Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 31 Komandi partur Hendan dagin atkvøddu íslendingar fyri at at loysa frá Danmark. Hetta gav teimum á Silver Spray trupulleikar. Eisini verður greitt frá ættini hjá Miu, konu Andrew Fingu føroyskt flagg Júst tá Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940, lógu vit í Aberdeen. Tá fingu vit ikki loyvi at sigla fyrr enn 10 dagar seinni. Tá sluppu vit út við donskum flaggi. Men tá ið vit komu til Føroyar, var tað bannað at nýta danska flaggið, og tað føroyska kom í staðin. Í Havn kom ein málari umborð. Hann málaði út yvir danska flaggið á skipssíðuni, og málaði síðani tað føroyska flaggið í staðin. Tá vit heysaðu føroyska flaggið, sungu vit fyrsta ørindi av "Tú alfagra land mítt". Beint tá kom Jóannes Patursson framvið. Hann steðgaði á, heilsaði og smíltist. Hetta var jú nakað fyri hann. Siglingin til Bretlands Eg førdi Silver Spray í eini 13 ár. Vit máttu undir krígnum altíð fara til Havnar at fáa øll pappírini í ordan við bretska her­valdið, hvørja fer siglast skuldi. Eg var nógv­ar dagar á sjónum í krígsárunum. Tað er talt upp, at eg var heilar 670 dagar í vanda­son­ uni. Vit vóru eitt av teimum fáu smærru skip­unum, sum umframt trolararnar fisk­aðu undir krígnum. Hjá teimum flestu skipunum var einans talan um at føra keyptan fisk á bretska marknaðin. Tað vóru bara vit og Njarðlingur hjá hov­ bingum av smærri skipum, sum fiskaðu á Suðurlandinum. Órógvaðir av djúpvatnsbumbum Vit gjørdu tveir túrar niður til Hull beint eftir, at kríggið var brostið á. Á øðrum túr­inum var toka, og vit vóru komnir so langt, at tað bert vóru fimm tímar inn til Grimsby. Tað var blikalogn, men svart í toku. Tá kom ein slíkur røringur í skipið, sum um vit sigldu á tómum tunnum. Trygvi, svágur mín, og eg stóðu á bógnum til útkikk. Gerhard í Sumba var eisini við. Bestimaður var Marius Absalonsen. Hendan túrin komu vit suður um Fal­ burgh Head einar tveir tímar frá Grimsby. Tá komu vit framvið “Canada” hjá DFDS, sum varð farin av magnetiskum minum, og hevði klárað at siglt inn á grunt vatn. Tískil var tað meira vandamikið at sigla við stálskipum enn við træskipum. Silver Spray var stálskip. Vit funnu ikki út av, hvat var hent fyrr enn tvey ár aftaná, tá vit komu í eina líkn­ andi støðu. Vit vóru komnir í eina konvoy vest­an fyri Pentland Firth, tá vit merktu somu røringar í sjónum. Tá vóru tað krígs­ skip, sum kastaðu djúpvatnsbumbur eftir kavbátum. Tað var júst hetta sama, sum vit høvdu merkt. Róku í hálvtriðja samdøgur Vit fingu ofta ógvusligar kløkkir. Í 1942 vóru vit á veg heim úr Aberdeen. Vit skuldu vera á Vági morgunin eftir. Tá fór skrúvu­ aksulin, og tað bar ikki til at sigla. Har lógu vit í fínasta veðri og stilli. Vit róku í hálvtriðja samdøgur. Tá stóð nógv á mær sum sjáldan fyrr ella seinni. Ikki at kunnu fáa boð frá sær vegna radioforboð og vera í vandasjógvi, har krígsskip og minur vóru, og so bara reika aftur og fram og bíða og einki fáa gjørt. Tað var ein sera ring støða at vera í. Men so ein dagin, tá eg lá á mínum knøum í kahúttini og bønaði Harran um, at okkurt skuldi henda, kom Gerhard í kappan og rópti, at hann sá tvey blá ljós. Hetta merkti, at tað vóru tvey skip, sum fylgd­ust. Annars vóru lanternur av trygd­ ar­orsøkum ikki nýttar. Men tá skip fylgd­ ust í konvoy, máttu tey hava ljós fyri at vita av hvørjum øðrum. Eg skundaði mær upp, og lat ljósini koma nakað nærri. So fór eg upp á stýr­hús­ takið og tendraði eitt bluss. Ljósini hvurvu bein­anvegin. Men so gekk ein løta, so sá eg tey aftur. Eg fór einaferð aftur upp á stýrhústakið og tendraði eitt bluss, og tá kom ein