Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 14 HEILSA Mugu læra okkum at liva við koronu Hvat er fakta og hvat er myta, tá vit tosa um koronu? Er maskan ein effektiv verja? Kann tað passa, at okkara testskipan bara fangar 80 prosent av teimum smittaðu? Vit hava fingið Shahin Gaini, yvirlækna á Landssjúkrahúsinum, at svara teimum nógvu spurningunum, sum hava malt í høvdinum, síðani korona gjørdi innrás í Føroyum HERGEIR STAKSBERG H vat vita vit í dag, sum vit ikki vistu í mars mánaði? – Tá sjúkan rakti Føroyar í mars mánaði, tá høvdu vit bara hoyrt um sjúkuna í nakrar fáar mánaðir. Og tá sjúkan rakti Italia og Evropa í februar, so var tað bara fáar vikur seinni, at sjúkan eisini var í Føroyum. Og tá vistu vit rættiliga lítið um, hvussu álvarslig sjúkan var, hvør toldi hana, hvør ikki toldi hana, hvussu sjúkan skuldi handfarast, og hvussu vit funnu fram til smittukelduna, greiðir Shahin frá. – Ja, vit høvdu eina rættiliga avmarkaða vitan í mun til í dag, tí nú hava vit royndir frá bæði Før­oyum og útheiminum. Og vit hava eisini lært, hvussu vit kunnu steðga sjúkuni í Føroyum, tí tað eydn­aðist jú at steðga smittuni. Vit vóru koronufrí í umleið 100 dag­ar eins og New Zealand, sum eis­ini fekk sín fyrsta tilburð í vik­ uni eftir at hava bast sjúkuni. Hava vit lært nakað um, nær vit skulu lukka landið niður og lata tað upp? – Ja, vit hava eisini lært, at um vit gera sum USA og lukka niður ov seint, so fær mann stórar trupul­leikar. Og USA lat eisini ov skjótt upp aftur, og nú hevur USA ein risa trupulleika, har mann ongantíð hevur megnað at steðgað fyrstu bylgjuni av koronu. Hava vit lært nakað um sjálva viðgerðina av sjúklingum? – Ja, mann hevur funnið útav, at tey sum verða álvarsliga sjúk ikki mugu leggjast í respirator for tíðliga, tí tey flestu doyggja, tá tey koma í respirator. Í New York doyðu 80 prosent av teimum, sum blivu løgd í respirator. So mann roynur at gera alt fyri, at sjúklingar ikki enda í respirator. Hava vit aðra viðgerð enn respir­ator? – Ja, vit hava eina viðgerð, sum er bæði einføld og gomul. Og tann viðgerðin byggir á hjánýra­ hor­monið, sum er í familju við astma­medisin, har mann roynir at dempa immunverjuna. Har vita vit, at viðgerðin gevur rætti­ liga góð úrslit hjá teimum sjúk­ astu, og vit hava eisini brúkt hesa viðgerðina í Føroyum, sigur Shahin. Kann mann fáa koronu fleiri ferð? Vita vit um fólk, sum longu hava verið sjúk, kunnu fáa sjúkuna aftur? – Nei, tað vita vit ikki heilt enn, men vit gjørdu kanningar í vár, har vit kannaðu føroyingar, sum høvdu havt koronu, fyri andevnir. Og tann kanningin vísti, at næstan allir luttakararnir høvdu andevnir. So um vit taka støði í Føroyum, so sær tað út til, at vit hava andevni í longri tíð, meðan mann aðrastaðni hevur sæð, at mann missur andevnini rættiliga skjótt. Hvussu ber tað til, at tað er munur á úrslitinum í Føroyum og aðrastaðni? – Tað kann vera tí, at vit hava tikið royndirnar so mikið tíðliga í Føroyum, at viðkomandi ikki hevur havt tíð til at missa andevni. Ella kanska vit hava brúkt eina betri analysu enn hini, tí vit hava faktiskt eina ótrúliga góða ana­ lysu í Føroyum, sum byggir á blóð­ royndir. Men tað stutta av tí langa er, at hóast tú hevur verið sjúkur og hevur fingið staðfest andevni, so er tað fyribils onki garanti fyri, at tú ikki kann fáa koronu aftur. Tann vælsignaða vaksinan Vit hava leingi hoyrt, at ein vaks­ ina er loysnin upp á koronu. Hvussu er støðan viðvíkjandi vaks­inu? – Fyri at ein vaksina skal vera góð, skal hon hava góð andevni móti sjúkuni, men tað finnast eis­ini sjúkur, har tað ikki eru sjálv andevnini sum verja teg. Og tá tað ikki eru andevnini, so Ella kanska vit hava brúkt eina betri analysu enn hini, tí vit hava faktiskt eina ótrúliga góða ana­lysu í Føroyum