hósdagur 13. august 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
39
tapinum á útivølli,
har Barry Town tapti 0-4. Á
heimavølli fekk Barry Town
javnleik 0-0.
Gavin Chesterfield heldur,
at Barry Town høvdu gjørt sítt
heimaarbeiðið, og vóru væl fyri
reikaðir, men høvdu ov nógva
virðing fyri mótstøðuliðnum.
Gavin Chesterfield sigur seg
vera ivaleysan í, at liðið hevur
lært av tí sum hendi móti
Cliftonville í fjør.
Gavin Chesterfield heldur,
at liðið hevur eitt sindur fleiri
royndir nú teir skulu møta NSÍ,
og hvussu liðið skal gera til ein
stóran dyst, og tað verður av
gerandi, heldur Gavin Chester
field.
NSÍ
tapti
mikukvøldið
2-1
móti Víkingi. Jesper F.
Christjansen, nýggi danski mið
vallarin hjá NSÍ, iðrar seg um
fyrireikingardysturin spældi so
illa av, men nú kann NSÍ seta øll
segl til dystin hóskvøldið.
B36-St Joseph’s
Hósdagin klokkan 16.30
Victoria Stadium, Gibraltar
Dómari: Jasmin Sabotic
(Luksemborg)
20. august skal B36 spæla á úti
vølli í Europa League undan
kappingini. B36 hevur góð
minnir tá tað kemur til Europa
League dystir móti St. Joseph
úr GIbraltar, ið B36 skal spæla
ímóti aftur nú. Fyrri dysturin
28. juni í 2018, ið var leiktur á
ovara vølli í Gundadali endaði
við javnleiki 1-1. Seinni dysturin
endaði eisini við javnleiki 1-1,
og so mátti longd leiktíð og
brotssparkskapping til.
B36 vann eftir hetta ein
minniligan samanlagdan 2-1
sigur á OFK Titograd úr Monte
negro við 0-0 javnleiki í Gunda
dali og einum 2-1 sigri á útivølli.
Eftir hetta bleiv talan um
tvær stórar upplivingar móti
Besiktas, ið vann 2-0 í Gundadali
og 6-0 í Istanbul, men summarið
stendur sum eitt framúr gott
minnið í søguni hjá B36.
Stóra avbjóðingin hjá B36 er
at liðið í løtuni er hart av koronu.
Týskvøldið boðaði felagið frá, at
ein persónur í leiðarabólkinum
hevur fingið staðfest koronu.
Allir spælararnir hava síðani
latið seg testa eina ferð afturat,
og allar royndirnar vóru nega
tivar. B36 hevur ráðført seg
við Fótbóltssambandið, lands
læknan og Elmar Ósa, lækna.
Í dag hevur felagið fingið at
vita, at spælararnir og restin av
hópinum ikki skal í sóttarhald.
Landslæknin metti ikki, at
smittaði persónurin hevur verið
í slíkum sambandi við hópin, at
hann kann hava smittað nakran.
Formaður í B36, Magni
Mouritsen, sigur við Kringvarpið
at St Joseph’s hevur gjørt nógv
burturúr at fáa dystin avlýstan,
og tykjast hava í sinni at sleppa
víðari uttan at spæla. Hetta
verður av ongum, sum støðan
er í løtuni.
Glentoran-HB
Hósdagin klokkan 19.00
The Oval, Belfast
Dómari: Lukas
Fähndrich (Sveis)
HB og Jens Berthel Askou hava
eina stóra uppgávu fyri framm
an. HB skal í Belfast spæla móti
Glentoran. Dysturin verður
spældur á The Oval, har før
oyska U21-landsliðið í 2011 tapti
4-0 móti Norðurírlandi, eftir at
hava spælt málleysan javnleik
í Gundadali tríggjar mánaðir
frammanundan.
Føroysk feløg hava eitt kom
pleks, tá tað kemur til Evropa-
fótbólt. Sjey ferðir hava føroysk
lið møtt norðurírskum liðum í
Champions League og Europa
League dystum. Og allar sjey
ferðirnar eru norðurírsku
liðini komin sigrandi frá upp
gerðunum, ofta aftaná javnar
og spennandi uppgerðir.
