hósdagur 13. august 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
24
SKÚLABYRJAN
– Matpakkin er ein heilsan frá foreldrunum, og tí er tað
umráðandi, at hann er eitt sindur festligur og hugnaligur, sigur
Sølvá Jansdóttir Joensen, yrkisbachelorur í føðslu og heilsu
Brúka útskerar
til at skera ymisk
skap í breyðið ella
grønmetið. Sølvá
finnur ymiskar
útskerar á millum
annað heilasíðunum
wish.com og ebay.
PREI
Síggj meiri á
https://www.
instagram.com/
explore/tags/
gellumatpakkin/
PREI
– Tað er eymt at tosa um matpakkar
á hendan hátt, men samstundis
er tað umráðandi, tí vit liva í
einum feittfremjandi og óvirknum
samfelag, har børnini brúka nógva
tíð frammanfyri skíggjanum. Alt er atkomuligt og
børnini ganga við peningi í lummanum. Tað einasta
vit kunnu gera er at leggja teimum gott í beinið,
sigur Sølvá Jansdóttir Joensen
ESKJAN INNBJÓÐANDI
Tað er ikki altíð maturin, sum avger, um barnið tímur at eta matpakkan. Stuttligar
mateskjur leggja eisini upp til ein festligan og lokkandi matpakka, og tær kunnu –
eins og maturin – gera, at barnið tímur at eta.
– Vanliga elska børn matpakkar við fleiri rúmum, og tey tíma betur at royna ymsan
mat, tá hann liggur uppdeildur í ella í smáum íløtum, tí tað er spennandi, sigur hon.
Íblástur frá