Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 27 SKÚLABYRJAN Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Satt at siga, so minnist eg ikki so væl fyrsta skúladag. Haldi meg tó minnast, at omma kom við mær í skúla hendan dagin. Tó minnist eg væl, at vit hetta árið vóru níggju næmingar, ið byrjaðu í fyrsta flokki í skúlanum á Leiti í Suðuroynni. So nógvir næmingar høvdu næmingar vóru ongantíð áður byrjaðir í sama flokki í hesum lítla skúlanum. Hvørja lærugrein dámdi tær best? Mær hevur altíð dámt best tær samfelagsligu og tær málsligu lærugreinarnar. Best dámdi mær, tá farið var eitt sindur út um vanligu terpanina, og lærarar í staðin góvu sær stundir at fáa orðaskifti í lag um ymisk samfelagsviðurskifti ella um tekstin ella tekstaslagið, ið varð lisið. Tey fyrstu skúlaárini vóru, sum nevnt, í einum lítlum skúla. Hetta gjørdi, at undirvíst varð fyri ymiskum flokkum samstundis í somu stovu. Tað kundu vera fyrimunir við hesum, tí tað gjørdi, at tú hevði møguleika at fylgja við á hægri floksstigi, um hugurin og evnini vóru til tess. Eisini var tað hugaligt og spennandi viðhvørt at skula hjálpa læraranum við frálæruni til teir yngru næmingarnar. Í framhaldsdeildini – og seinni eisini á miðnámi – gjørdist tað serstakliga spennandi at arbeiða við miðlum. Hetta var nakað, ið eg hevði havt áhuga fyri áðrenn eg yvirhøvur byrjaði í skúla. Og hetta gjørdist jú eisini seinni mítt livibreyð. Hvat tímdi tú ikki so væl? Mær tímdi ongantíð einstáttaða frálæru, har tað bert ráddi um at endurgeva beinleiðis úr lærubókunum. At at terpa og at læra uttan at var heldur ikki nakað, ið eg hevði stóran áhuga fyri. Sum heild dámdi mær ikki so væl, tá rammurnar vóru ov smalar og tað ikki varð hugsað óheft av staklutum. Tann breiðari sjónarringurin fangaði meg heilt einfalt betur. Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl? Minnist nógvar lærarar og eri teimum flestu sera takksamur fyri tað, teir løgdu niður í okkum. Serliga fegin eri eg um teir lærarar, ið lærdu okkum at skriva væl og rætt, tá vit komu í framhaldsdeildina. Stuttligt var tó, at júst tann lærarin, ið tók ímóti mær í fyrsta flokki, seinni gjørdist starvsfelagi mín í Løgtinginum. Tað var fyrrverandi lærarin og tingmaðurin, Hergeir Nielsen. Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Tað sum eg minnist best er nýggja troyggjan, sum varð bundin mær til dagin. Hon var grøn við svørtum fótasporum. Helst høvdu tit flent ella hildi tað verið ein fitt mynd, um tit høvdu sæð hana í dag, men eg var stoltur av henni. Annars var eg ordiliga spentur, og eg gleddi meg at finna út av, hvussu skúlastovan fór at síggja út, og hvar í stovuni eg skuldi sita. Hvørja lærugrein dámdi tær best? Mær dámdi best rokning og eins og flestu dreingir, dámdi mær ordiliga væl fimleik. Pápi mín var grannskoðari, so tað var kanska eisini orsøkin til, at mær dámdi rokning so væl, og fimleik var bara kul. Hvat tímdi tú ikki so væl? Tað má hava verið føroysk rættstaving. Tey fyrstu árini fann eg hvørki høvd ella hala í, hvussu føroyskt skuldi stavast, men tað var gott at sita við liðina á Sjúrði Ravsnsfjall. Hann hevði stýr á hasum, so eg fekk góða hjálp – ikki tær at siga, so hugdi eg onkutíð yvir á pappírið hjá honum. Annars høvdu vit ein sera góðan lærara í føroyskum, og tað gjørdi, at eg kom á lagið, sum tíðin gekk. Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl? Tað eru sjálvandi fleiri lærarar, ið hava havt stóran týdning í mínum fólkaskúlagongd, og tí er torført at taka nakran burturúr. Men vit høvdu tríggjar lærarar so at siga øll fýra árini. Marianna Poulsen var okkara flokslærari øll árini, og vit føldu, hvussu góð hon var við okkum, og hvussu nærløgd hon var, sum lærari. Harumframt høvdu vit Carsten Andersen í donskum og Jóhan Hendriksen í rokning øll árini, og teir báðir vóru eisini sera dugnaligir, og tað gjørdi, at vit høvdu stóra virðing fyri teimum, og vit fingu stabilitet í flokkinum. Harafturat høvdu vit Hanus Bærentsen seinasta árið í skúlanum. Hann var ein eldsál og brendi fyri at broyta skúlagongdina hjá 10. flokki. Tað var eitt øðrvísi og spennandi ár, sum eg haldi vit øll dámdu sera væl. Tá bleiv faktiskt kul at ganga í 10. flokki. Enn í dag, er tilboðið til næmingarnar í 10. flokki merkt av teimum hugskotum, ið millum annað Hanus grundlegði, tá ið eg fór í 10 flokk - tað sigur ikki so lítið um hansara dugnaskap. Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Tað sum eg minnist frá fyrsta skúladegi var, at tað var stuttligt at hitta ein drong, sum eg hevði gingið í barnagarði saman við. Hesin drongurin var fluttur aftur til heimlandið hjá foreldrunum, sum var Serbia, tvey ár frammanundan. Tey vóru so flutt aftur til Føroya, og tað var stuttligt, at hann kom í sama flokk sum eg. Eisini minnist eg, at eg var sera spentur. Hvørja lærugrein dámdi tær best? Mær dámdi væl støddfrøði, men serliga dámdi mær væl føroyskt, tí har vóru so dugnaligir lærarar. Hvat tímdi tú ikki so væl? Mær dámdi øll fak. Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl? T að eru fleiri lærarar eg minnsit væl, serliga Jens Petur Gaard sum hevði so nógv at fortelja. So var tað Katrin Dahl, sum eg skilti so væl, tí hon dugdi so væl at læra okkum støddfrøði. So eru tað Eyðna Magnussen og Miriam Nolsøe Johannesen, sum vóru mínir flokslæararar tey fyrstu árini, og sum lærdu meg serliga væl føroyskt. JOHN JOHANNESSEN TÍÐINDAMAÐUR Í KRINGVARPI FØROYA JÓGVAN SKORHEIM BORGARSTJÓRI Í KLAKSVÍKAR KOMMUNU SAMUEL JOHANSEN CHUKWUDI LESANDI Á GLASI