Í 2012 spældi Linfield FC
móti B36 í Champions League
undankappingini. Báðir dystir
nir endaðu við javnleiki 0-0.
Linfield vann seg víðari aftaná
brotssparkskapping í Gundadali
frammanfyri 1.900 áskoðarum.
Brotssparkstapið sveið djúpt
hjá B36, ið var tað betra liðið teir
fyrstu 90 minuttirnar á ovara
vølli í Gundadali.
Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á
Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park
í undankappingini til Europa
League. Hetta var ta tiltiknu
ferðina nakrir spælarar hjá ÍF
fóru í feriu.
Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36
á Tórsvølli í Europa League
undankappingini. B36 megnaði
javnleik 1-1 á WIndsor Park, men
Linfield vann samanlagt 3-2.
Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ
á Windsor Park, men tapti 3-4
móti NSÍ á Svangaskarði, og
slapp víðari í Europa League
undankappingini við einum
samlaðum 5-4 sigri.
2019 var eitt satt skaðaár í
so máta. HB spældi javnleik 2-2
móti Linfield á heimavølli, og
hevði møguleikar til at vinna
ein sannførandi heimasigur.
Niðri í Belfast tapti HB tepurt
0-1. Táverandi høvuðsvenjarin
hjá HB, Heimir Guðjónsson
duldi ikki, at júst hetta tapið var
kanska hansara størsta vónbrot
tey bæði árini hann vandi HB í
2018 og í 2019.
B36 og NSÍ tóku heldur ikki
av móti norðurírskum liðum
í fjør. NSÍ tapti 0-2 á útivølli
móti Ballymena United. Runa
víkingar høvdu málmøguleik
arnar til at koppa Ballymena í
returdystinum, men tað endaði
við einum 0-0 javnleiki á Svanga
skarði.
B36 fekk snøgt sagt einki
burturúr móti Crusaders. B36
tapti 0-2 á útivølli og tapti 2-3 á
heimavølli, og vann sostatt ikki
Føroyum nakað stig í fjør.
Síðani 2012 hava tey før
oysku felagsliðini bygt upp eitt
norðurírskt kompleks, ið kenn
ist mongum ein stór marra.
Nú møtir eitt hitt sterkasta
HB-liðið nakrantíð við einum tí
mest markanta høvuðsvenjar
anum nakrantíð, Jens Berthel
Askou norðurírska liðnum,
Glentoran sum ikki hevur kapp
ast í evropeiskum fótbólti síðani
summarið í 2015.
Sjey ferðir hava føroysk
felagslið
tapt
samanlagt
móti norðurírskum liðum í
evropeiskum kappingum. Vón
andi eydnast tað Jens Berthel
Askou saman við sínum monn
um at bróta tað norðurírska
kompleksið.
Sum tað stendur at lesa í
greinini um dystin millum HB
og AB, so kunnu tey í HB fegnast
um at Delphin Tshiembe, Adrian
Justinussen og Tróndur Jensen
allir komu á vøllin eftir skaða
steðg, tá HB vann 11-0 á AB.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
CHAMPIONS LEAGUE 1. UMFAR:
MIKUDAGIN 19. AUGUST
KÍ-SLOVAN BRATISLAVA (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1
CHAMPIONS LEAGUE 2. UMFAR:
YOUNG BOYS – KÍ/SLOVAN BRATISLAVA
EUROPA LEAGUE UNDANUMFAR:
HÓSDAGIN 20. AUGUST
B36-ST JOSEPH’S (16.30)
NSÍ-BARRY TOWN UNITED (18.00) BEINLEIÐIS Á FM1
GLENTORAN-HB (19.00)
EUROPA LEAGUE 2. UMFAR:
B36/ST JOSEPH’S - LEVADIA TALLINN
ABERDEEN – NSÍ/BARRY TOWN UNITED
MOTHERWELL – HB/GLENTORIAN