Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 26 SKÚLABYRJAN Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Pápi mín var skúlastjóri i Vágs skúla, so skúlin var mítt annað heim frá tí, eg dugdi at ganga, men eg minnist tað, sum nokk so løgið, at man nú skuldi sita stillur inni í stovunum og lurta eftir læraranum og ikki longur bara spæla i skúlanum. Hvørja lærgrein dámdi tær best? Tey fyrstu árini dámdi mær serliga væl føroyskt. Vit lærdu føroyskir fosturlandssangir uttanat, og eg dugi teir flestu enn. Ein góður lærdómur at fáa í so ungum árum. Jú eldri eg bleiv, var tað eisini mállærugreinir, sum danskt og týskt sum fall mær væl. Hvat tímdi tú ikki so væl? Eg haldi ikki at tað var nakað, sum eg ikki tímdi, eg elskaði at ganga i skúla og havi altíð dámt at nema mær nýggja vitan. Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl? Mammu mína. Eg var so heppin at fáa heimsins besta lærara, sum var mamma mín. Eg hevði hana i donskum. Onkuntíð kundi tad vera flóvisligt, at hava mammu sína til lærara, men tað er onki at ivast i, at hon fekk meg at lesa bókmentafrøði á universitetinum, tá eg gjørdist eldri. Føroyskt lærarin hjá mær, Nils Petur Nolsøe, var eisini ein av teimum lærarum, sum eg minnist serliga væl, og sum havi ómetaliga nógv gott at bera. Ein framúr góður lærari, sum dugdi væl at læra okkum næmingar og fanga okkara áhuga fyri føroyskum. Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Tað var ein spennandi dagur inni í elsta partinum av gamla Arga skúla niðri við Argjaveg. Eg var har við báðum foreldrunum, og har var fult av børnum og foreldrum – fleiri av børnunum kendi eg, men verri enn so øll, tí vit vóru fyri stuttum flutt úr Havn út á Argir í nýggj hús. Men góðir grannar og børn, eg kendi frá øðrum høpum, vóru eisini partur av mínum fyrsta skúladegi. Eg kom í 1.b og har hevði eg tað gott, har var ein góður stemningur millum lærarar og næmingar, og eg kenni enn meira enn helvtina av floksfeløgunum væl, hóast eg flutti av Argjum til Leirvíkar, um tað mundið, tá 4.flokkur endaði. Sama kann eg siga um lærarar frá hesi tíð – havi heilsað upp á og tosað við allarflestu teirra aftur síðani, sum lívið hevur leitt. Sjálvandi kendi eg eisini næmingar, sum fóru í 1.a og eisini teirra millum eru fólk, eg síggi regluliga í dag. Tíverri hevur hópurin í 1.b frá 1980 í Argja skúla longu mist tveir floksfelagar, sum andaðust við minni enn tveimum árum ímillum í 2013 og í 2015. Eg minnist skúlataskuna, ein Piolet, sum var sterkt blá við appilsinlittum lummum framman – var sera glað fyri hana. Hetta við pennahúsi var eisini spennandi: hvat var í teimum, sum vóru keypt við innihaldi? Átti eitt sovorðið, men nýtti eisini eitt gamalt úr træi, sum mostir hevði givið okkum báðum systrunum; helt tað vera spennandi at nýta eitt gamaldags ‘penalarhús’. Ikki øll vóru so álvulig við støðuna, so fyrstu dagarnar minnist eg, at summi aftraðu seg við at koma í skúla og onkur foreldur máttu steðga í gongini og vera á staðnum og stuðla, inntil tað gekk betur. Soleiðis eru vit so ymisk, tá tað kemur til hetta at møta nýggjum fólki og koma í nýggjar umstøður. Hvørja lærugrein dámdi tær best? Eg kann staðfesta, at mær altíð hevur dámað at gingið í skúla, og at tað eru fáar lærugreinir, sum eg ikki havi notið. Men eg merki eisini, at føroyskt altíð hevur átt eitt serligt pláss – eisini tá. Minnist við gleði hetta at sita og læra um stavrað, at lesa, skriva og loysa uppgávur í tí tilfarinum, sum tá var tøkt til føroyskt: Mín fyrsta lesibók og Sóljan, til dømis. Men mær dámdi allar lærugreinarnar, eingin ivi um tað! Hvat tímdi tú ikki so væl? Sum sagt, tá eg var barn, tímdi eg allar lærugreinirnar rættiliga væl, so hvørt tær komu á tímatalvuna: heimstaðarlæra, rokning, evning, svimjing, danskt, handarbeiði, sang og so framvegis. Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl? Eg hevði so góðar lærarar, sum bæði megnaðu at halda áhuganum uppi og megnaðu tann menniskjaliga partin sera væl. Eg kann til dømis nevna Sjúrð Hansen, flokslærara, sum var sera virkin at læra okkum mangt og hvat umframt lærugreinirnar, dugi fleiri ramsur og sangir enn. Hans Birgir Hansen sang Songbók Føroya fólks við okkum á tamb, og tað var heilt fantastiskt. Astrid Madsen lærdi okkum lættliga at rokna við gomlu føroysku roknibókini. Liljan Thomsen hevði okkum gentur í hondarbeiði, minnist tá eg tók koyrikort til seymimaskinu. Christian Poulsen lærdi okkum væl danskt við Søren og Mette tilfarinum, Hans Jacob Sigvardsen hevði okkum í heimstaðarlæru, og tað var áhugavert, og viðhvørt høvdu vit Jonhild Henriksen til vikar. Og eg kundi nevnt fleiri! Stutt sagt ein væl eydnað skúlabyrjan og innskúling. ANNIKA OLSEN BORGARSTJÓRI Í TÓRSHAVN HANNA JENSEN LÆRARI Í FØROYSKUM OG FRONSKUM Á MIÐNÁMI Á KAMBSDALI