hósdagur 13. august 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
22
SKÚLABYRJAN
ANNIKA KUNOY IM
MYND: KLARA JOHANNESEN
– Tí er tað umráðandi, at mat
pakkin er eitt sindur festligur
og hugnaligur. Eg haldi, at hevur
man tað í huga, kann tað eggja
til at gera eitt sindur eyka, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen, yrkis
bachelorur í føðslu og heilsu.
– Hetta kann gerast við at
gera matpakkan stuttligan og
spennandi, so hann gleðir barn
ið. Eitt dømi kann vera at skera
agurkina til eina stjørnu, tekna
eitt smiley við majonesuni ella
leggja ein seðil í matpakkan við
eini tekning ella eini heilsan, um
barnið er eitt sindur størri. Tað
skal ikki so nógv til, greiðir hon
frá.
Bensin á motorin
Skeivur kostur hevur stóra
ávirkan á gerandisdagin hjá
barninum. Útlendskar kann
ingar vísa, at eitt barn, sum ikki
fær tey føðsluevnini, sum tað
hevur tørv á, verður ávirkað
bæði sálarliga og kropsliga. Eitt
nú orkar barnið ikki at spæla,
og tað verður ringt at fáast við.
Eisini vísa kanningar, at evnini
hjá barninum at læra verða
ávirkað av skeivum kosti.
Flestu børn eru á stovni ella í
skúla ein stóran part av degnum,
og tí er sera týðandi, at matpakk
in er fjølbroyttur og nøktar tørv
in á føðsluevnum.
– Skal barnið hava orku til
dagin, er tað umráðandi, at tey
røttu føðsluevnini eru í mat
pakkanum. Maturin skal vera
fjølbroyttur, so kroppurin fær
alt tað, sum honum tørvar, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen.
Hon sigur, at er matpakkin
ikki nøktandi, so er tað skjótt,
at barnið ikki orkar tað, sum
tað eigur. Avleiðingarnar kunnu
verða bæði møði og øði, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen.
Matpakkin er bensinið til
motorin, og tað skal halda
okkum í gongd. Sum foreldur er
tað okkara uppgáva, at børnini
fáa hesa orkuna.
– Tey eru jú børn, og vit tey
vaksnu, staðfestir hon.
– Tí er tað umráðandi at
hugsa um, at matur og drekka er
tað einasta bensinið, sum barnið
fær. Vit mugu í høvuðsheitum
hugsa um, at tey tí fáa tað góða,
sum kroppurin tørvar fyri at
virka í gerandisdegnum. Hetta er
millum annað vanligt rugbreyð,
grønmeti, góður viðskeri, so sum
fiskapálegg, frukt og grønmeti,
sigur hon.
Hvat skal í?
Spurd hvat foreldur skulu hugsa
um, tá tey smyrja matpakka
til barnið, sigur hon, at tað er
fyrst og fremst umráðandi,
at matpakkin er fjølbroyttur,
mettar væl og gevur barninum
orku til dagin. Hon mælir til at
fylgja teimum tíggju kostráð
unum, um tú vilt tryggja tær, at
barnið fær nóg nógv føðsluevni.
Í einum matpakka, sum er
í samsvari við kostráðini, eru
rugbreyð ella grovari breyð,
grønmetisstavar ella salat,
høsnarungi, ostur ella egg sum
viðskeri, minst eitt slag av fiska
viðskera og frukt.
– Tað er sera ymiskt, hvat
børn eta, og hvussu nógv tey
eta. Tað vita foreldur ofta best
sjálvi, hóast vit ofta halda, at
barnið hevur tørv á meir, enn
tað veruliga hevur tørv á. Tey
eru minni enn vit, og tey hava
ikki tørv á tí sama sum vit, sigur
hon.
Samanumtikið, heldur Sølvá
Jansdóttir Joensen, at tað er
sera umráðandi at hava í huga,
at børn eru sera ymisk, og tey
krevja ikki somu mongd av orku,
sum vit vaksnu gera.
Ov lítið upplýst
Sølvá Jansdóttir Joensen heldur,
at foreldur verða ov lítið upplýst
um, hvussu týdningarmikil mat
urin er fyri børnini.
