Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 38 TRÓNDUR ARGE F yrst í vikuni var lutakast til fyrstu umførini í Champions League og Europa League. KÍ skal mikukvøldið 20. august spæla móti Slovan Bratislava úr Slovakia. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður evropesiskur fót­bóltur í Klaksvík, eftir at vøllurin við Djúpumýrar hevur fingið góðkenning nú eingir áskoðarar kunnu verða til dyst. Dysturin verður mikukvøldið 19. august klokkan 19. Kemur KÍ víðari skulu klaksvíkingar aftur til Sveis – eins og í fjør. Hesa ferð fyri at spæla móti Young Boys. Í Europa League var eitt sindur misjavnt. NSÍ fekk besta lutakastið, tí runavíkingar skulu spæla á Svangaskarði móti Barry Town United úr Wales, men kemur NSÍ víðari, so skulu teir spæla á útivølli móti skotska Aberdeen. B36 møtir einum gomlum kenningi av Gribaltar. Talan er um St Joseph’s, ið B36 vann á samanlagt í 2018. B36 hevur síðani verið rakt av korona, men fyribils verður dysturin spældur eftir ætlan. Dysturin verður spældur í Gibraltar. Kemur B36 víðari, so skulu teir møta estiska Levadia Tallinn á heimavølli Torførasta lutakastið í Europa League fekk oddaliðið í føroyskum fótbólti, HB. Teir skulu í fyrsta umfari spæla á útivølli móti norurírska Glentoran. Føroysk lið hava havt tað avbera torført við norðurírskum mótstøðuliðum í Europa. Skuldi HB vunnið, so skulu teir aftur út at ferðast. Hesa ferð til Skotlands at spæla móti gamla felagnum hjá Gunnari Nielsen, Motherwell. KÍ-Slovan Bratislava (Beinleiðis á FM1) Mikudagin klokkan 19.00 Við Djúpumýrar, Klaksvík Dómari: Kristoffer Hagenes (Norra) Størsta vónin var at fáa heimavøll. Tað fekk KÍ. Næsta vónin var at møta Sūduva úr Litava ella Dundalk úr Írlandi, men tað var slovakiska Slovan Bratislava, sum kom úr pottinum. Tað er eitt stórfelag í bæði slovakiskari og kekko­ slovakiskari søgu, sum KÍ møtir á heimavølli Størsta bragdið í søguni hjá Slovan Bratislava varð tá teir 21. mai í 1969 á Sankt Jacob leikvøllinum í Basel í Sveis vunnu 3-2 á FC Barcelona í Europa Cup finaluni fyri steypa­ vinnarar. Fram til 1993 var Slovan Bratislava ofta í oddinum í kekko­slovakisku fótbóltsliguni. Átta ferðir vann Slovan Bratislava kekkoslovakiska meistaraheitið, og tíggju ferðir endaðu teir á øðrum plássi. So seint sum í 1992 gjørdust teir kekko­slovakiskir meistarar. Fimm ferðir vann Slovan Bratislava kekkoslovakisku steypakappingina. Í 1993 loysti Slovakia frá Kekkia, og Slovan Bratislava fekk æruna at gerast fyrsti slovakiski meistarin í mansfótbólti aftaná loysingina frá Kekkia. Slovan Bratislava hevur vunnið slovakiska meistara­ heitið 14 ferðir, og teir hava vunnið slovakisku steypa­kapp­ ingina heilar 16 ferðir. Áðrenn 1993 høvdu slovakar sína egnu steypakapping, men høvdu ikki sína egnu landskapping. Ein skipan sum minti um hana í Wales í gomlum døgum, har Wales ikki hevði sína egnu landskapping, men kortini hevði The Welsh Cup. So talan verður um tvey søgurík lið, ið møttast í undan­ kappingini í Champions League kappingini við Djúpumýru í Klaksvík 20. august. Farna kappingarár vann Slovan Bratislava seg í bólka­ spælið í Europa League. Har kom Slovan Bratislava í bólk saman við Wolverhampton, Braga og Besiktas. Slovan Bratislava tapti 0-1 og 1-2 móti Wolverhampton, vann 4-2 og tapti 1-2 móti Besiktas, og spældi javnleik 2-2 og tapti 2-4 móti Braga. Slovan Bratislava endaði á einum triðja plássi