hósdagur 13. august 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
19
SKÚLABYRJAN
SAMRØÐA
Tá barnið lesur fyri tær:
Kanska skulu tit lesa eina
ferð, áðrenn barnið roynir
seg.
Sigið orðið, um barnið hevur
trupulleikar av tí. Umráðandi
er, at barnið kemur víðari og
ikki missir hugin
Ikki steðga barninum, um
tað lesur skeivt. Rættið bara
um skeivleikin ger, at barnið
ikki skilir.
Tað er sera týdningarmikið,
at tit rósa barninum so
upplivingin verður jalig.
Um barnið heldur, at bókin
er keðilig ella ov torfør, so
finnið aðra bók.
Um barnið ynskir, so latið
tað lesa somu bók fleiri
ferðir.
Lagt til rættis hava: Helga
Andreassen, Gunnvá Dam og
Tonnie Strøm
ÚR FALDARINUM
“TÁ BARNIÐ
BYRJAR AT LESA”
Tað hjálpir við
trivnaðinum hjá
barninum, tá tað
sær foreldrini tosa
við onnur foreldur,
og tá barnið veit,
at foreldurini ikki
tosa negativt um
hini foreldrini,
børnini ella
lærarar, sum
barnið er
saman við í
gerandisdegnum
MYND: ÁRNI ØREGAARD