Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 28 SKÚLABYRJAN ANNIKA KUNOY IM K oronasmittan ferðast mill­um annað gjøgn­ um lógvatøk og smá­ um dropum frá hosta og njósi. Tí verður mælt til gott hondreinføri við at vaska hendurnar ofta og væl og at spritta tær, um atgongd ikki er til vatn og sápu. Nú summarfrítíðin er av, og skúl­arnir lata dyrnar upp aftur, skulu tey eisini vaska og spritta jøvn­um millumbili. Alsamt fleiri fáa turrar og reyðar hendur, og tað er tí eisini umráðandi, at vit ansa eftir hondunum, tí húðin verður irriterað og vandi er fyri at fáa húðeksem og húðovurviðkvæmi. Astma-allergi Danmark mæl­ ir til, at vit eisini verja hend­ur­ nar, tá vit verja okkum móti virusi­num. Hondvask og spritt tek­ur burtur feittið, sum er í húð­ini. Verður húðverjan skødd, so økist vandin fyri eksem eisini. Viðmælt verður tí at brúka sápu og spritt, sum hava ovurviðkvæmismerkini »Den Blå Krans« ella »Asthma Allergy Nordic« tá hendurnar nú verða vask­aðar so mikið ofta. So kanst tú vera vísur í, at tú ikki vaskar hendur við perfumu og øðrum til­fari, sum er viðkvæmiselvandi. Honsprittini skulu eisini inni­ halda tilfar, sum tryggja, at húð­ in ikki verður turr. Tove Agner, professari á Dermato­log­isku deild á Bispe­ bjerg Hospital, sigur við DR, at fleiri foreldur og starvsfólk á stovn­um og skúlum hava vent sær til teirra við fyrispurningum um júst turrar og skaddar hendur, sum eru vaskaðar ov nógv. – Hondeksem er herviligt, tí tá ein hevur fingið tað, so er tað ofta ein trupulleiki, sum er verð­ ur verandi, sigur hon. Hon sigur eisini, at tað er um­ ráð­andi at fyribirgja hondeksem í hesum døgum, nú vit mugu halda gott hondreinføri. Her hevur hon fýra konkret ráð til, hvussu hondrøkt kann fylgja við hond­reinførinum. 1. Brúka nógv fuktigheitskrem Vel fuktigheitskrem í tubu, sum ikki hevur perfumu og sum eisi­ ni hevur meir enn 20 prosent feitt. Liggur feittprosentið um 20, drekkur húðin lættliga krem­ið í seg, og hondin kennist ikki feittutt. Brúka serliga nógv krem heima um kvøldið. 2. Tak ringarnar av Tove Agner greiðir frá, at eksem byrjar ofta undir einum ringi, tí restir av sápu liggja eftir undir ringi­num, tá hendurnar eru vask­aðar, og tá sápurestirnar torna, verður húðin irriterað. Hóast børnini vanliga ikki nýta ring­ar, er hetta umráðandi at hava í huga, heldur hon. 3. Vaska hendur í flógvum vatni Hendurnar skulu vaskast í flógv­um og ikki ov heitum vatni. Hend­ur­nar skulu vera vátar, áðrenn sápan verður smurd á, og so skulu tær skolast væl, so ongar sápurestir eru eftir á hond­unum, áðrenn tær verða turk­aðar. Tove Agner sigur, at sápan irriterar húðina lokalt, og tí kunnu hendurnar gerast reyð­ar og viðkvæmar. Tað kann elva til eksem. Tá hendurnar eru vaskaðar, skulu tær turkast væl. Eru tær vátar, verður húðin lættari út­ turkað. Tá kunnu tær rivna og skræd­na. Fleiri stovnar hava til dømis pappír at turka hendurnar í. Best er, um pappírið er bleytt og sýgur vatnið í seg. 4. Nýt handskar í kuldanum Tá tað er kalt úti er best at vera í handskum. Nógv børn eru úti í fleiri tímar hvønn dag, og hand­ skar kunnu tá verja hend­ur­nar, um tað er kalt í veðrinum. Tove Agner sigur eisini, at tað týdningarmesta er at nýta nógv hondkrem við feitti sum fyri­ byrg­ing móti hondeksem. Men fær barnið kortini hondeksem, so má ein seta seg í samband við læknan, sum kann útflýggja heili­vág. Gott er at hava í huga, at børn, sum hava barnaeksem eru í ser­ liga stórum vanda fyri at fáa irri­ter­aða húð, tá hendurnar nú skulu vaskast so mikið ofta. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Børnini fáa turrar hendur og hondeksem Tilmælt verður, at vit bæði vaska og spritta hendurnar javnan allan dagin sum fyribirging av koronasmittuni. Men fleiri børn fáa reyðar og turrar hendur av sápu og spritti, tí, tí húðin verður irriterað, og tá er vandi fyri at fáa húðeksem og húðovurviðkvæmi