trolari úr Grimsby uppá prei. Eg bað hann sleipa okkum til Føroyar. Hann segði, at tað hevði hann fegin viljað, men hann var á veg til marknað, so tað bar ikki til. Her var einki val, vit máttu taka sleipið, sum var okkum í boði, so hann sleipaði okk­um til Aberdeen. Trupulleikin var, at tað bar ikki til at geva boð frá sær, tí øll sendi­útgerð var tikin í land av bretum. Tað skuldi nevniliga av trygdarorsøkum ikki kunna bera til at tosa í telefon, og hetta kundi gerast sera óheppið í eini støðu sum okkara við brotnum aksli. Tað er óneyðugt at siga, at okkara kæru vóru bangin um okkum. Vit sóu nógvar minur, tá vit sigldu mill­ um londini, men Harrin havi lov, at einki ógvus­ligt hendi. Um dagin bar til at hava út­kikk eftir teimum, men hetta nyttaði ikki nógv um náttina, tá eisini varð siglt. Fingu fisk sum bønarsvar Umframt at fiska sjálvir, keyptu vit eisini við­hvørt fisk í Íslandi. Vit fóru yvir til Vest­ mannaoyggjarnar í januar og februar og keyptu uppí skipið og sigldu niður til Aber­ deen við fiskinum. Tá komið var út í mars mánað, fiskaðu vit sjálvir. Vit fingu vanliga meira burtur úr at fiska sjálvir enn bara at sigla við fiski. Men tá fiskur var bíligur at keypa, kundi hetta væl loysa seg. Í 1944 hildu vit, at tá allir aðrir keyptu fisk, so kundu vit eisini gera ein túr. Hetta var mitt um summarið. Men vit høvdu kortini snurriváðútgerðina við. Tað var ein íslendingur her í Føroyum, sum hevði verið agentur fyri teir, sum seldu fiskin, og hann bað okkum fara upp til Akureyri á Norð­urlandinum at keypa fisk. Á vegnum vóru vit inni á Havnina, og eg fór at tosa við Andrew Sloan, sum eg kendi væl. Eg segði honum, hvar vit ætl­ aðu at fara. Hann gav mær eina bók við at geva trúboðaranum Arthur Cook, sum var breti, og sum virkaði á Akureyri í Ís­ landi í nógv ár. Tá vit komu upp har og fóru í land at spyrja um fisk, høvdu teir gjørt eitt samtak, sum skipaði fyri sølu av øllum fiskinum í økinum. Har lógu fleiri føroysk skip. Vit fingu tey boðini, at tað fóru at ganga í minsta lagi tríggjar vik­ur, áðr­enn vit kundu fáa fisk. Vit komu nevni­ liga aftast í bíðirøðina. Tá eg hevði klarerað skipið, fór eg at leita eftir Arthur Cook. Eg bar honum heilsanina frá Andrew Sloan og gav honum bókina. Eg segði honum eis­ini, hvat vit vildu her uppi á Akureyri. Hann var eisini enskur konsul á staðnum, og tí var nærliggjandi at biðja um hansara stuð­ul, nú tað sá so svart út fyri, at vit kundu fáa fisk í bræði. Hann segði, at hann kundi einki hjálpa mær. Men hann fór við mær til ein reiðara, sum Jaspur Hjelm, reiðari í Vági, kendi so væl. Men har hjálpti einki, tí tað var samtakið, sum hevði avgerðina. Men dagin ella annan dagin eftir, fór eg aftur niðan til Arthur Cook. Tá var eg komin at minnast til eitt navn og eitt telefonnummar í Reykjavík, sum vit høvdu havt við at gera í januar ella februar mánaði, tá vit keyptu fisk í Vest­ manna­oyggjunum. Cook ringdi til hansara, men hann var ikki inni, so eg fór umborð aftur. Nakað seinni kom Cook umborð og segði, at um vit sigldu út á Ólafsfjørðin, so skuldi borið til at fingið fisk. Tá glapp úr mær: “Kann tað bera til?” Hetta ljóðaði ov gott til at vera satt. Veitst tú, hvat hann svar­aði mær: “Trýrt tú mær ikki. Eg havi ligið á knøunum alla náttina og biðið fyri hesum”. Vit fóru so út beinanvegin og vóru burt­ur í eitt samdøgur. Tá vóru vit aftur á Ak­ureyri við fullari last og klareraðu (skráseting hjá myndugleikunum) út. Niels Jespersen skuldi vera skipari á Silver Spray, men hann sjólætst Silver Spray var eitt av okkara fyrstu stálfiskiskipum, sum ikki var trolari. Vágs bygd, tá ið Andrew var ungur.