Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 20 SKÚLABYRJAN Lesa saman Tá børnini byrja í fyrsta flokki verður farið undir at læra bók­ stavir og at lesa, sum eitt av tí fyrsta. Tí er umráðandi, at for­ eldur eisini eru við á hesum øki­num frá byrjan av við at lesa fyri og seinni við børnum sínum hvønn dag. Áðrenn børnini duga at lesa verður mælt til at lesa fyri teim­ um. Tá børnini sjálvi duga at lesa er gott at hava sum meginreglu, at tey lesa so nógvar minuttir, sum tey eru ár – í 1. flokki er tað einar sjey minuttir um dagin, greið­ir lesivegleiðarin frá. Tá foreldur og børn velja til­ far, so heldur Marianna Skarð­ enni Poulsen, at tað hjálpir væl upp á hugin hjá barninum, um bøk­ur­nar eru um okkurt, sum barn­ið hevur áhuga í. – Á bókasavninum eru nógv­ ar góðar bøkur, og barnið kann finna sær okkurt, sum tað hevur áhuga í. Eg vil viðmæla krabba­ bøkurnar, sum eru býttar upp eftir torleikastigi. Eisini gevur Nám nógvar góðar barnabøkur út, so nógv er at velja í, sigur hon. Tosa um hugtøk Eisini er umráðandi at tosa sam­ an um tað, sum lisið verð­ur, tí tað eru nógv orð og hug­tøk í lisna tilfarinum, sum barn­ið ikki skilur. Marianna Skarð­ enni Poulsen heldur, at av tí, at flestu børnini eru á stovni saman við javnaldrum, so eru nógv gerandisorð, sum tey ikki læra natúrliga longur. Tí mugu for­eldur og lærarar seta sær fyri at greiða frá tá lisið verður, so barnið venur seg við orðini og hugtøkini. Eisini verður lættari at læra at lesa, tá ein kennir fleiri hugtøk aftur í tekstunum, held­ ur hon. – Fleiri orð tú kennir, fleiri orð kennir tú aftur, tá tú fert at lesa, stað­festir hon. Marianna Skarðenni Poulsen greið­ir frá, at tað er sera ymiskt, hvussu skjótt børnini læra at lesa. Summi børn duga longu at lesa, tá tey byrja í skúla, ímeðan sum­mi als ikki duga. Tey flestu koma tó eftir tí um jóltíðir. Tá tey børnini læra at lesa, kunnu foreldrini hava í huga, at tað hjálpir barninum um peik­að verður við fingrinum, tá man lesur. Eisini kann man biðja barnið peika, tá man lesur fyri tí, so tað sær orðið, sum lisið verður, sigur Marianna Skarð­ enni Poulsen. – Hetta er sovorið, sum vit gera í skúlanum, men sum av­ gjørt eisini er gott at gera heima, sigur hon. Tað er ikki bert teksturin, sum er umráðandi, tá barnið skal læra bókstavir, orð og ljóð. Mynd­ir­nar eru avgjørt eisini av stór­um týdningi, og tær geva nógv orð – bæði til foreldur og barn­ið, heldur hon. Samband við onnur Tey børnini, sum koma í flokk saman skulu vera saman meginpartin av tíðini í fleiri ár, tí vigar tað sosiala sambandi mill­ um børnini í flokkinum eisini nógv. Tað eru serliga flokslærarar, ið taka sær av trivnaðinum í flokki­num, og Marianna Skarð­ enni Poulsen greiðir frá, at í fyrsta flokki eru nógvir tím­ar í før­oysk­um, sum eisini verða brúkt­ir til at arbeiða við ymisk­ um samansjóvandi evn­um og bólka­arbeiði ann­ars. Har­um­ framt er tað um­ráð­andi, at heim­ini hava í huga, at tá børn­ ini verða boðin í føð­ing­ar­dagar ella eitthvørt annað hjá hvørjum øðrum, so skulu tey fara, so ongin verður útihýstur. Summir flokkar gera eisini vina­bólkar, har børnini fáa høvi til at vitja heima hjá hvørj­ um øðrum. Hon heldur, at tað er ymiskt, hvussu væl slíkir bólkar rigga, tí tað eru ikki øll foreldur, ið eru før fyri at taka í móti børnunum. Tá børn­ini vitja í vinabólkum er tað av allarstørsta týdningi, at for­ eldrini hava okkurt fyri børnini og eru við í tí, sum fer fram. Ein annar møguleiki er, at for­eldrini skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið, har øll børn­ini við foreldrum møta og gera okkurt saman. Tá fáa øll høvi til at síggja hvønn annan og tosa saman. Hon greiðir frá, at um man brúk­ar foreldrini, so er tað góð­ ur fongur fyri flokkin og fyri ein­støku børnini. Onkuntíð hava foreldrini brúkt sítt egna ar­beiðslív ella frítíðarítriv og til dømis bjóðað børnunum við at hyggja, tá tey fletta. – Tað hjálpir við trivnaðinum hjá barninum, tá tað sær for­eldr­ ini tosa við onnur for­eld­ur, og tá barnið veit, at foreldurini ikki tosa negativt um hini foreldrini, børn­ini ella lærarar, sum barnið er saman við í gerandisdegnum, sig­ur Marianna Skarðenni Poul­ sen. ANNIKA@SOSIALURIN.FO SAMRØÐA Soleiðis stuðla tit barninum málsliga: Lesið dagliga fyri og saman við barninum. Syngið fyri og saman við barninum. Spælið tykkum við rímum og ramsum. Tosið um tað tit gera ( ymiskt tit síggja, les køkuuppskriftina, sjónvarpskránna, ella okkurt úr bløðunum og spyr hvat barnið hevur gjørt tann dagin). Hyggið at barnafilmum saman, steðgið filminum og tosið um okkurt, ið er áhugavert at tosa um. Rættið ikki barnið, um tað sigur okkurt skeivt. Takið setningin uppaftur við rætta málburðinum. Brúkið orðakort, har orð og bókstavir standa á. Setið møguliga orðakort á lutir, djóramyndir o.a. Forteljið søgur og latið barnið fortelja søgur, ið tað sjálvt finnur uppá. Lagt til rættis hava: Helga Andreassen, Gunnvá Dam og Tonnie Strøm ÚR FALDARINUM “TÁ BARNIÐ BYRJAR AT LESA” Av tí, at flestu børnini eru á stovni saman við javnaldrum, so eru nógv gerandisorð, sum tey ikki læra natúrliga longur Tað kann verða ein stór broyting hjá barninum, at nú skal tað sita, tá vit hava tíma og bert renna, tá tað er fríkorter. Tá barnið reisir seg upp, tá tað ætlar sær, órógvar tað undirvísingina, men tað er eisini nakað, sum barnið skal læra