hósdagur 13. august 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
11
HEILSA
Koronamaskan er
heilsa og politikkur
Kjakast verður um, hvussu nógv andlitsmaskan
kann hjálpa til at steðga smittuspjaðing
av koronu, men maskan er eisini ein
spurningur um samfelagsliga ideologi
F
arsóttarnevnin mælir nú
fólki til at brúka andlits
masku í almenna rúm
inum – serliga har nógv
fólk eru savnað ella koma nær
við hvønn annan. Tilmælið var
sett fram at fútanum, sum er
formaður í farsóttarnevndini, og
hann bara tað varsliga fram við
áherðslu á, at tað var eitt tilmæli
til fólk.
Umleið 140 onnur lond hava
mælt til, at fólk brúka andlits
maskur, tá ið tey eru úti millum
fólk. Í flestu londum er tilmælið
avmarka til ávísar støður – keyps
skálar, almenna ferðslu, tiltøk,
heilsubygningar, flogvallir og
annað.
Kjakast hevur verið um, hvussu
væl andlitsmaskan verjir. Tey, sum
hava verið ímóti maskunum, hava
ført fram, at greið prógv eru ikki
fyri, at maskan ger stóran mun.
Tey, sum mæla til maskubrúkið,
vísa hinvegin á nýggjari kanning
ar, sum geva ábendingar um, at
maskan hjálpir. Hon kann serliga
hjálpa til at forða fyri, at fólk, sum
er smittað, smitta onnur, men hon
kann eisini í vissan mun forða fyri
at fólk verða smittað av øðrum.
Heilsa
Tíðarritið videnskab.dk hevur
savnað nakrar kanningar, sum
er gjørdar um brúk av maskum í
sambandi við smittu av koronu.
Í Massachusetts, har 75.000
heilsustarvsfólk, fingu álagt at
brúka andlitsmasku, fall talið á
smittaðum frá 14,7 prosent til 11,5
prosent. Hendan kanningin varð
gjørd í juli mánaði.
Í einari frísørsalong, har tveir
frisørar vóru smittaðir, varð eingin
av 67 viðskiftafólkum smittað, tá
bæði frisørar og viðskiftafólk
brúktu masku.
Videnskab.dk vísir eisini til
aðrar kanningar og til The Lan
cet, sum 27. juni í ár tók saman um
44 smærri og størri kanningar av
maskum og kom til niðurstøðuna,
at »andlitsmaskur geva verju
– eisini í støðum uttan fyri
heilsuverkið«.
Spurningurin er tó framvegis,
hvussu nógv maskan hjálpir í
stríðnum ímóti koronusmittuni,
men læknin Pál Weihe heldur, at
prógvini fyri maskum eru so mikið
góð, at fólk eiga brúka maskur í
serligum støðum í almenna rúm
inum.
Ideologi
Maskan er ikki bert ein spurn
ingur um heilsu. Hon er eisini
spurningur um ideologi – um pol
itikk. Tey flestu munnu halda,
at tað er víðgongt stig at bera
andslitsmasku í almenna rúm
inum, og summi halda, at hetta
er ov víðgongt samanborið við
ágóðan.
Hetta er ikki nýtt kjak. Tá ið
herviliga Spanska sjúkan gjørdi
um seg í 1918, álegði heilsuovastin
í Kalifornia í USA fólkum at bera
masku, sum var gjørt úr gaze.
Onnur frælsisavmarkandi átøk
vóru eitt nú, at tað var ikki loyvt
at savnast, kyssa ella tosa hart á
gøtuni, men tað var maskan, sum
fekk fólk at ressast. Mótmælt
var, at maskan var eitt krav, og
nógv fólk gingið við maskuni í
nakkanum, onnur høvdu onga
masku. Hundraðtals fólk vóru
send í geglið, tí tey ikki vildu fara
í maskuna.
Talið á sjúkum fall munandi,
tá ið maskan varð eitt krav, og
kravið var linkað og hert, alt eftir
hvussu støðan við sjúkuni var. Tá
ið maskan á triðja sinni varð eitt
krav, var ein mótmælisbólkur
stovnaður, Anti-mask League.
Kanningar
Prosessarin Michael Bang Peter
sen hevur saman við øðrum gjørt
kanningar í USA, og niðurstøðan
er, at tað er ein stór politisk polar
isering, tá ið tað kemur til brúk av
maskum.
– Tað er okkurt við maskum,
sum triggar fólk, sigur hann við
Weekendavisen.
– Okkara fyrstu kanningar vísa,
at tað er ikki stórur munur á, hvat
republikanarar og demokratar í
USA halda um frástøðu og reinføri
í sambandi við koronu, men tað er
ein lutvíst stór polarisering, tá ið
tað snýr seg um maskuna, sigur
Michael Bang Petersen við Week
endavisen.
Tey, sum eru vinstru megin
miðjuna, eru heitari fyri masku
brúki, meðan tey høgru megin
miðjuna í størri mun eru ímóti.
Í Føroyum sæst eisini eitt spír
andi kjak um maskuna, men í
øllum førum kunnu vit siga, at tað
nú er blivið meira vanligt, at síggja
vanlig fólk bera masku í almenna
rúminum, og helst verður tað enn
meira vanligt komandi tíðina.