Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 18 SKÚLABYRJAN ANNIKA KUNOY IM E ftir summarfríðina byrja 687 børn í 1.flokki - 360 dreingir og 327 gentur. Fyri hesi byrjar ein nýggj­ur og spennandi kapittul í lívi­num, og nú mugu bæði børn­ ini og foreldur teirra laga seg eftir nýggja gerandisdegnum og av­bjóð­ingunum, sum eisini fylgja við. Tað er stór broyting frá barna­garði til skúla, og hóast barn­ið skal í skúla og læra nýggju mannagongdirnar uttan mam­mu og pápa sín, so er ein væl­eydnað skúlabyrjan tengd at góð­um samstarvi millum skúlan og heimið, og tað er umráðandi, at foreldur gera sítt til, at barnið fer at trívast, heldur Marianna Skarð­enni Poulsen, lærari og lesi­veg­leiðari. At vera skúlaklárur Tað er ymiskt, hvussu tey á leið sjey ára gomlu børnini, sum byrja í fyrsta flokki, eru fyri. Mari­ anna Skarðenni Poulsen greiðir frá, at tað er ideelt, at børnini duga at bíða eftir tørni, tá tey fara í skúla, tí tað er ógjørligt hjá einum lærara at svara einum heil­um flokki í senn, tá tey hava eitt­hvørt, sum tey vilja siga. Tó, so má barnið eisini vita, at hóast tað onkuntíð má bíða, so skal tað ikki halda seg aftur, tí samskifti er partur av skúlalívinum. Eisini er umráðandi, at barnið dugur at lurta, og lurtar eftir lærara og floksfeløgum sínum og ikki bert eftir sær sjálvum. Eisini má barnið læra, hvussu tosað verður inni í eini skúlastovu í mun til, hvus­su tosað verður aðrastaðni í skúla­num. Hetta kallar Mari­ anna Skarðenni Poulsen at tosa í rættari tónalegu. – Lærarin brúkar nógva tíð fyrsta árið at minna børnini á, at tey nú mugu tosa spakuliga, lurta ella hugsavna seg. Hetta við, at tey tosa spakuliga við ein, sum situr við síðuna av, og at tey kunnu tosa harðari í for­kort­ erinum er nakað, sum tey mugu læra. Tað læra tey í skúlanum, men foreldrini kunnu stuðla hes­um, og byrja at læra tey hetta heima eisini, sigur hon. Ein onnur avbjóðing hjá nógv­um børnum, sum koma úr barna­garði í skúla er at skula sita niðri í longri tíð. – Tað kann verða ein stór broyt­ing hjá barninum, at nú skal tað sita, tá vit hava tíma og bert renna, tá tað er fríkorter. Um barnið reisir seg upp, tá tað ætlar sær, so órógvar tað undir­ vísingina, men tað er eisini nakað, sum barnið skal læra, sig­ur hon. Tað er serliga tað fyrsta hálva árið, sum verður brúkt til at læra barn­ið og at ganga í skúla, sigur hon eisini. – Hóast man ofta sigur, at man skal gera skúlan fyri barnið og ikki barnið fyri skúlan, so má havast í huga, at skúlin er ein læristovnur, har vit hugsavna okkum í longri tíð, hóast man, sum skúlalógin eisini sigur, royn­ir at møta barninum har tað er, leggur hon aftrat. Praktisk viðurskifti Tað kann tykjast einfalt, men tað eru eisini praktisk viðurkifti, sum gera, at barnið fer at trívast. Barnið má vera fullsvøvnt og hava etið morgunmat og gjørt skúla­tingini, tá tað kemur í skúla, men tað er eisini umráðandi, at barnið h e v u r tey ting­ ini, sum tørv­ur er á í skúla­degnum. – Tað er umráðandi, at skúla­task­an er pakkað og tingini, sum barn­ið skal brúka eru við. Hev­ur barnið fim­leik tann dag­in, so skal fim­leika­ taskan eisini við. Børn­ini leggja merki til hvønn annan og leggja til merkis, um eitt­hvørt ikki er, sum tað skal vera hjá sær ella hjá hinum, sigur Mari­anna Skarðenni Poul­sen. Hon leggur afturat, at tað eisini er umráðandi, at skúla­ barn­ið skilur, hvat er mítt og hvat er títt. Tað kemur ofta fyri, at børnini ikki hava skit tað. Eisini mugu foreldrini ansa eftir, at barn teirra kemur í skúla til tíð­ina. Marianna greiðir frá, at tað er sera skjótt til, at stempul verður sett á eitt barn, sum ofta kemur ov seint. – B a r n i ð mink­ar, tá tað fær at vita, at tað al­tíð kemur ov seint, sig­ur hon og leggur aftur­at, at tað eisini er nakað, sum for­eldr­ini kunnu hava í huga. Foreldur týðandi leiklut SAMRØÐA Ein væleydnað skúlabyrjan er tengd at góðum samstarvi millum skúlan og heimið, og tað er umráðandi, at foreldur gera sítt til, at barnið fer at trívast, heldur Marianna Skarðenni Poulsen, lærari og lesivegleiðari Tá tit lesa fyri barninum: Setið tykkum væl til rættis, so barnið sær myndir og tekst í bókini Latið barnið kenna aftur og peika á orð í bókini Steðgið á og tosið um innihaldið, orð, myndir og annað Greiðið frá, um okkurt er, ið barnið ikki skilir Lagt til rættis hava: Helga Andreassen, Gunnvá Dam og Tonnie Strøm ÚR FALDARINUM “TÁ BARNIÐ BYRJAR AT LESA”