hósdagur 20. august 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
3
Atlantic Airways Vága Floghavn FO-380 Sørvágur Tel. 34 10 00 www.atlantic.fo
10420
ATLANTIC AIRWAYS SØKIR
EFTIR ROKNSKAPARLEIÐARA
Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri roknskapar-
deildini hjá Atlantic Airways? So er tað kanska tær, vit
leita eftir.
Sum roknskaparleiðari fært tú eitt fjølbroytt og av bjóðandi
starv. Høvuðsuppgávurnar hjá roknskapardeildini eru
at taka sær av roknskapinum, bókhaldinum, lønar av-
rokning og avrokning av ferðaseðlum hjá felagnum.
Deildin hevur eisini roknskapin hjá Hotel Atlantic P/F og
DutyFree P/F um hendi. Nógvar ymiskar kt-skipanir eru á
deildini, sum roknskaparleiðarin hevur ábyrgd av og skal
hava innlit í. Roknskaparleiðarin vísir til fíggjarstjóran, og
á deildini arbeiða fimm starvsfólk.
TAÐ VERÐUR TÍN UPPGÁVA…
at gera mánaðar- og ársroknskap
at gera útgreiningar/frágreiðingar
at gera rapporteringsmannagongdir og -skipanir
at tryggja optimalar arbeiðsgongdir á deildini
at tryggja framhaldandi effektivisering á økinum
at hava eitt vakið eyga við fíggjarligu gongdini hjá
felagnum
at gera vanligt roknskapar/bókhaldsarbeiði
UM TEG
Tú ert arbeiðssamur/som og ágrýtin
Tú hevur jaligan hugburð og góð samstarvsevni
Tú hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
Tú hevur vitan og útbúgving innan roknskap og
bókhald
Tú hevur eina analytiska tilgongd og yvirlit
Tú hevur nøktandi royndir við roknskaparskipanum
Tú hevur møguliga royndir við grannskoðaraarbeiði,
tó eingin treyt
SETAN
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi,
sjálv støð ugt og fjølbroytt starv við nógvum spennandi
upp gávum. Tú fert at starvast á einum áhugaverdum
og dynamiskum arbeiðsplássi við nógvum ymiskum fak-
bólkum. Ferðin er ofta høg, og nógvir bóltar eru í luftini
sam stundis.
Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjót-
ast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í
Vága Floghavn.
UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og
við komandi
tilfari
skal
sendast
við
telduposti
til
starv@atlantic.fo í seinasta lagi: 30. august 2020.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?
Set teg so í samband við Marius Davidsen, fíggjarstjóra
á tlf. +298 213703 ella Elina Sigvardsen, HR leiðara á tlf.
+298 213702 ella við telduposti á elin@atlantic.fo
UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni
starvast í løtuni 130 eldhugað og tænastusinnað
starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara
fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri
umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa
tryggleika.
Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo