert sjúkur, men tað keðiliga við
koronu er, at tú kann verða frískur
og smitta onnur, uttan at kenna
teg sjúkan, sigur Pál Weihe.
Nú tá vit ikki vita, um tað eru
nakrir smittuspjaðarar, sum ganga
runt í okkara samfelag uttan at tey
sjálvi vita tað, so hevur Pál Weihe
sett sær sjálvum spurningin: Hvat
kunnu vit gera nú?
– Jú, vit kunnu “frysta” sam
felagið komandi 14 dagarnar, og
ikki fleiri mánaðir fram. Hvussu
fáa vit steðga virusinum at hoppa
frá fólki til fólk? Jú, vit kunnu
siga, at aftan á arbeiðstíð, so fara
vit heim til okkara húski, og vera
bara har. Og tað merkir ikki, at
tú bara skal vera innandura, tú
mást gjarna fara út og ganga ein
túr, men halt teg til tína familju,
tín hjúnarfelaga, tíni børn og tak
eina pausu frá øllum sosialum
aktivitetum úti í samfelagnum,
sigur Pál.
At vit skulu skrúva niður fyri
okkara sosialu aktivitetum merkir
ikki, at nú skulu vit øll gevast við
at arbeiða.
– Far endiliga til arbeiðis,
men syrg fyri at arbeiða í frá
støðu. Tað ber væl til at flyta
skrivstovumøblar runt, so vit fáa
ta neyðugu frástøðuna. Í summ
um førum kanst tú arbeiða heim
anífrá, og arbeiðir tú sum hand
verkari, so ber eisini til at halda
frástøðu. Tú skalt hugsa: “Nei,
eg fari ikki í kantinuna at hugna
mær. Eg taki heldur matpakka við
og eti einsamallur”. Við øðrum
orðum: Teir komandi fjúrtan
dagarnar er onki annað á skránni
enn títt privatlív og títt arbeiði.
Tú fert ikki til fitness, tú fert
ikki á barr, tú fert ikki út at eta,
tú fert ikki til føðingardagar ella
jarðarferðir. Hetta skal síggjast
sum eitt kollektivt sóttarhald,
har vit leypa alt sosialt felagslív
yvir í 14 dagar. Klára vit tað, so
trúgvi eg, at vit kunnu fáa Føroyar
koronafríar aftur um 14 dagar. Ein
fortreyt er tó, at vit framhaldandi
testa við landamarkið og eggja
fólki til at lata seg kanna sætta
dag, sigur Pál at enda.