í bólki K í Europa League. Næstseinast Slovan Brati­ slava vann seg í Europa League bólkaspælið var kappingarárið 2011-2012, tá tað eydnaðist at fáa ein flottan 0-0 javnleik móti Paris Saint Germain, men annars tapti Slovan Bratislava hinar fimm dystirnar í bólkinum. T a ð n æ r m a s t a Slovan Brati­slava er komið bólkaspælinum í Champions League var kapp­ingar­árið 2014- 2015. Tá møti Slovan Bratislava hvítarussiska liðnum, BATE Borisov í tveimum Play Off dystum um rættin at vinna seg í bólkaspælið. Slovan Bratislava tapti uppgerðina samanlagt 1-4. Mikkjal vónar at Heini verður klárur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, vónar at Heini Vatnsdal verður klárur til tann dystin. Lands­liðsspælarin sat yvir í 6-0 sigrinum á ÍF týskvøldið, eftir at hann føldi okkurt í einum vødda í 7-0 sigrinum á EB/Streymi umfari undan. -Málið er, at hann skal vera við í europeiska dystinum miku­ kvøldið í næstu viku. Í kvøld fara vit undir fyrireikingarnar til dystin í Klaksvík um átta dagar. Longu í kvøld fáa okkara spælarar tilfar, so tað fer at bera teim­um til at læra at kenna, hvørjir mótstøðumenninir eru, og hvussu teir hava avrikað síðsta árið, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen. KÍ hevði í fjør eitt avbera gott kappingarár í Evropa. Liðið vann seg víðari tvær ferðir. Fyrst móti Tre Fiori úr San Marino, sum vann samanlagt 9-1. Síðani vann KÍ við regluni um útivallar mál móti FK Riteriai úr Litava. Ævintýrið endaði móti Luzern úr Sveis, men serliga dysturin í Luzern stendur eftir sum eitt gott minni hjá KÍ. Gott nokk van Luzern 1-0, men avrikið hjá KÍ var eitt av teimum betru hjá før­oyskum feløgum í Evropa. Tað er eitt líknandi avrik, sum KÍ skal koma við mikukvøldið, um teir skulu hava ein kjans móti slovakiska stórfelagnum, Slovan Bratislava. Fyrimunurin hjá KÍ er heimavøllurin. NSÍ-Barry Town United (Beinleiðis á FM1) Hósdagin klokkan 18.00 Svangaskarður, Toftir Dómari: Pavel Rejzek (Kekkia) NSÍ hevur havt tað trupult í Ev­ ropa seinnu árini. Ævintýrini, sum eitt nú Víkingur, B36 og KÍ hava verið á, hava ikki verið NSÍ í lut. Mangan hevur lutakastið verið ein avbjóðing, men hesa ferð ber illa til at koma við eini umbering. NSÍ skal á heimavølli spæla móti Barry Town United úr Wales. Gavin Chesterfield, høvuðs­ venjari hjá Barry Town, gleðir seg til at vitja eitt land, sum hann ongantíð hevur vitjað áð­ ur, men ásannar at NSÍ er í betri dystarvenjing. Við heimasíðuna hjá Barry Town United sigur høvuðs­ venj­arin, Gavin Chesterfield, at talan er veruliga um eina evro­ peiska avbjóðing, har hann og spælararnir hjá Barry Town sleppa at vitja eitt land teir aldr­ in hava vitjað áður. Gavin Chesterfield væntar ein torføran dyst, serliga tí NSÍ er mitt í einum kappingarári, og er tískil í nógv betri dystarvenjing enn Barry Town, men Gavin Chester­field og spælararnir fara til Føroya við spenningi og góðum vónum. Í fjør spældi Barry Town móti norðurírsku Cliftonville í undanundankappingini til Europa League, og Gavin Chester­field vónar, at Barry Town kann læra av serliga Lutakøstini til Champions League og Europa League hava verið í vikuni. Afturgangandi fyri føroysku feløgini er, at okkurt gott og okkurt er minni gott. Eitt nú KÍ fær søguligan heimavøll, men uttan áskoðarar og móti sterkari mótstøðu Champions og Europa League: VIÐ BLANDAÐUM VIÐ BLANDAÐUM KENSLUM KENSLUM ÚT Í EVROPA ÚT Í EVROPA