hósdagur 20. august 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. AUGUST 2020
SOSIALURIN 62
4
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
T
að var tíðliga í vár, at
Rannvá Andreasen í
Klaksvík fekk staðfest
korona, og síðani tá
hevur lívið hjá kendu fótbólts
kvinnuni ikki verið heilt tað sama.
Eg fekk staðfest korona mána
dagin tann 16. mars. Eg arbeiði til
dagligt í Mylnuhúsinum í Klaks
vík, og fríggjamorgunin framm
anundan, tað vil siga tann 13.
mars, fingu vit boð um, at ein
starvsfelagi hjá okkum varð blivin
smittað, og tí fór eg beinan vegin í
sóttarhald. Men sunnudagin føldi
eg meg sjúka, og tí bleiv eg testað,
og mánadag fekk eg so boð um, at
eg var smittað. Tá hevði eg eisini
ilt í hálsinum, nógvan fepur og var
yvirhøvur ordiliga illa fyri, greiðir
Rannvá Andreasen frá.
Bleiv innløgd
Hon sigur, at sjúkan merkti hana
sera nógv, og at tað tók drúgva tíð
at blíva frísk aftur.
Eg var ótrúliga illa fyri. Eg
hevði ilt allastaðnis í kroppinum,
svav allatíðina og hevði nógvan
fepur. Eg var uppi eina løtu, men
so mátti eg leggja meg at sova, tí eg
bleiv í ørviti av at vera uppi. Ork
an var ikki eingang til at hyggja
í sjónvarp, sigur Rannvá Andrea
sen.
Støðan hjá Rannvá stóð við í
fleiri dagar, og tá ið hon so hós
dagin eftir, sum hon hevði fingið
staðfest smittuna mánadag, byrj
aði at fáa leyst lív, versnaði støðan.
Mánadagin eftir, altso eina
viku eftir at hevði fingið stað
fest sjúkuna, bleiv eg so innløgd á
koronudeildini á Landssjúkrahús
inum. Eg fór við sjúkrabilinum til
Havnar, tí eg tordi ikki, at nakar í
familjuni skuldi koyra meg suður,
greiðir Rannvá frá.
Hon sigur, at tað kendist sera
væl at koma á koronudeildina.
Eg var so illa fyri, og tá fekk eg
beinan vegin hjálp til at blíva betur
fyri, og so gekk tað faktisk skjótt
rætta vegin, so eg bleiv longu
útskrivað aftur mikudag seinna
part, sigur Rannvá Andreasen.
Tá ið hon kom heim aftur til
Klaksvíkar av Landssjúkrahús
inum, gekk tað ógvuliga skjótt
rætta vegin, og leygardag var hon
so heilt frísk aftur og slapp út mill
um fólk.
Tað var fantastiska deiligt at
sleppa út millum fólk aftur og vera
saman við øðrum, men eg orkaði
næstan einki. Eg var ófatiliga móð
og orkaði ikki eingang at ganga
mær ein lítlan túr, greiðir hon frá.
Ongin orka
Sum tey flestu ivaleyst vita, so
er Rannvá Andreasen millum
fremstu kvinnuliga fótbóltsspæl
arar í Føroyum nakrantíð, og sam
an við tvíburðasystrini Ragnu
hevur hon verið ein av ímyndun
um á sigursvanda kvinnuliðnum
hjá KÍ seinastu 20-25 árini. Rann
vá spælir fótbólt enn og er stutt
síðani givin á kvinnulandsliðnum,
har hon annars hevur spælt fleiri
enn 50 landsdystir.
Tá ið eg var blivin frísk aftur,
fóru eg og systir mín ein dagin nið
an á vøllin við Djúpumýri at renna
ein túr runt um vøllin. Eg orkaði
bara at renna einaferð runt um
vøllin, og tá var systir mín langt,
langt framman fyri meg, og tað
er púra óhoyrt, sigur Rannvá
Andreasen.
Hon kundi tó bara staðfesta,
at orkan var øgiliga lítil, og at enn
tann dag í dag er orkan avmarkað.
Eg bleiv kallað aftur til arbeiðis
í Mylnuhúsinum stutt eftir, at eg
bleiv frísk, men eg var bara heilt
stutt til arbeiðis, tí tað var øllum
greitt, at eg orkaði als ikki, og so
bleiv eg sjúkrameldað í tvær vikur,
sigur hon.
Rannvá greiðir frá, at tað eisini
var rættiliga ørkymlandi at síggja,
hvussu ymiskt sjúkan ávirkaði
tey, sum blivu rakt av henni.
Tað vóru fleiri av mínum
starvsfeløgum í Mylnuhúsinum,
sum eisini fingu korona, men tey
merktu at kalla einki til sjúkuna.
Tað var bara eg, sum bleiv ordiliga
sjúk. Eg orki ikki tað sama, so eg
skal veruliga minnast til ikki at
hava somu ferð á í gerandisdegn
EG STÚRI
FYRI AT FÁA
KORONA
AFTUR
39 ára gamla Rannvá Andreasen
var millum fyrstu føroyingarnar,
ið fekk staðfest korona. Hon er
enn nógv merkt av sjúkuni og
stúrir fyri at blíva sjúk aftur
PERSÓNSØGA
Rannvá Andreasen:
Eg orki ikki
tað sama, so eg
skal veruliga
minnast til ikki
at hava somu
ferð á í gerandis
degnum, sum
eg hevði áður, tí
tað orki eg ikki