hósdagur 13. august 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
23
SKÚLABYRJAN
men kortini kemur matpakkin
heim aftur við grønmetinum og
fruktini í, ber til at spyrja barnið,
hví tað ikki hevur etið, tað sum
var í matpakkanum og síðani
bjóða teimum tað aftur seinni.
– Tað er ikki neyðugt, at
barnið etur tað. Tað kann eisini
bara síggja tað, síggja at hini eta
tað og kennast við tað. Vit kunnu
ikki vænta, at barnið etur mat,
sum tað ikki kennist við. Tí haldi
eg, at tað eisini er umráðandi at
borðreiða við ymiskum mati til
hinar máltíðirnar, sigur hon.
Normalisera allan mat
Eisini heldur Sølvá Jansdóttir
Joensen, at tað er umráðandi, at
børnini eisini onkuntíð fáa mat
við, sum vit bólka ósunnan, sum
til dømis sjokolátu, soleiðis at
børnini læra, at vit ikki tosa um
ringan mat ímóti góðum mati,
men at allur matur er loyvdur.
Læra vit barnið tað, so skapar
tað ein avbalaseraðan hugburð
hjá barninum.
– Onkuntíð havi eg upplivað,
tá eg havi roynt hetta, at tað søta
hevur ligið eftir í matpakkanum,
tí tað ikki verður hámett og
halgað til vikuskifti ella serlig
høvi. Tá hevur barnið vant seg
við, at tað er har viðhvørt, sigur
hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
SAMRØÐA
Matur og drekka er tað
einasta bensinið, sum
barnið fær. Vit mugu í
høvuðsheitum hugsa
um, at tey tí fáa tað
góða, sum kroppurin tørvar fyri at virka
í gerandisdegnum. Hetta er millum
annað vanligt rugbreyð, grønmeti,
góður viðskeri, so sum fiskapálegg,
frukt og grønmeti
TEY 10 KOSTRÁÐINI:
•
Et fjølbroytt, et ikki ov nógv og ver kropsliga virkin
•
Et frukt og nógv grønmeti
•
Et meira fisk
•
Vel fullkorn
•
Et soltið kjøt og soltnan kjøtviðskera
•
Vel soltnar mjólkarvørur
•
Et minni mettað feitt
•
Et mat við minni salti
•
Et minni sukur
•
Drekk vatn
HETTA VILJA BØRN HELST
HAVA Í MATPAKKAN:
•
Pitsasniglar
•
Frukt
•
Pylsubreyð
•
Múslibarr
•
Grønmeti í stavum
•
Rugbreyð við viðskera
•
Tvíflísar av grovum breyði
•
Ljóst breyð og pannukøkur
•
Pastasalat og køkur
•
Góðgæti
(Kelda: tv2.dk)
BREYÐ:
Rugbreyð ella grovari breyð
GRØNMETI:
Grønmetisstavar ella salat
VIÐSKERI:
Høsnarungi, ostur ella egg
FISKUR:
Í minsta lagi eitt slag av fiskaviðskera
FRUKT:
Tað fríska og søta