hósdagur 13. august 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
29
Amalia, systkinabarnið, farin
f. 9. november 1944 d. 3. juli 2020
Sum barn sá eg upp til tey stóru,
sum eldri enn eg vóru.
Amalia var ein – fitt var hon,
yndislig og von.
Í ungum døgum á háskúla gekk,
lærdi mangt, snøgt handarbeiði frá hondum fekk.
Arbeiddi í turkarínum og vaskarínum
og seinni í handli í býnum.
Ein maka sær fann,
tú sást neyvan vakrari mann.
Karl Frits var høgur og hábærsligur,
fryntligur og dugnaligur.
Fleiri mundu hann í timburhandli hitta,
fyrikomandi við brosi fitta.
Tætt við hjá okkum tey bygdu á bøi fríða.
Karl Frits dugdi væl at smíða.
Børnini komu – trý í tal.
Amalia ansaði børnunum væl.
Barnagenta var eg av og á,
mær dámdi at trilla børnini smá.
Børnini vuksu, Karl Frits stóð handan handilsdisk.
Amalia fór út at arbeiða fisk.
Ommu- og abbabørn fingu sjey,
omma og abbi elskaðu tey.
I bindiklubba nakrar komu saman
og høvdu ríkar løtur í álvara og gaman.
Góðar túrar vit báðar á Oyravegnum gingu,
mangt hugnaligt prát vit tá fingu.
Amalia var tolin, vinsæl og blíð,
fór ikki upp at garta nakrantíð,
hugnalig at práta við,
altíð við tí góða og siðilig.
Stuttlig kundi hon vera
og beinraknar viðmerkingar gera.
Í atferð pápa sínum lík hon var.
Hennara fríska látur hoyri eg fyri mær.
Amalia gjørdist sjúk, noyddist av landinum fara,
Karl Frits fór við, hjálpti ígjøgnum viðgerð harða.
Amalia var takksom, tá eg bræv skrivað hevði,
tað var stuttligt og lívgandi, fyri mær hon segði.
Tíbetur gjørdist hon frísk og livdi væl.
So gingu fleiri ár í tal.
Best sum alt væl út sá,
rakti sjúka Karl Frits, og hann fall frá.
Sjúkan hjá Amaliu fór aftur at kykna.
Tíðin fór, vit sóu hana vikna.
Nú ert tú farin, góða Amalia, men ei vit teg gloyma.
Takk fyri góðar løtur. Vit minnini goyma.
Friðarskapandi menniskja tú var,
hvíldardámur var yvir tær.
Ljóst er, vit hoyra lættan fuglasong,
og sóljur prýða bø og ong.
Kvøldini still, og sjógvurin slættur,
í koparloga fjallatindur fattur.
Soleiðis var tú - friðsom og fín,
eg síggi enn upp til tín.
Takk, at tú spreiddi gleði og hita.
Harrin troysti tykkum, ið eftir sita.
Ærað verði minnið um Amaliu, systkinabarnið.
Betta
Óvirðilig framferð móti
Hansinu Iversen listakvinnu
Helena Dam á Neystabø,
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
Í Sosialinum 7. August er grein í sambandi
við uppgávuna at listprýða nýggja Skúlan á
Fløtum, og at Tórshavnar Kommuna uttan
aðra ávaring hevur tikið uppgávuna frá
Hansinu Iversen, sum annars hevði vunnið
kappingina um at listprýða skúlan saman
við Edvardi Fuglø og Jón Sonna Jensen.
Tey hava øll trý í í minsta lagi tvey ár verið
bundin av uppgávuni og arbeitt við henni.
Tað er ein týðandi uppgáva at listprýða
ein almennan bygning, tí ein væl eydnað
listprýðing er við til at tryggja, at
bygningurin skapar røttu karmarnar fyri
tí virksemi, sum skal vera í bygninginum.
Listprýðingin skapar trivnað, gleði og
hugna, og listprýðingin bjóðar eisini
brúkarunum av bygninginum av.
Nú hevur so listabólkurin av sínum
eintingum gjørt av, at tann eini vinnarin
verður varpað út, og fær 100.000 kr sum
plástur á sárið. Grundgeving var millum
annað, at partur av játtanini var brúkt til
onnur endamál. Og hetta var so eftir øllum
at døma júst parturin hjá Hansinu Iversen.
Eg má siga, at eg haldi hesa framferð
vera óvirðiliga. Loysnin sum varð vald, tá
ið greitt varð, at játtanin rakk ikki til øll trý
listafólkini, var ikki í ordan, og hon hevur
í øllum førum ikki fingið nakra politiska
viðgerð í Býráðnum.
Eg fari sum umboð fyri Javnaðarflokkin
í Býráðnum at heita á borgarstjóran at taka
málið upp aftur til nýggja viðgerð. Tá ið
mann uttan at blunka kundi finna fígging
til til dømis grillir og ljósperur á ólavsøku,
so eigur mann eisini at gera sítt ítasta fyri
at finna fígging, so at býráðið kann halda
gjørdar avtalur – eisini við listafólk.
Dreymastarvið finnur tú á in.fo