Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 30 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 2. partur P ápi, Dias á Heyggi, átti Norðfarið, Marshall, Silver Spray og Norð­ heim. Hann turkaði eisini fisk og hevði handil. Eitt reiðarí mátti tá hava handil fyri at fáa tað at hanga saman. Menninir, sum vóru við skipunum, keyptu fyri hýruna. Soleiðis var tað tá í tíðini, tá ið lítið var av reiðum peningi. Pápi var ein av teimum smærru reiðarunum í Vági tá. Seinni fekk reiðaríið sær onnur skip, sum t.d. trolaran Rádna. Hetta var ein av teim­ um vánaligu íløgunum, sum nógvir gjørdu eftir kríggið, og hetta gjørdi eisini enda á fyritøkuni. Tað kann eisini verða nevnt, at tá ið Sjóvinnubankin varð stovnaður í 1932, var pápi størsti partaeigarin eftir løgtingið og skiparafelagið. Gjørdist motorpassari og skipsførari Í 1933, tá eg hevði gingið ein vetur afturat á maskinskúla, fór eg at passa motorin á Norðfarinum sum 1. motorpassari. Hetta árið brutu vit krumtappin. Vit royndu at fiska í 14 dagar aftrat við ongum motori, og fóru so heim. Tað var heppið, at vit fóru heim tá, tí vit fingu so góðan byrð. Vit fingu ein nýggjan motor. Hann var 140/150 hestar og var størri enn tann gamli. .. Bergur greiðir frá, at teir eitt árið í Grøn­ landi vóru preiðaðir av einum donskum verjuskipi, sum ikki rættiliga visti, hvar ið teir vóru, tí kumpassin var skeiv. Teir spurdu, um onkur var á Norðfarinum, ið dugdi at rætta kumpass. Andrew fór umborð og rættaði kumpassina, sum hann mangan síðan gjørdi á Vágsfirði, áðrenn skipini fóru avstað. Peiliskivan hjá Andrew er til enn. ... Á sumri 1935 fór eg av Norðfarinum. Eg fór uppá stýrimansskúla. Eg hevði ikki nóg mikið av siglingstíð, men eg fekk undantaksloyvi, soleiðis, at eg kundi taka restina av siglingartíðini seinni. Eg gekk í skúla um veturin, og var burtur um summ­ arið fyri at fáa restandi siglings­tíðina. Eg mátti mynstra sum dekkari og ikki sum motorpassari, tí í sjófartsbókini var tað hetta, sum taldi sum siglingstíð. So gekk eg tveir vetrar uppá stýrimansskúla og fekk prógv í 1937. Tá hevði eg 48 mánaðir og ein dag í siglingstíð, ein dag meira enn kravdu tíðina. Próvtøkan gekk heilt væl. Eg var bestur. Tá bar ikki til at taka útbúgving til skipsførara í Føroyum, tí fór eg niður til Keypmannahavnar, og tók tað prógvið á heysti í 1938. Hetta gekk eisini væl, hóast danska málið var eitt sindur av einum trupul­leika. Í 1937 hevði Kristian X 25 ára starvs­dag sum kongur, so tað var nógvur rómur í Danmark tá. Sjálvur sá eg Kristian kong saman við drotningini Alexandrinu koyra í karet gjøgnum býin. Aftaná kongs­ hjún­ini koyrdi Fríðrikur krúnprinsur sam­ an við Ingrid krúnprinsessu. Tá hevði onk­ ur á orði: "Ih, hvor er Ingrid malet!" Í apríl 1940 hoyrdi eg málið á Kristiani kongi aftur. Tá vóru vit í Aberdeen við Silver Spray. Hetta var, tá ið Noreg og Dan­ mark vórðu hersett av týskarum, og kong­ ur­in mælti dønum til at halda seg kúrrar og ikki at gera nakra mótstøðu. Vanlukkan við Silver Spray Niels Jespersen í Hovi hevði ført Silver Spray. Hann var forlovaður við systir míni, Evi. Í 1936 var hann skipari á saltfiskaveiðu, men so varð hon umbygd til fiskiskap við snur­riváð og fekk eisini nýggjan motor. Ein dani fór at føra hana um várið og summarið í 1937 fyri at læra manningina, hvussu veiðast skuldi við hesum fyri før­ oy­ingar ókenda reiðskapinum. Ætlanin var so, at Niels skuldi verða skipari aftur. Men ólukku­tíð slóð hann út á heimferðini við Silver Spray, meðan danin førdi hana. Niels bleiv bara 28 ár. Eg fekk prógv sum skipsførari í 1938. Tá ivaðist eg annars í, hvat eg skuldi fara at gera. Eg hevði verið inni hjá A. P. Møller, tá eg av fyrstan tíð kom niður og spurt um kjans sum stýrimaður. Jú, eg skuldi sleppa at vera 3. stýrimaður á einum nýbygningi, sum stóð í gerð. Men hann var ikki liðugur fyrr enn tveir mánaðir eftir próvtøkuna. So eg fór heim at ferðast. Tá bjóðaði pápi mær at føra Silver Spray. Eg ivaðist nógv, men tók so av. Tað var trupult at føra eitt skip á snurruváðveiðu undir Íslandi tá. Har vóru nógvar veiðuavmarkingar, og donsku myndigleikarnir høvdu eftirlitið. Loyvt varð bert at fiska reyðsprøku og hýsu, og hon skuldi vera yvir eina ávísa stødd. Afturat hesum kom, at hetta við snurru­váðfiskiskapi var so fremmant fyri mær, men tað gjørdist lættari so við og við, og tá ið Danmark varð hersett í 1940 kundi man fiska frítt, hvar sum helst. Nú vóru jú eingir danskir myndugleikar, sum høvdu eftirlit. Andrew var ein av teimum, sum sigldu nógv undir krígnum. Eina ferð róku teir við motorskaða í hálvtriðja samdøgur SIÐSØGA Andrew Godtfred: FINGU FISK SUM BØNARSVAR Norðfarið var eitt framúr skip tá í tíðini. Andrew var eisini við Royndini.