– Foreldur áttu at verið betur
upplýst um, hvat heilsugóður
kostur er, soleiðis at tey kunnu
læra børnini góðar matvanar,
sigur Sølvá Jansdóttir Joensen
og leggur afturat, at so høvdu
foreldur eisini verið betur før
fyri at smurt børnunum spenn
andi og heilsugóðar matpakkar.
Hon heldur, at tað átti at verið
skipað fyri eitt nú kunningar
kvøldum í skúlum og dagstovn
um, har fakfólk innan heilsu og
føðslu kundu greitt frá, hvussu
stóran týdning tað hevur, at
barnið fær heilsugóðan kost.
Eisini kundu foreldur fingið út
flýggjað ein bókling við kunn
andi tilfari um kost og heilsu,
sigur Sølvá Jansdóttir Joensen.
Sølvá heldur, at tá foreldur
gera matpakkar í dag, so eru
tað framvegis nógv, sum ikki
gera so nógv burturúr. Tey
leggja tvær breyðflísar saman
við livurpostei og pakka tær í
plastfilm, og tað er tað.
– Tað er helst tí, at nógv fólk
hava ikki stundir til at smyrja,
skera og flysa til matpakkan. Og
tað, haldi eg, er sera óheppið, sig
ur Sølvá Jansdóttir Joensen.
Hon ásannar, at tað tekur tíð
og krevur orku at gera spenn
andi matpakkar. Eini góð ráð,
um tíðin ikki røkkur, eru at
smyrja matpakkan um kvøld
ið. Tað ber væl til, sigur Sølvá,
sum heldur, at ein orsøk til, at
nógv ikki gera so nógv burtur
úr matpakkanum, er helst, at
børnini eru ikki von við aðrar
matpakkar enn breyð við livur
postei, og tí seta tey ikki krøv
um ein øðrvísi matpakka.
Hon leggur kortini afturat, at
tað er fleiri, sum eru tilvitað um
kost og tí gera nógv burtur úr
matpakkunum hjá børnunum.
Góð ráð til kræsin børn
At nógv børn eru kræsin, er ongin
loyna. Sølvá Jansdóttir Joensen
heldur, at bestu ráðini til tey,
sum hava eitt kræsið barn, eru
at blíva við at bjóða barninum
ymiskan mat, lata barnið royna
matin, nerta við hann, smakka
hann og eisini sleppa at greiða
frá, hví barninum dámar ella
ikki dámar matin.
– Eg haldi, at tað snýr
seg um
at geva barninum matmót. Vís
barninum ymiskar matvørur,
tak barnið við í matgerðina og
skapa áhuga fyri matinum, sigur
hon.
– Eini onnur góð ráð eru at
tosa um tey jaligu tingini við
matinum, sum ein ikki dámar.
Tí tað er altíð okkurt, sum er
positivt. Til dømis ein appelsin,
sum hevur ein vakran lit, er fesk,
leskilig og luktar væl, sigur Sølvá
Jansdóttir Joensen.
– Umframt at seta lýsingarorð
til matin ber eisini til at gera
máltíðirnar til eitt spæl og inklu
dera matin, sum tey vanliga ikki
leggja í. Tað kann fáa barnið til
at vísa áhuga, leggur hon aftrat.
Um tú hevur roynt ymiskt
fyri at fáa kræsna barnið at eta,
Matpakkin er ein
heilsan heimanífrá
– Børn eru á stovni ella í skúla meginpartin av degnum. Tá er
tað stuttligt at fáa eina heilsan frá foreldrunum. Tað er tað, sum
matpakkin er. Tað lítla í gerandisdegnum, sum er heimanífrá, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen, sum er yrkisbachelorur í føðslu og heilsu
SAMRØÐA
Hetta kann gerast við
at gera tað stuttligt og
spennandi, so tað gleðir
barnið. Eitt dømi kann
vera at skera agurkina
til eina stjørnu, tekna eitt smiley
við majonesuni ella leggja ein seðil í
matpakkan við eini tekning ella eini
heilsan, um barnið er eitt sindur størri