Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 16 HEILSA er tað tínar egnu immunkyknur, sum hava lært at kenna sjúkuna aftur púra óheft av andevnum. Og tað er har, mann er nú, tí um tað ikki eydnast at fáa eina vaks­ inu við góðum andevnum, so hava vit nakrar minniskyknur í okk­ara immunskipan. Og við at fáa eina effektiva vaksinu inn í kropp­in, so kunnu vit læra okk­ara minnis­ kyknir at minnast koronuvirusið. – Tá koronuvirusið so einaferð bankar á dyrnar, so aktiverast immunskipanin og leypur á kor­onu­virusið uttan hjálp av andevnum. So vit eru við at vera har ella? – Vit vita ikki enn, um tað fer at virka. Og kanska hevur mann verið ov optimistiskur við­ víkjandi vaksinu, tí vit vita frá øðr­um sløgum av koronuvirus, at vaksinurnar ikki eru serliga góð­ar. Tí koronuvirusin er eitt forkølisisvirus, og tað sum eyð­ kennir eitt forkølilsisvirus er, at mann rættiliga skjótt missur immunitetin. – Um tú tildømis er forkølaður ein vetur, so fært tú kanska ikki sama forkølilsi aftur sama vetur, men tú kann gott fáa tað næsta vetur. Tá korona so kom fram í ljósið, so vistu vit longu, at hetta var ein sjúka, sum var torfør at fáa langtíðar immunitet ímóti. Og tí er tað rættiliga óvist, um vit fáa eina langtíðarvaksinu, men í tí førinum kann mann kanska lata seg vaksinera einaferð um árið. 20 prosent óvissa Hvussu álítandi er koronutestin, sum vit brúka í Føroyum? Havi lisið um eina óvissu millum 10 og 20 prosent? – Tað eru fleiri mátar at lata seg testa fyri koronuvirus, og tann besti mátin er ein PCR kanning. Tað er tann kanningin, sum bæði Landssjúkrahúsið og Thetis brúka, men hóast hetta er besti mátin, so er hetta ikki ein perfekt test. Lat okkum siga, at tú hevur virus í hálsinum og letur teg kanna, so er tað umleið 80 prosent møguleiki fyri, at royndin er positiv. Tað vil so siga, at um vit testa 100 før­oy­ ingar, sum hava smittu í hálsinum, so megnar testin bara at fanga umleið 80 av teimum, tí har er ein óvissa á umleið 20 prosent. Hvussu ber tað til, at óvissan er á 20 prosent? – Tað er nógvar orsakir og ongin analysa er perfekt. Tað kann verða avmarkingar í sjálvari analysuni, hvussu tú potar ella um pinnurin er rætt stað. Og sjálv teknologiin í pinninum og hvussu góður pinn­ urin spælir eisini ein leiklut. Har er ein rúgva av faktorum sum spæla inn fyri at fáa eitt optimalt úrs­lit. Um vit siga, at 20 prosent av øllum føroyingum eru dotnir nið­ urímillum, hvussu megnaðu vit so at fáa tamarhald á smittuni? – Hóast testin ikki var 100 pro­ sent eftirfarandi, og vit mistu 20 prosent av teimum smittaðu, so hava øll hini tiltøkini havt eina so stóra ávirkan, at tað hev­ur kompenserað fyri, at sjálv test­ ingin ikki var perfekt. Og tá tosa vit um at halda frástøðu, gott reinføri, sóttarhald, og øll tey stóru tiltøkini, sum vórðu avlýst. – Ein partur av frágreiðingini kann eisini vera, at fólk, sum fingu ein negativan test, hava testað seg aftur seinni tá tey fingu symp­t­ omir, og tá hava fingið positivt svar uppá testin. Og tað er hetta, sum orsøkin til at mann eisini test­ar tann sætta dagin aftan á komu til Føroyar. Tey eldru gjalda ein høgan prís Herfyri datt eg um eina grein, har mann vísti á, at einsemi hevði eina negativa ávirkan á okkara imm­ unverju. Kann hetta hava havt ávirkan á búðfólkini á okkara ellisheimum, sum fáa rættiliga av­markaða vitjan orsakað av koronu? – Vit vita, at immunverjan er tengd at, hvussu vit hava tað sálarliga. Har er ein kobling mill­ um kropsliga- og sálarliga heilsu. Og einsemi kann verða eitt slag av stress, sum kann ávirka imm­ un­verjuna. Men hvønn leiklut ein­semi hevur í samband við kor­onu, tað tori eg ikki at úttala meg um, men stress kann í øllum før­um gera teg meir móttakiligan yvirfyri infektiónum. – Hyggja vit at øllum tiltøk­un­ um, sum verða sett í verk rættliga harðliga og fýrakantað, so hevur tað ein høgan prís, sum øll kanska ikki eru áhugaði í at gjalda. Og tá hugsi eg kanska serliga um tey gomlu, sum verða tvungin til at iso­lera seg, sigur Shahin. Ikki øll blíva smittað Fyrr í ár fekk daman hjá mær koronu, men hóast bæði sonurin og eg høvdu verið nógv saman við henni í átta dagar, áðrenn hon fór í sóttarhald, so fekk hvørgin av okkum koronu. Hvussu ber tað til, at summi verða smittað, meðan onnur ikki verða smittaði? – Tað eru fleiri møguleikar. Tað kann vera sjálv virusin, tí tað er nakað sum týður