hósdagur 20. august 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
21. AUGUST 2020
Hví er so tungt at fáa kvinnurnar við?
Hvalbingar føldu seg gingnar ov nær
av Sea Shepherd í Hvalba
Tá ið døglingar viltust upp á turt í Hvalba í
mikudagin vóru umboð fyri umstrídda um
hvørvisfelagsskapin Sea Shepherd eisini til
staðar. Tey løgdu ikki upp í, men gjørdu
nógv burtur úr at taka tað, sum fór fram,
upp á video, eisini tá ið døglingarnir vórðu
skornir upp.
Og í onkrum føri hildu fólk, at umboðini
fyri Sea Shepherd vóru so nærgangandi, at
tey vóru til ampa, og tískil varð ringt til løg
regluna.
Løgreglan sigur, at nú arbeiða tey fyri at
fáa greiði á, um farast skal víðari við máli
num. Støðan er tann, at tey eru her sum
ferðafólk, og sum so hava ferðafólk frítt at
fara. Tey hava eisini loyvi at taka tað, tey
uppliva, upp á video.
Men taka tey nærmyndir av andlitinum
á fólki skulu tey, sum verða tikin upp, geva
sítt samtykki til tað. Løgreglan sigur, at tað,
tey higartil hava sæð til tað, Sea Shepherd
hevur tikið upp, síggjast andlitini á fólkum
ikki, og heldur ikki nummarplátur, ella onn
ur frámerki á bilum.
HVALBINGAR
Upplivdi fólkaat
kvøðuna í Íslandi
og krígslok í Bret
landi
Siðsøga síða 26-27
Per Højgaard til
minnis
Tíðindi síða 24
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Ávísir tingmenn royna av øllum
alvi at halda kvinnunum úr
løgtingsmálinum
»Á føroyskum eitur tað kallmenn og kall
kvinnur«. Hetta var í fleiri ár grundgeving
fyri, at menn ikki vildu gevur kvinnum
tey somu heiti, sum menn hava, eitt nú í
politisku skipan okkara.
Men fyri tað um okkara ráðandi
menn ikki vilja broyta hesi viðurskifti, so
hevur fólkið í stóran mun broytt málið
soleiðis,, at tað í dag er púra nátúrligt at
siga »forkvinna«, »landsstýriskvinna«
ella »løgtingskvinna«, Og í heila tikið at
tá røtt verður um »fólk«, ikki at nevndi
»menn« og »teir«, so nógv, sum gjørt var í
málinum fyrr. Tí tað er rætt, at mál okk
ara er eitt kallkynsmál. Men tað hevur
sína orsøk, tí vit hava livað í einum sam
felag, har tað var nátúrligt, at maðurin
var »yvurhøvdið«. Tað vóru menn, sum
skuldu fram at valdinum. Og fyri tað, um
vit halda, at nú stendur so væl til við
javnstøðuni, so eiga vit hugsa um, at tað
bara eru 45 ár síðani fyrsta kvinnan fekk
fast sæti á tingi. Og um allar kvinnurnar,
sum hava havt fast sæti á tingi møttu í
løgtinginum í dag, so megnaðu tær ikki
at »manna« tingið, tí vit eru ikki enn
komin upp á 33 kvinnur tilsamans.
Tað eru heldur ikki meira enn 43 ár
síðani, vit fingu fyrstu kvinnu sum prest
í Føroyum – og so løgið tað ljóðar, so
hava vit enn prestar í føroysku fólka
kirkjuni, sum ikki vilja tæna kirkjuni
saman við kvinnuligum prestum. Ja
Guds orð verður brúkt sum grundgeving
ímóti, at kvinnur skulu virka sum prest
ar.
Løgtingið hevur í ár felt uppskot um
at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis,
at kvinnur kunnu vera løgtingskvinnur
og ikki løgtingsmenn.
Við útvarpið segði Bárður Larsen, ad
junktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum,
at tað er ikki neyðugt at broyta stýris
skipanarlógina fyri at broyta heitið á
tingfólki.
Men nei, hetta er ikki so einfalt, siga
»teir« ráðandi í tinginum. Hetta er eisini
ein spurningur um mál og mentan og
annað uttanumtos.
Málið er ein so einfalt. Tað er at kalla
ein spaka fyri ein spaka og eina kvinnu
fyri eina kvinna. Men trupulleikin er
sjálvandi, at um kvinnur fáa vald, so
missa menn vald. Og tað er ein stórur
trupulleiki hjá nógvum monnum.
Eitt starvsfólk hevur fingið koronu,
so Almannamálaráðið liggur
manntómt í løtuni
Í løtuni liggur alt Almannamálaráðið í
Landsstýrinum manntómt.
Støðan er nevniliga tann, at eitt av
starvsfólkunum á ráðnum fekk staðfest
koronu í gjár og tí eru øll starvsfólkini send
til hús.
Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, sigur, at
nøkur av starvsfólkunum eru í summarfrí,
men at meginparturin kortini var til ar
beiðis, tá ið hann fekk boðini.
Og tey sum vóru til arbeiðis eru so øll
farin til hús. Talan er um lítið arbeiðspláss,
so tað er skjótt, at starvsfólk hava samband
við hvørt annað, sigur hann.
Aðalstjórin sigur at tað stendur til
myndugleikarnar gera av, hvørji skulu vera
í sóttarhaldi. Men tað, sum hann kann gera,
er at binda um heilan fingur og tískil hevur
hann biðið øll starvsfólkini um at arbeiða
heimanífrá hesa
næstu tíðina.
Tilsamans
eru 17 starvsfólk
í Almannamála
ráðnum og av
teimum vóru tey
ellivu til arbeiðis
og tey eru so far
in av arbeiðs
plássinum, og
eru farin heim at
arbeiða.
Hini
seks starvsfólk
ini eru í feriu.
Nú øll starvs
fólkini siga heima og arbeiða, væntar
aðalstjórin at tey fáa steðgað smittuspjað
ingini. Men hann væntar ikki, at tað fer at
darva arbeiðnum tað allarminsta at fólk
arbeiða heimanífrá, tí arbeiðið er á teldu og
við elektroniskum samskifti og fundir
verða eisini á internetinum.
Korona: Øll starvsfólkini
eru send til hús
Meldaðu Sea
Shepherd í gjár
Tær báðar løgtingskvinnurnar, Hervør Páls
dóttir og Ingilín Strøm halda, at teirra heitið
skal vera løgtingskvinnur og ikki løgtingsmenn
Eyðun Mohr Hansen
er aðalstjóri í
Almannaráðnum