uppá, at ávís sløg av covid smitta meir enn onnur. Tí hóast talan er um sama virus, so finnast tað fleiri variantar av sama virus. Ein annar møguleiki er sjálvur vert­urin, also persónurin sum hev­ur fingið virusið, tí tað er vert­ urin, sum framleiðir virusið. Tað eru vit, sum eru fabrikkin, sum framleiðir virusið, tí ein virus kann ikki framleiða virus einsa­ møll. Fyri at framleiða virus, so fer virusið inn í okkara kyknur og biður kyknurnar um at hóp­fram­ leiða meir virus. Og tað er eisini stórur munur á okkara fabrikkum. Summi framleiða nógv meir virus enn onnur, og tey sum framleiða nógv meir virus spjaða eisini generelt nógv meir smittu. So tað kann bæði vera sjálvt virusið ella sjálvur persónurin, sum framleiðir virusið, sum er orsøkin. Tann triðji faktorurin er um­ støðurnar, sum persónurin ferðast í. Tað kann vera ein persónur, sum luttekur í nógvum stórum til­tøkum. Í USA hevur mann til dømis hoyrt um eitt kór, har øll blivu smittaði av einum persóni. Ein annar faktorur er, um tú tosar hart, tí tosar tú hart, so smittar tú nógv meir enn tveir metrar. Og um tú syngur so er tað kanska enn meir. Hetta er alt faktorar, sum spæla inn í mun til, hví summi blíva smittaði, meðan onnur ikki blíva smittaði. Shahin ósamdur við Tegnell um maskur Herfyri segði svenski serfrøð­ing­ urin, Anders Tegnell, at ongi prógv eru fyri, at maskur hava eina fyribyrgjandi effekt. Hvat hevur tú at siga til tað? – Fyrr í ár var mann skept­ isk­ur yvirfyri maskum í vestur­ heim­inum, men ikki í asiatiskum londum sum Japan, Taiwan og Korea. Har hevur verið traditión at brúka masku um veturin móti krímsjúku. Vit hava øll sæð japanarar og kinesarar við mask­um í Kastrup langt áðrenn kor­onu kom til Evropa. So vit í vest­ur­heiminum hava havt eina aðra hugsan um maskur, og um mann hyggur at Danmark, Svøríki og USA fyrst í árinum, so meinti mann ikki, at vit høvdu nóg nógva vitan um effektivitetin av at brúka masku. Ein annar faktorur, sum spældi inn í byrjanini av árinum var, at tað manglaðu maskur innan heilsuverkið, so mann var bangin fyri at ongar maskur fóru at vera eftir til tey, sum skuldu viðgera sjúklingarnar. Men seinni er so meir vitan komin fram sum týðir uppá, at maskurnar faktiskt eru effektivar. Og reint biologiskt er tað eisini rættiliga logiskt, tí at tú steðgar dropasmittuni, tá tú hevur eina masku. Og hyggur tú at USA, Asia og flestu londunum í Evropa, so eru tey ikki samd við Tegnell. Tað finnast enntá summi sum siga, at maskurnar eru somikið effektivar, at um øll høvdu gingið við masku frá byrjan, so kundi samfelagið verið heilt opið. Mugu læra okkum at liva við koronu Um vit siga, at frá í dag av, so fært tú alt valdið í Føroyum. Hvussu hevði tú so handfarið koronu­ kreppuna? – Ja, mann hevur so í øllum før­um lært, at mann skal vera varin við at vera ov sjálvsikkur í, hvussu mann skal handfara krepp­una. Men eg dugi illa at ímynda mær, at vit fara aftur til at steingja samfeløgini aftur upp á sama máta, sum vit hava gjørt. Tí prísurin verður hægri og hægri, og her hugsi eg ikki bara um økonomi. Eg hugsi eisini um sálar­liga heilsuna og lærdóm hjá børn­um og ungum, sum ikki sleppa á stovn ella í skúla. Hvørjar framtíðarbroytingar dugir tú at síggja fyri tær? – Eg kundi ímyndað mær, at um covid fer at verða hangandi, at mann so royndi at halda sam­ felagið koyrandi so normalt sum gjørligt, og heldur velja at fokusera upp á at verja tey, sum ikki tola smittuna. Kanska ikki verja tey við at nokta teimum kontakt við onnur, tí tað er tað ongin sum ork­ ar í longdini, men verja tey við at blíva testaði javnan. Og at mann flytur seg frá at testa breitt, har øll lata seg testa, til at testa meir smalt. Hvat leggur tú í orðingina at testa smalt? – Ja, tá hugsi eg um starvsfólk á røktarheimum, sjúkrahúsum, barnagørðum og skúlum. At mann ger tað lætt hjá teimum at testa seg mánaðar ella ár fram í tíðina, til vit fáa eina trygga vaksinu. So heldur enn at fokusera upp á at útrudda sjúkuna, so skulu vit læra okkum at liva við støðuni og verja okkum so gott vit megna. – Eg sigi ikki, at hetta er tað, sum vit fara at gera í dag. Men eg dugi at ímynda mær, at hatta eru nakað, sum fer at broytast í fram­ tíðini, sigur Shahin at enda. Fyri at fram­ leiða virus, so fer virusið inn í okkara kyknur og biður kyknurnar um at hóp­fram­leiða meir virus Langar bíðirøðir hava verið til koronakanning